týsdagur 30. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 209 - 30. oktober 2001
Nr. 209 - 30. oktober 2001
7
Leygarnáttina varð
ein vørubilur stolin á
Skálatrøð. Tjóvarnir
fóru tó útav við bil-
inum uppi í Hoydøl-
um
STULDUR
Stefan í Skorini
Leygarnáttina høvdu tveir
ungur menn, ið eru 18 og
21 ára gamlir, tørv á flut-
ningi úr miðbýnum og nið-
an í Hoyvík.
Har vóru góð ráð dýr, og
teir gjørdu av at stjala ein
lastbil hjá heilsøluni Poul
Michelsen. Tað var ein stór-
ur bilur við innilokaðari
last. Hesin skuldi føra teir
tann langa vegin til Hoy-
víkar. Lykilin stóð eftir øll-
um at døma í bilinum, og tí
var lag á manni at taka
hann.
Tað eyndaðist teimum at
sleppa avstað við bilinum,
og teir komu heilt niðan á
Garðaveg beint omanfyri
studentaskúlan í Hoydøl-
um.
Her vóru teir tó ikki nóg
neyvir við stýringini, og
bilurin fór omanav vegn-
um. Tilburðurin varð frá-
boðaður stutt eftir klokkan
eitt á nátt.
Sløkkiliði breyt
arbeiðssteðg
Løgreglan handtók báðar
menninar, ið eru av bygd.
Teir verða skuldsettir fyri at
hava koyrt við kenning og
fyri stuldur av lastbilinum.
Blóðroyndir vórðu tiknar
og sendar til nærri kanning-
ar. Harafturat kunnu teir
vænta sær eitt endurgjalds-
krav fyri skaðan, ið bilurin
hevur fingið.
Báðir menninir vórðu
fluttir á landssjúkrahúsið.
Annar varð útskrivaður
eftir at hava fingið viðgerð
á skaðastovuni, meðan hin
varð innlagdur á deild 8 til
kanningar.
Tá løgreglan kom á stað-
ið ljóðaði, at ein triði mað-
ur lá undir bilinum. Tí var
neyðugt
at
boðsenda
sløkkiliðnum, sum kom á
staðið, tí tað kanska stóð
um mannalív. Annars er
sløkkiliðið ikki til arbeiðis í
hesum døgum vegna sátt-
málaloysi, men teir brutu
arbeiðssteðgin í hesum før-
inum.
Sløkkiliðið kundi stað-
festa, at eingin lá undir bil-
inum. Seinni hevur krana-
bilur verið og tikið bilin
uppaftur.
Rokningina fyri hetta ar-
beiðið verður óivað send
teimum
báðum
ungu
monnunum. Tá hevði verið
bíligari
at
tikið
ein
hýruvogn.
Tiltakið við Náttar-
ravnum er ikki farið
av bakkastokki enn.
Tað skal skipast betur,
og fleiri fólk skulu
savnast um tiltakið,
áðrenn farið verður
út á gøtur og stræti at
ansa eftir teimum
blaðungu
NÁTTARRAVNAR
Stefan í Skorini
Tað ganga einar tvær ella
tríggjar vikur, áðrenn for-
eldur at ungum í Havn fara
út at hava eyguni við teim-
um ungu, sum ferðast í
havnargøtum seint á kvøldi
um vikuskiftini.
Arni Clementsen er ein
av stigtakarunum til hetta
tiltakið. Hann sigur, at stig-
takararnir vilja savna fleiri
foreldur um tiltakið, áðrenn
farið verður í gongd. Eisini
skal tað skipast væl og
virðiliga, áðrenn nakað
verður sett í verk.
Næsta stigið hjá teimum
verður at kalla til borgara-
fund í Havn. Hesin fundur
verður væntandi um tvær
ella tríggjar vikur. Arni
Clementsen, sum sjálvur
eigur ung børn, vónar, at
foreldur møta fjølment upp
til hesar fundirnar. Higartil
hevur undirtøkan verið
góð, og tey flestu eru spent
um, hvussu hetta fer at
rigga.
Ikki í hølunum
Ætlanin er ikki, at náttar-
ravnarnir skulu ganga í høl-
unum á teimum ungu alla-
tíðina, so at tey kenna seg
forfylgd á nakran hátt.
– Konseptið við hesum
tiltakinum er at hava eitt
vakið eyga við teimum
ungu, men tað skal hóast alt
vera nakað burturfrá, og
kanska geva eina hjálpandi
hond, um onkur er í trupul-
leikum, sigur Arni Clem-
entsen, sum leggur afturat,
at tey ikki vilja treingja seg
inná tey ungu.
Hann heldur ikki, at hetta
er at gera ov nógv av, tí at
fleiri tilburðir við harð-
skapi hava verið seinastu
tíðina.
– Hetta er fyribyrgjandi
arbeiði. Tað hevur verið
tosað um hetta í fleiri ár, og
tað ger heldur einki, um
foreldur skipa seg í bólkar
uttan at hugsa um ávísar
hendingar,
sigur
Arni
Clementsen.
Kann ávirka
Ætlanin við náttarravnun-
um er eisini, at hesin fel-
agsskapur kann geva til
kennar, hvussu dansiviður-
skiftini hjá teimum ungu
kunnu skipast.
– Vit kunnu venda okk-
um til myndugleikar og
fyriskiparar av konsertum
og dansi og vísa á okkara
hugsan hesum viðvíkjandi.
Soleiðis kunnu vit hava
ávirkan á viðurskifti hjá
teimum ungu, sigur Arni.
Arni Clementsen sigur
annars, at hann vónar, at
nógv taka undir við hesum
tiltakinum. Jú fleiri eru við,
tess minni bundið verður
tað hjá tí einstaka náttar-
ravninum.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygardagin
seint
seinnapartin varð ein 21
ára gamal tikin fyri at
koyra við kenning. Mað-
urin var einsamallur í
bilinum, sum rendi í bil-
verjuna framvið vegnum
millum Fuglafjørð og
Kambsdal.
Løgreglan fór á stað-
ið, og tá maðurin blásti í
ballónina, vísti tað seg,
at hann varð ávirkaður
meira enn væl er, tá ein
skal stýra einum bili.
Blóðroynd varð tikin,
og hon fer at vísa,
hvussu høg promillan
var. Bilurin fekk nakað
av skaða, men hann er
ikki vrak.
HERVERK
Stefan í Skorini
Herverksmenn
hava
aftur verið uppá spæl í
Havn um vikuskiftið.
Kioskin í Steinatúni og
Thomas Dam búnýti
hava staðið fyri skotum
hesuferð.
Í báðum førum eru tað
rútar í úthurðini, ið eru
knústir. Einki endamál
hevur verið við hesum
herverkum,
tí
einki
bendir á, at nakar hevur
verið inni í handlunum.
Knústir rútar
í miðbýnum
Koyrdi við kenning
í Fuglafirði
Náttarravnar lata bíða eftir sær
Fóru útav við stolnum vørubili
Leygarnáttina
komu tveir menn
til ilnar í Havn.
Annar varð sligin í
høvdið við eini
fløsku og varð
fluttur á skaðastov-
una, har hann varð
seymaður
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Tilburðurin fór fram í
Amtmansbrekkuni
í
miðbýnum í Havn. Tveir
menn gjørdust ósamdir
um eitthvørt, og tað end-
aði við, at teir blivu
áfastir.
Illgerðarmaðurin, ið
er 21 ára gamal, sló hin í
høvdið við eini fløsku.
Neyðugt varð at flyta
mannin, ið er 29 ára
gamal, á sjúkrahúsið,
har hann varð seymaður
aftur og fekk nakrar
pentur.
Løgreglan fekk frá-
boðanina um henda til-
burðin klokkan 4.36, og
maðurin varð tikin stutt
eftir nærhendis. Hann
verður tí skuldsettur fyri
harðskap.
Løgreglan sigur, at
gerningsmaðurin var av-
bygdamaður, sum var
komin til Havnar um
vikuskiftið. Maðurin, ið
varð órættaður, er hin-
vegin úr Havnini.
Sligin í høvdið við fløsku
Hesin lastbilurin hjá Poul Michelsen varð leygarnáttina stolin, og hann fór seinni útav vegnum uppi í Hoyvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Í kjalarvørrinum av
yvirgangsherferðun-
um, verður nógv gjørt
burturúr uttanríkis-
og trygdarpolitikki á
Norðurlandaráðsfun
dinum í ár
NORÐURLOND
Turið Kjølbro
Í gjár varð Norðurlandaráð-
ið sett á Christiansborg í
Keypmannahavn. Ikki færri
enn 850 fólk taka lut á
fundinum, sum varir til í
morgin, harav 55 ráðharrar.
Fyri nøkrum døgum síðani
løgdu Svend Erik Hov-
mand, sum er formaður í
Norðurlandaráðnum,
og
Jan-Erik Enestam, sam-
starvsráðharri í Finnlandi
og formaður í Norður-
lendska Ráðharraráðnum í
ár, álitið fram, sum hevur
heitið »Ein nýggj norður-
lendsk dagsskrá«. Tíðin er
komin at seta eina nýggja
dagsskrá við serligum atliti
til norðurlendskt samstarv,
bæði í mun til nýggja sam-
starvandi Evropa og í mun
til aðrar millumtjóða sam-
starvsstovnar. Í álitinum
eru fleiri uppskot um strat-
egisk stevnumið og ein
meiri munadyggan bygnað
fyri samstarvi komandi
árini. Nýggja álitið verður
nógv frammi á fundinum.
Umframt verður serliga
nógv gjørt burturúr uttan-
ríkispolitikki fyrrapartin í
morgin.
Í sambandi við ársfundin,
verða nógvir fundir hildnir
millum ráðharrar. Innan
karmarnar hjá Norður-
lendska Ráðharraráðnum
hittast fíggjarmálaráðharr-
ar, umhvørvismálaráðharr-
ar, samstarvsmálaráðharr-
ar, kenslu- og granskingar-
málaráðharrar,
umframt
mentamálaráðharrar. Eisini
verður eini meiri óformlig-
ur fundur hildin millum
matvørumálaráðharrar,
fiskimálaráðharrar
um-
framt landbúnaðarmálaráð-
harrar. Eisini hittast innan-
ríkis- og uttanríkismálaráð-
harrar, tó ikki innan karm-
arnar hjá Norðurlendska
Ráðharraráðnum. Vanliga
taka fleiri føroyskir lands-
stýrismenn lut á Norður-
landa ráðsfundinum.
Politisku ungmanna-
feløgini í Norður-
londum taka undir
við einum føroyskum
kravi um fult sjálv-
stýri, um meiriluti er
fyri tí á einari fólka-
atkvøðu.
MAGNUS DAM
Keypmannahavn
– Seta føroyingar fram krav
um fult sjálvstýri, og meiri-
luti er fyri hesum á einari
fólkaatkvøðu, so skal hetta
kravið virðast.
Tað siga politisku ung-
mannafeløgini í einari yvir-
lýsing, sum varð samtykt á
árliga fundinum hjá feløg-
unum, sum var í Keyp-
mannahavn um vikuskiftið.
Feløgini hittast á hvørjum
ári í samband við fundin
hjá Norðurlandaráðnum,
sum byrjaði í Keypmanna-
havn í gjár.
Umleið 50 ungdómspol-
itikkarar úr øllum Norður-
londum hava fundast í
tríggjar dagar í landsting-
salinum á Christiansborg,
og fundurin endaði við, at
fleiri yvirlýsingar vórðu
samtyktar. Yvirlýsingarnar
vórðu í gjár lagdar fram
fyri teir »veruligu« polit-
ikkararnar, sum komu á
fundin hjá Norðurlanda-
ráðnum, teirra millum for-
sætisráðharrarnar úr øllum
Norðurlondum.
Virða
sjálvsavgerðarrættin
Ungmannafeløgini siga í
einari av yvirlýsingunum,
at tey virða sjálvsavgerðar-
rættin hjá føroyska fólk-
inum sum eitt demokratiskt
prinsipp. – Vit styðja einum
møguligum
føroyskum
kravi um fult sjálvstýri, um
so er, at hetta verður stað-
fest á einari fólkaatkvøðu,
siga feløgini.
Ungmannafeløgini halda
tað eisini vera eitt stig rætta
vegin, at føroyingar sjálvir
hava tikið stig til at minka
um blokkstuðulin.
– Við sjálvstýri fylgja
rættindi og skyldur, sum
sjálvstøðugar tjóðir hava.
Tað inniber eisini, at bein-
leiðis búskaparligi stuðulin
úr Danmark dettur burtur,
stendur í yvirlýsingini.
Tað var eftir uppskotið
frá Unga Tjóðveldinum, at
brotið um føroyskt sjálvtýri
kom við í yvirlýsingina.
– Men hetta er ein boð-
skapur, sum vit taka fult
undir við, segði formaðurin
í felagsskapinum hjá norð-
urlendsku ungmannafeløg-
unum, Ole Morten Geving
úr norska Miðflokkinum.
Unga Tjóðveldið var ein-
asta føroyska ungmannafel-
ag, sum luttók á fundinum í
Keypmannahavn.
Rúni
Nielsen, næstformaður í
felagnum, harmast um, at
fleiri føroysk feløg ikki lut-
tóku. Hann fegnast hinveg-
in um brotið um føroyskt
sjálvstýri í yvirlýsingini hjá
ungmannnafeløgunum.
Styðja føroyskum
sjálvstýrisynskjum
Uttanríkispolitikkur
stóran leiklut
Meðan løtur líða 2
er komin í bóka-
búðirnar
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Forlagið Fannir hevur
givið út Meðan løtur
líða 2, sum Marianna
Debes Dahl hevur lagt
til rættis. Bókin, sum er
brotamyndir úr gerand-
isdegnum tíðliga í tjúg-
undu øld, er útskrift av
teimum níggju mittastu
av 28 útvarpssendingum
við sama heiti. Evnini í
hesu bókini eru Sana-
toriið, Spøl úti summar-
hálvuna,
Kúgvin
og
neytakonur, Hoygging
og korn, Torv, Torv og
tarvar, Kirkjan, fólka-
fundir
og
felagslív,
Gomul fólk, Dansur og
brúdleyp.
Marianna Debes Dahl
festi samrøðurnar við
heimildarfólkini á band
frá 1994 til síðst í 1998.
Heimildarfólkini
eru
seytjan í tali, 12 kvinnur
og 5 menn. Tað elsta er
føtt í 1906.
Ingi Joensen gjørdi
kápuna. Bókin er prent-
að á Hestprentið, hon er
134 síður og kostar 220
krónur.
Brotamyndir úr
gerandisdegnum
Landstingsalurin á
Christiansborg var karmur
um fundin hjá politisku
ungmannafeløgunum um
vikuskiftið. Ole Morten
Geving úr norska
Miðflokkinum v.m. saman
við einastu føroysku
umboðunum, Jógvan
Jacobsen og Rúna Nielsen frá
Unga Tjóðveldið.
C
M
Y
K
7
6