Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 11. mai 2009 13 Nú 1. mai er farin aftur um bak, og røður eru hildnar, so hevur tað iva­ leyst undrað mangan, at einki orð varð grett um størsta frambrotið í før­ oyskari arbeiðsmarkn­ aðarsøgu í nýggjari tíð, nevniliga ALS­skipanin og tær sera stóru ábøturnar, ið beint nú verða viðgjørd­ ar í Løgtinginum F yrsti mai er altjóða arbeið­ aradagur, har arbeiðara­ rørslan setur dagsskránna kring allan knøttin. Henda eina dag í árinum fær arbeiðararørslan orðið og kann føra síni sjónar­ mið fram. Og mangar mergj­ aðar og inspirerandi røður eru hildnar henda dag, og mong høggini eru follin yvir stjórnir og makthavarar. Tí fór eg aftur henda dag við spenningi oman á Vaglið at hoyra, hvat okkara egna arbeiðararørsla hevði upp á hjartað, nú vit eru í einari broytingartíð. Tvær røður frá tveimum limum í Havnar Arbeiðsmannafelag vóru fyrst á skrá. Har var nakað av tí, sum altíð er og ivaleyst hoyrir til slíkar røður. Politikarar fingu av grovfíluni, nakrir beinleiðis navngivnir. Sjálvur haldi eg, at onkustaðni fór hetta ov langt, men hvat, tað var jú 1. mai. M en tað var nú ikki tað, sum eg hoyrdi á Vaglinum, sum undraði meg so nógv. Tað var meira tað, sum eg ikki hoyrdi, sum undraði. S ama kvøldið skipaði Javnað­ arflokkurin fyri 1. maidagshaldi á Seglloftinum hjá Thomsen á Tvøroyri, har eisini formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag helt røðu. Men aftur her var tað tað, sum Ingeborg ikki segði, sum undraði meg meira, enn tað, sum hon segði. T á vit í 1992 fingu okkara ALS­skipan, so var tað eitt úrslit av einum framúrskarandi samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og polit­ isku skipanina. Vit fingu eina skipan um júst somu tíð, sum búskaparligu óløgini skolaðu inn yvir landið. Arbeiðsloysi fór heilt upp á 25%, og skjótt var ALS um at fara á heysin. Ein bjargingarætlan fyri og onnur eftir vórðu framdar, og hon hóraði undan. M en í dag er ALS­skipanin ein sunn og sterk skipan við einum gjaldføri upp á heilar 670 mió. kr. Framvegis eru tað partarnir á arbeiðsmarknað­ inum, sum varða av skipanini. Stýrið hevur fyrimyndarliga í sátt og semju snikkað eitt uppskot til batar á skipanina, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Nógv tann størsta og týdningarmiklasta broytingin er, at nú kunnu arbeiðsleys fáa 80% av A­inntøkuni ella í mesta lagi 20.000 kr. um mánaðin útgoldið. T að er ein ótrúliga góð skipan at hava, nú myrk skýggj reka inn yvir okkara egna fíggjarhválv. Eitt tað ringastu, sum kann henda einum menniskja er, at ein verður uppsagdur og sendur til hús. Kenslan av, at ein ikki longur er ein ynskt arbeiðsmegi, er alt annað enn góð. Tá er tað sera umráðandi, at vit hava eina skipan, sum kann taka sær av hesum fólk­ um, sum arbeiðsloysið rakar. M eg undraði tað stórliga, at hesir røðarararnir 1. mai ikki so frægt sum nevndu síni egnu skipan. Um tað var tí, at tey vóru bangin fyri at geva okkum politikarum eitt sindur av rósi, tað skal eg ikki siga. Men um so var, so kundu tey bara undirstrikað, at hetta var teirra skipan. E g saknaði, at hesar røður frøddust um eina skipan, sum veruliga kann hjálpa, tá á stendur ­ eisini hjá teirra egnu limum. Ein skipan, sum í dag man teljast millum tær bestu í okkara parti av heiminum. Ein skipan, sum partarnir sjálvir hava gjørt ótrúliga skilagóðar ábøtur á. Ábøtur, sum júst sama dag lógu á tingborðunum innan fyri veggin, har røðurnar vórðu hildnar beint uttanfyri. U ttan mun til, hvat varð sagt ella ikki, so eri eg sannførdur um, at ALS er ein tann frægasti varði, sum er lagaður í føroysku arbeiðsmarknaðarsøguni. Hon hevði nøkur góð orð uppiborið. H ví kunnu vit ikki onkuntíð frøast um tað positiva, sum hóast alt er hent, heldur enn bara at leita eftir tí negativa? Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Nøkur orð um tað, sum ikki varð sagt 1. mai Tíðargreinin tíðargreinin Jóannes Eidesgaard floksformaður