mánadagur 11. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 88 - 11. mai 2009
Feitasta Stuðuls
tiltakið savnaði
leygarkvøldið
267.000 krónur inn
til at byggja skúlar í
Gana og Liberia. 11
bólkar undirhildu
við tónleiki, sum
umboðaði føroyskan
tónleik í øllum
tónaløgum. Sjálvur
uttanríkisráðharrin
smæddist ikki
mikrofonina, og gav
sítt boð uppá Michael
Jackson hitt
Mentan
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Leygarkvøldið var Norður
landahúsið
karmur
um
Føroya Feitasta Stuðulstil
tak, sum Katrin og Ása á
Neystabø og Birita Wardum
tóku stig til. Tær savnaðu
inn pening til skúlabygging
í Gana, har tær vóru og
gjørdu hjálpararbeiði fyri
einum ári síðan. Harafturat
var Rúna Sivertsen partur
av fyrireikarunum, umboð
andi ABC Barnahjálp.
Til stóra stuðulstiltakið
høvdu fyrireikararnir savn
að eitt breitt úrval av før
oyskum tónleikarum og
listafólkum, sum leygar
kvøldið undirhildu teimum
umleið 400 fólkunum, ið
høvdu ognað sær atgongu
merki til konsertina. At
gongumerkini vórðu rivin
burtur eftir stuttari tíð. Um
tað var orsaka av stórum
áhuga fyri at stuðla ella
orsaka av mongu nøvnunum
á konsertini, skal her vera
ósagt.
Lokkibitin legði út
ORKA við nýggjum sang
ara legði út við tónleikinum.
Síðan Kári Sverrisson er
givin, skal Eivør eftir ætlan
fylla skógvar hansara. Tað
ger hon eisini. Hon fyllir
nógv, men ikki ov nógv. Í
mun til sína solo karrieru,
er hon við ORKA meir ein
aktivur partur av orkestrin
um, og ein sum kann
trumma og sláa á ting sam
an við hinum í bólkinum.
Tað einasta, ið ikki var í
topp í samband við inn
slagið hjá ORKA, var at
bólkurin skuldi byrja tón
leikaveitsluna ballið, og tað
gjørdu tey so stundisliga, at
øll høvdu ikki funnið sítt
pláss áðrenn tey byrjaðu.
Harafturat var lítil ivi um,
at tað var ORKA, tey flestu
vóru mest forvitin um, og
vóru áhoyrarnir ikki meir
enn fingið hitan í seg, tá
ORKA fór av aftur palli
num.
Eftir ORKA komu inn
sløgini slag í slag. Martin
Joensen, Lady Fire, Dánjal,
Frændur,
Petur
Pólson,
HOGNI,
Bet You Are
William, Boys In A Band
og Hallur Joensen. Stuttligt
at hoyra hvat hesi ymisku
hava arbeitt við síðan síðst.
Men her hevði verið smart
at býtt um uppá fyrsta og
síðsta navn á skránni. Klokk
an gjørdist midnátt áðrenn
tiltakið var liðugt. Og tað
var Hallur Joensen, ið slapp
at enda veitsluna. Hóast
góðan
country
tónleik,
skuldi Hallur Joensen verið
fluttur fremst á skránna
heldur enn síðst, og ORKA
skuldi sloppið at endað
veitsluna.
Harafturat hoyrdu vit trý
løg við Wraae systrunum,
Ásu og Onnu Mariu. Tær
framførdu vakra lagið Eitt
kvøldið so síðla, umframt
tvey egin løg. Klæðini, tær
vóru í, vórðu seinni um
kvøldið seld til hægst
bjóðandi á uppboðssølu.
Jørgen tulkaði
Jackson
Millum konsertirnar og upp
lestrar frá Hanus Kamban
og Marjun Kjeldnæs var
uppboðssøla
í
trimum
umførum. Við hjálp frá
tveimum linjuverjum, stýrdi
Hilmar Jan Hansen upp
boðssøluni. Tað var nakað
misjavnt,
hvussu
stórur
áhugi var fyri at keypa.
Tann fyrsti málningurin var
ein hjá Eivør. Tað var
týðiligt, at onkur hevði sett
sær fyri at fáa fingrar í júst
hendan, tí hesa løtuna varð
kappbjóðað í salinum. Aðrir
høvdu knapt so stóran
áhuga, men vóru allir kort
ini avsettir. Tað segði eitt
sindur, at tað ikki kom ferð
á boðini uppá klæðini fyrr
enn tvey atgongumerki til
G! festivalin vóru løgd
afturat.
Uttanríkisráðharrin
var
eisini til staðar hetta kvøld
ið. Hann tók orðið og rósti
fyrireikarunum fyri gott
tiltak. Áðrenn hann treiv í
lumman eftir kekki frá
landsstýrinum
til
fyri
reikararnar, stemmaði hann
í We Are The World, sum
Michael Jackson í 1985
ognaði
neyðstøddum
í
Afrika. Ilt at siga um tað
var tilætlað, ella um Dánjal
á Neystabø, sum júst gjørdi
klárt á pallinum, bara dugdi
at fanga løtuna, men við
eitt var uttanríkisráðharrin
partur av konsertini.
Einki fekst at vita um
hvussu nógv null stóðu á
kekkinum
frá
Jørgen
Niclasen. Men móti enda
num av kvøldinum varð
kunngjørt, at 267.000 krón
ur vóru innkomnar til til
takið. Tað kunnu fyrireik
ararnir ivaleyst verða nøgdir
við.
Kvøldið eydnaðist rætti
liga væl, har var okkurt til
øll tónleikaliga, og til tey,
ið dáma upplestur, vóru
áhugaverdir upplestrar frá
Hanusi Kamban og Marjun
Kjelnæs. Vertirnir, Óluvá
Zachariasen og Heini í
Skorðini leiddu kvøldið
væl, og hekk skráin væl
saman. Einasta broyting
skuldi verið í konsert
skránni. Vónandi fáa børn
ini í Gana og Liberia góðar
skúlar fyri føroysku pengar
nar.
Stuðlaðu
í øllum
tónaløgum