mánadagur 11. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 88 - 11. mai 2009
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, sigur, at
mótbrekkan er brøtt
og at tey ikki hava ráð
til at heilagar kýr
Hall
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Allar heilagar kýr skulu vig
ast og kamelar skulu slúk
ast.
So rámandi kann politiska
avbjóðingin hjá samgonguni
sigast á myndamáli.
Sum tað sæst í greinini
omanfyri, vísa nýggjar met
ingar, at inntøkan hjá lands
kassanum verður einar 250
milliónir minni í ár, enn
roknað varð við, tá ið
fíggjarlógin varð samtykt.
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýrismaður staðfestir,
at mótbrekkan er brøtt og at
tey politiska inntrivini, sum
skulu gerast, fara at krevja
eitt ómetaligt dirvi av Løg
tinginum.
Hann sigur, at samgongan
arbeiðir av kraft fyri at semj
ast um ein búskaparligan
pakka sum skal fáa skútuna
aftur á beint.
Men tað verður ikki fyrr
enn Løgtingið fer í summar
frí hósdagin, at verulig
gongd kemur á arbeiðið, tí
tingarbeiðið fer við øllum
kreftunum beint nú.
Hann sigur, at tað verður
neyðugt at taka alvorlig stig
fyri at fáa gongdina aftur á
beint, tí hendir ikki ein
avgerandi vend í búskapin
um er tað so skjótt, at hallið
á fíggjarlógini kann verða
ein milliard næsta ár og tí
er neyðugt at fáa tálma
gongdini so tað munar.
Fleiri treytir
Men í hesum arbeiðnum,
eru tað fleiri treytir, sum
skulu haldast.
Yvirskipaða avbjóðingin
verður at halda hjólunum
malandi og at syrgja fyri, at
fólk ikki missa arbeiðið og
flýggja av landinum ella mis
sa hús og heim, sigur lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um.
Samstundis skal tað førast
eitt neyvur og harður fíggj
arpolitikkur fyri at fáa hallið
á fíggjarlógini burtur.
Men tað skal gerast uttan
at
nerva
heilsuverkið,
almannaverkið, skúlaverkið
og aðrar grundleggjandi
skipanir í einum vælferðar
samfelagi, staðfestir lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um.
Samstundis
staðfestir
hann, at tað tískil verður
alneyðugt at hyggja eftir
øllum postum á fíggjarlógini
og at lúka burtur úr, uttan at
ávirka tann grundleggjandi
raksturin
Í hesum sambandi nevnd
ir hann rentustuðulin til set
húsaeigarar, mvg stuðul til
sethús, mvg stuðul til komm
unurnar, sjómannafrádráttin
og aðrar serskipanir, sum
eru á fíggjarlógini.
Samstundis kunnu kanska
onkur tiltøk gerast, sum virka
beinanvegin, men hann vil
ikki fara í smálutir?
Ongar heilagar kýr
Hann er greiðir yvir, at
summi av hesum málum
eru heilagar kýr hjá summ
um flokkum og summum
politikarum.
Men í teimum politisku
avgerðum, vit skulu taka í
næstu framtíð, hava vit ikki
ráð til at hava heilagar kýr
og tað er eisini greitt, at
kamelar skulu slúkast.
Bæði Kaj Leo Johannesen,
løgmaður og Anfinn Kalls
berg, formaður í fíggjar
nevndini, hava staðfest, at
almennu útreiðslurnar kunnu
ikki veksa eina krónu næsta
ár?
Seinastu
árini
eru
útreiðslurnar vaksnar nógv
og tí má yvirskipaðu mál
setningurin vera at reka før
oyska samfelagið fyri sama
prís næsta ár, sum tað kostar
í ár.
Men nú er tað greitt, at løn
irnar hækka 3% næsta ár. So
antin mugu almennu útreiðsl
urnar hækka, ella mugu
sparingar setast í verk?
Tað havi eg ikki so nógv
ar viðmerkingar til. Høvuðs
endamálið er at útreiðslurnar
skulu ikki hækka, men
hvussu vit koma hartil, er ein
spurningur
um
politiskt
handalag og, hvørja politiska
semju, vit fáa í samgonguni,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Kann tað hugsast, at skatt
ur og avgjøld fara at hækka?
Sum støðan er nú, kann
alt hugsast!
Heilagar kýr skulu drepast og
kamelar skulu slúkast
Spildurnýggjar inn
tøkumetingar hjá
fíggjarmálaráðnum
vísa, at hallið á fíggj
arlógini í ár verður
250 milliónir størri
enn roknað varð við,
tá ið fíggjarlógin varð
samtykt. Fremsta
orsøkin til tað er, at før
oyingar eru mestsum
hildnir upp at brúka
pengar
Hall
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hallið á fíggjarlógini í ár
verður 750 milliónir krónur.
Tað vísa tær feskastu inn
tøkumetingarnar hjá fíggjar
málaráðnum.
Fíggjarmálaráðið
hevur
nú tikið samanum gongdina
fýra teir fyrstu mánaðirnar í
ár og útfrá tí eru nýggjar
metingar gjørdar um, hvussu
inntøkurnar hjá landskass
anum fara at vera í alt ár.
Metingin vísir, at henda
ongar stórvegis broytingar,
fer inntøkan hjá landskassan
um at verða 247 milliónir
minni í ár, enn mett varð, tá
ið fíggjarlógin varð samtykt.
Upprunaliga varð mett, at
fíggjarlógin í ár fer at geva
eitt hall upp á 500 milliónir
krónur.
Men sambært nýggjastu
metingunum, fer hallið at
verða heilt tætt við 750 milli
ónir krónur.
Hildnir uppat at
brúka pengar
Høvuðsorsøkin til aftur
gongdina er, at føroyingar
eru at kalla givnir at brúka
pengar.
Metingin hjá fíggjarmála
ráðnum vísir, at ainntøkur
nar eru 3% lægri enn somu
tíð í 2008.
Tó eru skattainntøkurnar
bara 1% minni enn í fjør og
tað kemst av, at í 2008
vórðu lætnir skattalættar,
meðan eingin skattalætti
verður latin í 2009.
Hinvegin vísir gongdin
fyrsta ársfjórðing í ár, at før
oyingar eru blivnir ógvuliga
varnir at brúka pengarnar,
teir forvinna.
Inntøkan hjá landskassan
um av mvg og øðrum avgjøld
um, er nevniliga nógv minni
í ár enn hon var í fjør.
Soleiðis er inntøkan av
mvg og øðrum avgjøldum
25% minni fyrsta ársfjórð
ing í ár, samanborið við
fyrsta ársfjórðing í fjør.
Tó væntar fíggjarmálaráð
ið, at munurin fer at javna
seg seinni í ár og at inntøk
urnar hjá landskassanum av
mvg og øðrum avgjøldum,
verða góð 7% minni í 2009
enn í 2008 tá ið avtornar.
Tá fíggjarlógin í ár varð
smíðað, varð roknað við eini
inntøku upp á góðar 1,724
milliard í tolli og avgjøldum,
men nú verður mett, at
hendan inntøkan verður ikki
meiri enn 1,595 milliard.
Inntøkan var mvg varð
mett at geva 1,2 milliard,
men hon fer at geva 80 milli
ónir minni og inntøkan av
skrásetingargjaldi av nýggj
um bilum, varð mett at geva
60 milliónir, men fer ikki at
geva meiri enn 30 milliónir.
Harafturat vísir nýggja
uppgerðin hjá fíggjarmála
ráðnum, at inntøkurnar av
partafelagsskatti skrambla
niðureftir.
Á fíggjarlógini í ár varð
roknað við 180 milliónum í
partafelagsskatti, men nú
verður mett, at inntøkan verð
ur ikki meiri enn 110 milli
ónir.
Mett verður, at ein orsøk
til tað eru teir ovurstóru
skipahandlarnir, sum vórðu
gjørdir fyri einum tveimum
árum síðani og sum parta
feløgini nú hava at dragast
við.
Samanlagt verða allar inn
tøkur landskassans mettar
at fara at verða góðar 360
mió. kr. minni í 2009 enn í
2008.
Men tá ið fíggjarlógin varð
løgd, varð mett, at góðar 113
milliónir minni enn í fjør og
sostatt verður inntøkan hjá
landskassanum í ár 247
milliónir minni enn roknað
varð við á fíggjarlógini.
Nýggjar inntøkumetingar:
Hallið verður 750 milliónir
Hallið á fíggjarlógini í ár verður 250 milliónir
størri, enn roknað hevur verið við og Jóannes
Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum
sigur, at fyri at fáa skútuna aftur á beint, skulu
bæði heilagar kúr drepast og kamelar slúkast
Danmark kann røkka málinum
Danir kunnu røkka STmálinum um at skerjua CO2útlátið 90 prosent innan
ár 2050, men treytin er, at teir leggja um til burðardygga orku burturav,
sleppa teimum reyðu búffunum og fáa sær elbilar ístaðin fyri bensinbilar.
Tað er í hvussu er niðurstøðan í einari frágreiðing hjá danska
verkfrøðingafelagnum. Sambært verkfrøðingunum kunnu danir spara 13
milliardir krónur í 2015, tí avgjøldini á koli og olju minka. Sparingin fer at
veksa støðugt og verður oman fyri 35 milliaqrdir krónur í 2050. Connie
Hedegaard, ráðharri, er fegin um frágreiðingina, sum eftir hennara tykki
kann halda.
Ov fáar býráðskvinnur
Okkurt bendir á, at kvinnur í Mið og Vesturjyllandi hava
ikki so góðan hug at fáast við kommunupolitikk sum kvinn
urnar aðrastaðni í Danmark. Hóast nógv fleiri kvinnur sita ín
býráðunum nú enn fyrr, er hendan broytingin ikki komin til
Herning, tí har eru bara fimm av teimum 30 býráðslimunum
kvinnur. Samanumtikið eru bara 22 prosent av býráðslimun
um í Mið og Vesturjyllandi kvinnur, meðan meðaltalið fyri
alt landið er 27 prosent. Danska kvinnufelagið vil hava ásett
við lóg, hvussu stórur partur av einum býráði skal vera
kvinnur. Líknandi skipanir eru í Noregi og Spania.