Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 88 - 11. mai 2009 Myndirnar, vit prenta á hesi síðuni, eru tiknar, tá nýggja Norðborg kom á Klaksvík dýra biðidag. Tað er Dávur Winther, ment­ anarleiðari hjá Klaksvíkar komm­ unu, sum hevur tikið flestu mynd­ irnar á hesi síðu. Á síðu 6 og 7 hava vit frásøgn frá hátíðarhaldinum, sum skipað varð fyri fríggjadagin, har hópur av fólki nýttu høvi at heilsa nýggja og stásiliga skipinum væl­ komnum. Hornorkestur spældi, og bólk­ urin Suð sang nakrar sangir. Við hátíðarløtuna helt borg­ arstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, røðu, og síðan segði reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, nøkur orð og beyð øllum umborð at síggja nýbygn­ ingin. Nýggja Norðborg komin á Klaksvík