mánadagur 11. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 88 - 11. mai 2009 ]
KÍ verður nú
revsað fyri at
hava valt einastu
skilagóðu loysnina.
Nevnliga at steðga
útreiðsluveitsluni
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stigatalvan í Vodafone-deildini eftir fyrstu seks
umførini bendir á, at óhugsandi støðan kann gerast
veruleiki. Nevnliga at fremsta føroyska fótbólts-
deildin um eitt ár kann standa uttan umboð fyri
norðoyggjar.
Sjálvandi er einki lið friðað, og fáa klaksvíkingar
ikki fleiri stig enn í minsta lagi tvey onnur lið í
deildini, so er niðurflytingin veruleiki.
Samstundis er veruleikin tó, at KÍ í løtuni verður
revsað, tí teir hava gjørt av at steðga skilaleysu
útreiðsluveitsluni, sum í alt ov nógv ár hevur sett sín
dám á føroyskan fótbólt.
Tað er eingin loyna, at fleiri av hinum feløgunum í
Vodafone-deildini framvegis sigla sera tungan sjógv,
og úr FSF hevur alment verið sagt frá, at trý lið í ár
eru undir beinleiðis fíggjareftirlitið.
Men tað stendur í sterkari andsøgn til hetta, at
flestu feløgini framhaldandi mest sum ótálmað kunnu
knýta dýrar spælarar at hópinum, og tað kundi bent á,
at FSF antin ikki torir at revsa tey feløg, sum ikki
makta sínar fíggjarligu skyldur, ella at FSF ikki hevur
neyðugu amboðini til at halda í teymunum á leiðsl-
um, sum í vónini um ein framtíðar vinning framvegis
hava stór hol í niðara endanum av pengakassanum,
har pengarnir sleppa at floyma úr.
Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, og vit kunnu
gjarna gera enn eina endurtøku. Skal føroyskur
fótbóltur mennast, er fyrst og fremst grundleggjandi
neyðugt, at fótarbeiðið í ymsu feløgunum verður
gjørt til lítar. Og tað verður tað ikki, so leingi sum
feløg á hvørjum ári kunnu keypa seg til gull,
heiðursmerki ella bara yvirliving. Væl at merkja,
uttan at rokningin verður goldin.
Tað er framvegis støðan hjá fleiri av føroysku
fótbóltsfeløgunum, og tað er framvegis støðan, sum
FSF sum savnandi og stýrandi organ í føroyskum
fótbólti noyðist at fyrihalda seg til.
Stýringin má
styrkjast
Fríðin Ziskason,
nevndarformaður
í Sp/f KÍ, sigur at
felagið er endurreist
fíggjarliga, soleiðis
at tey eru til reiðar at
taka tey stig, sum eru
neyðug fyri at rætta
ítróttarligu gongdini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir fjórða tapið fyrstu
seks dystirnar varð fundur í
KÍ-hølunum sunnukvøldið.
Á skránni var ítróttarliga
gongdin,men Fríðin Ziska-
son, nevndarformaður, vil
ikki siga, at talan var um
nakran kreppufund.
- Vit høvdu eitt prát við
spælararnar, har vit søgdu
teimum, at vit framvegis
hava fult álit á, at teir saman
við venjarunum eru røttu
menninir fyri at halda KÍ
uppi millum tey bestu.
Men tit hava bara tvey stig
eftir seks dystir. Sigur stiga
talvan ikki eina aðra søgu?
- Tað ger hon sjálvandi,
men hyggur tú at liðnum
hjá okkum í ár, so eru vit
ikki verri fyri nú, enn vit
vóru í fjør. Teir fremmandu
spælarar, sum vit høvdu ,
hava vit væl og virðiliga
erstattað við okkara egnu
spælarum, so á tí økinum
hevur talan fyrst og fremst
verið um fíggjarliga upp-
rudding.
- Og eg haldi meg kunna
siga, at tann uppruddingin
hevur eydnast. KÍ er í dag
væl fyri fíggjarliga. Og tað
skal eingin ivi vera um, at
vit ikki ætla okkum at sita
hendur í favn, tá flyting-
arvindeygað letur upp tann
26. juni. Vit valdu tilvitað
at rudda upp í spælara-
hópinum, og avtalan var, at
vit vildu nýta fyrstu 14
umførini til at geva øllum
ein erligan møguleika at
royna seg. Men sigla vit
framvegis vandasjógv til ta
tíð, so gera vit sjálvandi
tað, sum er neyðugt, fyri at
rætta kósina, sigur Fríðin
Ziskason.
KÍ er væl fyri
Støðutalvan bendir á,
at tyngdin í fótbóltin
um er við at flyta frá
útjaðaranum og nærri
miðstaðarøkinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tveir teir fyrstu triðingarnir
av fyrsta triðinginum av
hesum
kappingarárinum
eru av. Tað eru nógv stig
eftir at spæla um, og tískil
kann nógv framvegis venda
øðrvísi, tá ið kappingin
verður liðug, enn tað nú
ger. Kortini man lítið fara
at vera at ivast í, at tey
flestu, sum nú kappast í
toppinum, eisini fara at
vera við í tí kappingini, tá
ið oktober fer at nærkast,
og at tey, sum nú kenna
strongd av botnspøkilsinum,
eisini um fimm mánaðir
fara at stríðast fyri at sleppa
undan tveimum teimum
aftastu plássunum.
Søgan sigur, at upp-
flytararnir ofta teljast mill-
um
niðurflytararnar.
07
Vestur er næstaftast og har-
við fyribils kandidatur til
niðurflyting. Hin uppflyt-
arin, AB, hevur í seks teim-
um
fyrstu
umførunum
vunnið sjey stig.
Hóast AB hesa ferð legði
rygg til stórtap á útivølli
ímóti nýggja oddaliðnum,
HB, so hevur áræðið og
framfýsnið verður so mikið
stórt hjá ungu monnunum,
at teir ivaleyst fara at vísa
seg at verða drúgvir.
Um tað eydnast AB at
halda tørn, so kann tað væl
fara at vísa seg, at høvuðs-
staðurin í 2010 fyri fyrstu
ferð verður umboðaður í
bestu fótbóltsdeildini av
fýra feløgum. FC Hoyvík
vann leygardagin á útivølli
ímóti oddaliðnum higartil,
B68, og nú eru hoyvíkingar
oddalið í 1. Deild!
Eftir seks umfør eru KÍ
og 07 Vestur á tveimum
teimum aftastu plássunum.
Soleiðis
sum
næstbesta
deildin er samanskrúvað,
so ber tað illa til at ímynda
sær annað, enn at í hvussu
so er eitt felag úr Suðuroy
ella Sandoy næsta ár verður
við í fremstu røð. Harvið
verður ytsti fótbóltsútjaðarin
umboðaður. Norðanfjørðs
kann støðan gerast tann, at
níggju feløg vera úr høvuðs-
staðnum og úr Eysturoy, og
at hvørki Klaksvík ella
Vágar fara at spæla annað
enn leygardagsfótbólt.
Nú fáa vit at síggja,
hvussu tað verður. Eftir 6.
umfar er neyðugt hjá KÍ at
brúka í hvussu so er tvey
umfør fyri at sleppa av
niðurflytingarplássi. Sunnu-
dagin fer 07 Vestur at vitja í
Klaksvík, og um tað heldur
ikki ta ferðina fer at eydnast
KÍ at vinna, so verður neyð-
ugt við fleiri umførum bara
fyri at sleppa av aftasta
plássinum.
Í hinum endanum fer NSÍ
at vitja B36, HB fer til
Fuglafirðar og EB/Streymur
út á Argir. Tað boðar frá
spenningi, og tað verður
ikki minni spennandi, tá ið
B68 fer at vitja Jógvan
Martin Olsen í Gøtu, og
harvið fer at spæla á útivølli
fyri fimtu ferð í ár.
Fyrru hálvfinalurnar í
steypakappingini
verða
mikukvøldið. Tí verða allir
dystirnir í 7. umfari spældir
sunnudagin. Víkingur fer
mikukvøldið inn um Varma-
keldueið, og EB/Streymur
fer at vitja á Argjum.
Høvuðsstaðurin hóttir bygdirnar
Fríðin Ziskason,
nevndarformaður
í KÍ, sigur seg
framvegis sova
heilt væl um
næturnar
Mynd: Norðlýsið
Tórður kappast við Meinhardt
Í vetur bendi alt á, at Tórður Thomsen, sum annars hevur vart málið
hjá NSÍ, skuldi royna seg uttan fyri føroysku landoddarnar. Tað bar
við sær, at NSÍ gjørdi avtalu við Meinhardt Joensen, men nú fær
hesin kapping frá Tórða Thomsen. Runavíkingurin hevur í hesum
umfarinum slept útlendska dreyminum, og tá spæliloyvið enn liggur
hjá NSÍ, hevur hann gjørt nýggjan sáttmála við felagið.
Kanska lívlangt bann
Jan Ullrich, sum eitt skifti varð roknaður sum størsta talentið
innan súkkluítróttina, og sum eisini hevur vunnið Tour de
France, kann nú fáa lívlangt bann frá súkkluítróttini. Sambært
blaðnum, Focus, er schweisiska antidoping-nevndin í ferð við
at fyrireika rættarmál, har endamálið er at banna týska Ullrich
frá øllum funktiónum innan súkklingina. Hesa ferð tí hann skal
hava átti sín lút í sponsku dopinggøluni, Operacion Puerto.