mánadagur 11. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 88 - 11. mai 2009 ]
Í einum góðum,
spennandi og saman
lagt jøvnum dysti við
Løkin leygardagin
stakk Víkingur av við
øllum í evstu løtu,
og so eru gøtumenn
og leirvíkingar aftur
millum tey fremstu,
samstundis sum NSÍ
fekk fyrsta ósigurin í
landskappingini í ár
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Onkur helt, at tað minti
ikki sørt um endan á
Champions League-dysti-
num á Stanford Bridge
mikukvøldið, tá Víkingur í
yvirtíðini við Løkin leygar-
dagin fekk skavað øll trý
stigini niður í posan við
málinum, sum 19 ára gamli
Martin Olsen skoraði, tá
næstan 92 minuttir vóru
spældir av dystinum.
Talan var annars um eitt
gott mál, ið avgjørdi ein
góðan dyst. Uppleggið var
eitt fríspark, sum Niclas
Niclasen sendi inn í NSÍ-
brotsteigin – og so kunnu
vit lata Martin Olsen sjálv-
an fortelja rest:
– Vit høvdu eitt fríspark,
sum kom innfyri. Óli skall-
aði bóltin beint útaftur til
mín, og eg fekk hvørki skot-
ið fyrstu ferð ella aðru ferð,
so eg mátti trekkja fram við
einum ella tveimum, sum
eg fintaði, og so langaði eg
bóltin í handara krók, har
málmaðurin tíbetur akkurát
ikki fekk fatur í honum,
segði ovurfegni málskjúttin
eftir dystin.
Málið gjørdist avgerðin í
einum dysti, har NSÍ skuldi
havt fingið hol á fleiri
ferðir í fyrra hálvleiki, men
ikki kendi sína vitjunartíð,
eins og Víkingur fleiri ferð-
ir ímóti endanum á dysti-
num hevði kjansir, ið góvu
ein varhuga av, at gestirnir
kundu fara avstað við øllum
til síðst.
NSÍ byrjaði betri
NSÍ legði sera væl út frá
dystarbyrjan
og
spældi
Víking bæði sundur og sam-
an í einar 20 minuttir. Men
neyvleikin var ikki til
staðar í sama mun, sum
hann hevur verið tað í onkr-
um av undanfarnu dystum.
Partvíst komu heppin bein
hjá Víkingi fyri í evstu løtu
og partvíst hevði Geza Turi
í málinum onkra heilt góða
bjarging.
Spakuliga dovnaði trýsti
frá NSÍ, og Víkingur slapp
at spæla meira við, uttan tó
at vera hóttandi upp á
nakran máta. Okkurt inn-
legg, sum fór fram við
fleiri, var tað vandamiklasta,
men einki, ið var nóg mikið
til at geva NSÍ ein hvøkk.
Tað var heldur ikki, fyrr
enn NSÍ aftur fram ímóti
steðginum setti eitt sindur
av trýsti á aftur, at tað
eydnaðist at fáa mál. Gott
samanspæl millum Boga
Løkin og Jann Inga Petersen
endaði við, at tann seinni
legði bóltin innfyri úr
vinstru, og við aftaru stong
smekkaði
Jann
Martin
Mortensen til, men bólturin
stakk útaftur til Károly
Potemkin, ið vísti sínar
toppskjúttaeginleikar,
tá
hann setti bóltin inn til 1-
0.
Sum
fyrri
hálvleikur
hevði
háttað
seg,
var
leiðslumálið fult upp á sítt
pláss, tí NSÍ hevði víst
nógv meira og Víkingur
millum lívið og einki. Eitt
nú hevði verjan hjá NSÍ
gott tak á Andreas Lava
Olsen, ið næstan ikki slapp
upp í part, og hugburðurin
hjá Víkingi tóktist veikur
fyrstu trý korterini.
Lá í luftini
Longu frá fyrsta bríksli í
seinna hálvleiki sást, at
liðini fullkomuliga høvdu
býtt um leiklutir. Eitt sindur
hevði vindurin kanska at
siga, tí NSÍ hevði havt hann
undan í fyrra hálvleiki, og
nú spældi Víkingur undan
lotinum, men hvørki liðið
spældi týpiskt undan- og
mótvindsspæl, so neyvan
var vindurin so avgerandi
kortini.
Eitt gott korter inn í
seinna hálvleik javnaði Vík-
ingur uppiborið, tá fyrst
eitt hornaspark kom út frá
aftur og Súni Olsen á øðr-
um sinni sendi innfyri. Inni
í NSÍ-brotsteiginum kom
Finnur
Justinussen
at
standa leysur, og ósvikaliga
trygt bankaði hann bóltin í
netið til 1-1.
Restini
av
dystinum
hevði
Víkingur
gott
tamarhald á, og hóast NSÍ í
løtum royndi at fáa spælið
at koyra aftur, eydnaðist
tað ikki í nóg stóran mun
og bara í løtum. Og tó
kundi
heimaliðið
enntá
farið við øllum, tá innskifti
Klæmint Olsen hevði ein
stóran
møguleika,
men
skjeyt sentimetrar fram við
tóma málinum hjá Víkingi.
At Víkingur lá betur fyri
at vinna dystin, sóust ábend-
ingar um ímóti endanum, tí
í yvirtíðini hevði Hanus
Jacobsen ein skallara á
stongina, og síðani var tað,
at Martin vísti sítt virði og
gjørdist stóra hetjan hjá
gestunum, ið enn ikki vita,
hvat tað er at tapa fyri
NSÍ.
Longu mikukvøldið skal
Víkingur aftur spæla dyst,
tá fyrra hálvfinalan ímóti
ÍF verður í Fuglafirði, og
sunnudagin skal Víkingur á
heimavølli
spæla
ímóti
B68. NSÍ hevur ongan
steypadyst at hugsa um,
men skal sunnudagin til
Havnar at spæla ímóti
B36.
Krszysztof fekk eitt stig
Aarhus Fremad hevur ikki megnað at vunnið dystir í 2. Deild
vestur seinastu vikurnar, og um vikuskiftið endaði tað við
javnleiki. Blokhus var á vitjan í Århus, og dysturin endaði 1-1.
Bæði málini vórðu skotin í seinna hálvleiki. Liðið hjá
Krszysztof Popczynski liggur nú nummar 10 í deildini og er
langt frá plássunum, sum kunnu hava uppflyting við sær.
Bymar rakti málið
Jacob Bymar skoraði aftur um vikuskiftið mál í 2.
Deild vestur í Danmark. Fyrrverandi KÍ- og B68-
spælararnir spælir nú fyri Varde, og um vikuskiftið
vann Varde 3-1 FC Fyn. Tað var tó liðið á Fjóni,
sum legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki.
Men so tók Varde seg um reiggj og vann 3-1. Jacob
Bymar skoraði seinasta málið í dystinum stutt fyri
leiklok.
Ovurfegin
málskjútti
Fyri einari viku síðani segði
abbin við Rás 2, at Martin
Olsen fór at verða minst
líka góður sum stóribeiggin,
Súni, um ikki betur. Og ley-
gardagin staðfesti Martin
við
avgerandi
málinum
ímóti NSÍ, at heilt einki er
ikki um spádómin hjá hin-
um gamla, sum enntá er
uppkallaður.
– Hetta var øgiliga gott
hjá okkum, tí hetta var
akkurát tað, vit høvdu brúk
fyri eftir ein vánaligan dyst
ímóti EB/Streymi mána-
kvøldið. Tað byrjaði ikki so
væl í dag, men vit komu
sterkt aftur, og tað var øgi-
liga deiligt, segði 19 ára
gamli víkingurin eftir dystin
við Løkin.
– Vit spældu ræðuligt í
fyrra hálvleiki, tá vit einki
fingu at hanga saman, men
í seinna hálvleiki komu vit
sterkt aftur. Nú eru vit longu
aftur uppi ímóti toppinum,
og har ætla vit at verða, so
hví ikki bara byrja beinan-
vegin.
hil
Vónsvikin
liðskipari
Liðformaðurin hjá NSÍ, Óli
Hansen, staðfesti eftir ósig-
urin leygardagin, at NSÍ var
revsað upp á sama máta,
sum liðið higartil hevur
revsað onnur.
– Nú hava vit roynt at
staðið í øvugtu støðuni ein-
ar tvær ferðir í ár, so líka
stuttligt sum tað hevur ver-
ið, líka keðiligt er tað at
vera tapandi parturin, sigur
Óli Hansen, sum allarsíðstu
løtuna sjálvur fór úr verjuni
fram í álopið fyri at fáa
útjavnandi málið.
Hann heldur, at talan var
um ein fínan dyst, har NSÍ
spældi góðan fótbólt til tíð-
ir, men at størsti trupulleik-
in hjá liðnum er, at ov nógv
mál fara inn fyri tíðina.
– At vit tapa fyrsta dystin
í ár, er ikki nakað, vit skulu
taka fyri meira enn tað er, tí
kappingin er so ung enn.
Nú skulu vit koma víðari og
síggja fram til næsta dyst,
sigur Óli Hansen.
hil
NSÍ - Víkingur 1-2 (1-0):
Víkingur vendi og vann
Víkingur
NSåI
Brøðurnir Súni og Martin Olsen
hjá Víkingi vinna luftdyst ímóti
Høgna Madsen hjá NSÍ
Mynd: Álvur Haraldsen