mánadagur 11. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 88 - 11. mai 2009 ]
Skulu
halda
bóltinum
Páll Mohr Joensen, sum
skoraði næsta HB-málið,
helt eftir dystin, at tá
leiðslan gjørdist tvey mál,
var dysturin meira ella
minni av.
- Sæð burtur frá
málinum, so hendir ikki so
nógv fyri steðgin. Men tá
vit økja til 2-0, fer gassið
av ballónini hjá teimum.
Tá megna vit at koyra
bóltin runt í okkara
rekkjum, og so eru vit
ógvuliga truplir at spæla
ímóti, segði Páll Mohr
Joensen.
Og so helt Páll annars, at
stigatalvan sigur tað, sum
skal sigast um HB.
- Tað kann vera, at vit
ikki hava spælt so vakran
fótbólt, sum fleiri vilja
hava. Men stigatalvan sigur
okkum, at vit eru ovasta
liðið, og so er spurningurin
vælsaktans, hvat tað er at
spæla væl. Sjálvur vil eg í
øllum førum heldur hava
stigini, staðfesti Páll Mohr
Joensen.
-mørk
Heldur
bratt
Annar av venjarunum hjá
AB, Allan Mørk øre, helt
eftir dystin sun nu dagin, at
skjóta leiðslu málið hjá HB
gjør di brekkuna hjá AB
dekan ov tunga.
- Vit eru klárir, tá vit fara
inn til dystin, men ein slík
deyðbóltsstøða eig ur ikki
at geva mál, og so verður
mót brekk an dekan ov
brøtt, segði Allan Mørk øre.
- Restina av fyrra hálv-
leiki halda vit teim um frá
teimum nóg vu
møguleikunum, men eftir
steðgin verða vit spældir
sundir og sam an. Og tað er
rætti liga skuffandi. Eyð-
kenn ið hjá okkum í ár hev-
ur verið, at vit hava stríð st
rættiliga væl, og tað var
ikki til at fáa eyga á í dag.
Hóast vónbrotið í
Gunda dali, so er Allan
Mørk øre væl nøgdur um
fyrstu seks um før ini hjá
AB.
- Vit hava fingið fleiri
stig, enn tey flestu roknaðu
við, og vit eru í
hálvfinaluni í steypa kapp-
ingini. Vit hava víst, at vit
eru trup lir at spæla ímóti,
og fyri tað mesta hava
menn stríðst sera væl. Og
tað er tað, sum vit skulu
finna framaftur, áðrenn vit
nú hitta EB/Streym tvær
ferðir, segði Allan
Mørkøre.
-mørk
HB noyddist ongan
tíð at sveiggja seg upp
til tað stóra leikliga
av rikið, men tað rakk
kortini til trivaligan
sigur móti einum
hálv gum uppgevandi
AB-liði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum uppflytari hevur AB í
ár verið eitt frískligt íkast
til Vodafone-deildina.
Argjamenn,
sum
fyri
tveim um árum síðani ongan
tíð veruliga fótaðu sær í
tá v er andi Formula-deildini,
hava í ár veruliga prógvað,
at teir vilja vera hangandi
oman fyri strikuna. Uttan at
hugsa alt ov nógv um mót-
støðuna hevur AB bygt sítt
egna konsept, har stríðsvilji
og góð skipan av verju par t-
inum vóru lyklaorðini.
Lívshættisligt
vinstrabein
Ivaleyst var hetta eisini
æt laða uppskriftin móti ein-
um HB-liði, sum hevur havt
ilt við at skora neyðugu
mál ini í opnum spæli hetta
kapp ingar árið. Men tað er
kanska ikki tann stóri vand-
in, tá tú hevur ein spælara
sum Rasmus Nolsøe á lið-
num.
Gjøgnum fyrra hálvleik
var hann støðugt tann, sum
gekk á odda í hóttanunum
móti AB-málinum. Dysturin
var
bara
fáar
minuttir
gamal, tá AB-uppleggið
varð oyðilagt av hart skjót-
an di láminum. Gaman í
hevði Fróði Benjaminsen
eitt drønandi høgg ta einu
ferð ina, men annars var tað
Ras mus, sum stóð fyri
hótta nunum. Men ta einu
ferð ina
streyk
bólturin
senti metrar framvið máli-
num, og stutt undan steðgi-
num small fríspark í stól pa-
rótina, áðrenn bólturin rull-
aði fram við málinum.
Í aðrar mátar var ikki tað
heilt stóra at skriva heim
um úr Gundadali.
Hóast HB sjáldan fekk
veruliga ferð á sítt spæl, so
gjørdist seinni hálvleikur
fyri tað mesta sera eins rætt-
að ur oman móti AB- mál i-
num. Gestirnir megn aðu als
ikki at halda fast í skipaða
verjupartinum,
og
tá
miðvøllur og kantar hjá HB
fáa somikið gott pláss, um
teir
fingu
sunnu dagin,
koma møguleikarnir mest
sum av sær sjálvum.
Fleiri heilt vandamiklar
støður
spurdust
eisini
burtur úr, áðrenn tað av
ál va ra skrædnaði hjá AB.
Páll Mohr Joensen økti við
fínari uppfylgjan eftir at
mál verjin hevði hálvbjargað
ein um stjóra hjá Fróða
Benja min sen, og Fróði kom
sjálv ur
á
talvuna,
tá
AB-verjan gloymdi alt um
sín ar markeringar í frí-
sparks støðu.
Seinasta
seym in
smíðaði
Bjarni
Jørgen sen
við
frálíkum
skoti eftir hornaspark.
Stigini telja
Sigurin – saman við hinum
úrslitunum hetta umfarið –
ber við sær, at HB nú er
einsamalt oddalið í Voda-
fone-deildini. Kanska ikki
við so øgiliga reypandi
spæli, men á pappírinum
hava teir longu verið uppi
ímóti EB/Streymi, NSÍ,
Vík ingi og B36, so áðrenn
fyrs ti triðingurin er av, eigur
HB nú bara tær á pappírinum
løttu uppgávurnar eftir.
Rósurnar um spælið hava
kanska ikki verði so øgiliga
nógv ar, og tað tók fast, at
liðið
reyk
úr
steypa-
kappingini. Men úrslitini í
landskappingini ber illa til
at seta ein fingur á. Og tað
eru hesi, sum telja.
Hinvegin vekir tað ans, at
tað framvegis er trupult hjá
liðnum at skora í opnum
spæli. Teir tríggjar seinastu
dystirnar hevur HB skotið
níggju mál, sum øll eru
kom in
eftir
deyðbóltar!
Men tað er nú eisini ein
dygd í sjálvum sær.
Stigini telja eisini hjá AB,
sum higar til hevur aftur-
partin oman fyri vandamiklu
strikuna, og tað í sjálvum
sær er aðalmálið hjá liðnum.
Við tiltiknu orðunum hjá
Søren Lerby, so ert tú tó
ong an tíð betri enn seinasti
dysturin prógvaði, og hesin
bar altso ikki boð um eitt
lið, sum vil liva oman fyri
striku na. Og tað er so púras-
ta vist, at skal AB framvegis
halda seg omanfyri strikuna,
so skal avrikið móti EB/
Strey mi og Víkingi vera
nak að væl betur, enn tað
var móti HB sunnudagin.
HB-AB 4-0 (1-0):
Ókeypis feria
Rógvi Poulsen fekk góðar
sømdir á veinginum, og ferð
eftir ferð vóru fyrrverandi
liðfelagarnir av Argjum um
ein háls av kvika kantinum,
sum nú spælir við HB
Mynd: Álvur Haraldsen
AB
HB
Big Sam saknar viðurkenning
Líkt er til,a t Blackburn hevur bjargað sær lívið í bestu ensku
fótbóltsdeildini, eftir at felagið um vikuskiftið vann 2-0 á
Portsmouth. Venjarin Sam Allerdyce, sum tók við starvinum í
desember, er nøgdur við, at liðið hevur togað leyst av botninum. -
Spælararnir hjá mær hava ikki fingið nakra viðurkenning, men teir
hava verið fantastiskir, og nú rokni eg við, at vit hava klárað tað,
sigur Big Sam.
Platini virðir úrslitini
Eftir umstrídda dystin millum Barcelona og Chelsea hava
røddir verið frammi um, at UEFA vildi ikki hava ein reina
enska finalu í Champions League aftur, og tí hjálpti
dómarin Barcelona. Forsetin í UEFA heldur lítið um
hesar skuldsetingar. - Tað hevði glett meg, um vit høvdu
havt eina enska finalu, tí eg virði altíð úrslitini av einum
fótbóltsdysti. Javnvágin fótbólti flytir seg. Fyri seks árum
síaðni vóru tvey italsk feløg í finaluni, sigur Michel
Platini.