mánadagur 11. mai 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 88 - 11. mai 2009 ]
Ballack heldur fram
Enska blaðið The Times skrivar um vikuskiftið, at týski
landsliðsspælarin Michael Ballack heldur fram í
Chelsea. Sáttmálin millum Chelsea og Ballack gongur
út í summar, men sambært Times hava partarnir longt
samstarvið við einum ári. Ballack, sum er 32 ára gamal,
vinnur umleið eina millión krónur um vikuna í
Chelsea.
Rangers á odda
Rangers liggur nú til at vinna skotska meistaraheitið í fótbólti. Um
vikuskiftið spældu Rangers og Celtic týðandi toppdyst, og Rangers
vann dystin 1-0. Dysturin var intensur við nógvum nærdystum og
seks gulum kortum, men tað kom bert eitt mál í dystinum. Tað
skoraði Rangers í fyrra hálvleiki. Málskjútti var Steven Davis.
Rangers liggur nú 1 stig frammanfyri Celtic, men tríggir dystir eru
eftir at spæla.
KI
B68
Heimaliðið hevði
bæði størri breidd og
tyngd, tá ið KÍ varð
sent av Svangaskarði
við trivaligum 2-0
tapi
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fyri toftamenn er skráin
ikki serliga vinalig. Nú seks
umfør eru farin, hevur B68
bara spælt tvær ferðir á
heimavølli, og næstu ferð
skulu teir aftur spæla á úti-
vølli.
Undanfarnu árini hevur
tað serliga verið á útivølli,
at B68 hevur roynst væl,
meðan úrtøkan burturúr
heimadystunum hevur verið
lakari. Soleiðis hevur ikki
verið higartil í ár. Men eftir
trý útitap eydnaðist tað fyri
viku síðani at fara úr Runa-
vík við 2-2. Á heimavølli
hevur úrtøkan verið so góð,
sum tað ber til: Trý stig
ímóti AB og hesa ferð trý
stig ímóti KÍ.
Í fleiri av undanfarnu
umførunum hevur óroynda
liðið úr Klaksvík kent seg
ikki at hava marginalirnar
við sær. Tá ið trúføstu
áskoðararnir – teir eru
framvegis lutfalsliga nógvir
– seint seinnapartin í gjár
fóru av Svangaskarði, var
tað ikki við fatanini av, at
marginalirnir høvdu verið í
parti við mótstøðuliðnum.
Serliga í 1. hálvleiki var
munurin heilt stórur. Tað
stemmaði illa hjá teimum
bláu og hvítu. Tað er ikki
undur í, at tapini bera við
sær, at sjálvsálitið minkar.
Og tað ber aftur við sær, at
eftiransingarnar ikki eru so
avgjørdar, at færri bjóða
seg til, og at bólthaldarin
harvið oftari verður kroystur
at taka løttu loysnina, sum
er at sparka í staðin fyri at
spæla, og so er tað so skjótt,
at mótstøðuliðið aftur er
omaná.
KÍ venjararnir hava valt
at givið nógvum blaðungum
og
óroyndum
monnum
møguleikan. Onkrir av teim-
um eldru fáa ikki spælt, tí
teir eru skaddir, men millum
teirra, sum alla tíðina hitaðu
beinkin í góðveðrinum á
Svangaskarði, vóru spæl-
arar við royndum, og sum
heilt víst kundu lyft hug-
burðin. Eitt nú Oddmar á
Lakjuni.
Høvdu fleiri
møguleikar
Onkra ferðina tók Vlada
Filipovic bóltin, men KÍ
hevði ongan orduligan mál-
møguleika.
Felagi hansara í KÍ mál-
inum hevði meiri at gera.
Fleiri ferðir vísti Jákup
Mikkelsen, at hann fram-
vegis er ein fínur aftasti
skansi, og fyri gestirnar var
tað væl sloppið, at heimalið-
ið bara var frammanfyri við
einum máli, tá ið teir fóru at
hvíla seg.
Leiðslumálið
skoraði
Keita fimm minuttir fyri
hálvleik. Hann tveitti seg
fram og stýrdi við høvdinum
bóltin í málið, eftir at ung-
lingaspælarin Jóan Símun
Edmundsson hevði sneitt
framvið fleiri mótstøðu-
monnum, áðrenn hann legði
innfyri.
Í 2. hálvleiki royndi KÍ at
leggja meiri fyri í álops-
partinum. Men tyngdin og
broddurin vóru lítil, og í
hinum endanum vóru fleiri
vandastøður í góðum mótá-
lopum. Tá ið ein tími var
farin, skoraði B68 til 2-0, og
so var spenningurin burtur.
Ein av nýggju monnunum,
Niklas Joensen, sum var
vongverji í høgru, stýrdi við
høvdinum bóltin í málið,
eftir at hin vongverjin,
liðformaðurin Øssur Hans-
en, hegnisliga hevði lagt
fríspark innfyri úr høgru.
Løtu seinni varð mál-
skjúttin vístur av vølli, tí
dómarin metti, at hann hevði
taklað ov harðliga. Harvið
vóru klaksvíkingar fyri aðru
ferð í eina viku síðstu minutt-
irnar yvirmannaðir á útivølli,
men heldur ikki hesa ferð
eydnaðist tað teimum at
spæla seg til møguleikar og
at skjóta mál!
Bill sær ljóst upp á tað
Nú ræður
um at skora fyrst
B68-KÍ 2-0 (1-0):
Tað var einki
at rafla um
Klaksvíkingar fóru enn einaferð vónbrotnir av vøllinum.
Tapið á Svangaskarði ber við sær, at KÍ nú er mest sum
púrasta avbyrgt í botninum á stigatalvuni
savnsmynd
Hann er uppvaksin í KÍ,
men tá ið hann er á lønar-
listanum hjá B68, so sigur
tað seg sjálvt, at B68 venj-
arin, Bill Jacobsen, var
væl nøgdur, nú hansara
fyri aðru ferð í ár fóru av
heimavøllinum við fullari
úrtøku:
- Hesa ferð vóru vit
greitt omaná. Míni hagtøl
siga, at vit høvdu ellivu
skot á málið hjá Jákupi,
sum stóð stinnur, og teir
høvdu tvey skot á okkara
mál. At vit skoraðu so
stutt undan steðginum bar
við sær, at teir í 2. hálvleiki
vóru noyddir at flyta seg
longri fram, og tað passaði
okkara heilt væl. Eftir at
vit høvdu økt um leiðsluna,
var
spurningurin
bara,
hvussu stórur sigurin fór
at verða.
Og nú skulu tit spæla í
Gøtu?
- Tað verður heilt onnur
uppgerð. Víkingur er trý
stig frammanfyri okkum,
so tað fer at hava nógv at
siga fyri okkum at vinna.
Okkum dámar væl at
spæla í Sarpigerði, og vit
hava sjálvsálit, nú vit fyri-
reika okkum til ta upp-
gávuna, sigur væl nøgdi
Bill Jacobsen.
-jh
Tað er einki at siga til, at
klaksvíkingarnir vóru eitt
sindur fáligir, tá ið teir
fyri fjórðu ferð á rað fóru
av vøllinum við ongum.
Men formaðurin, Tumm-
as Lervig, vildi ikki bara
síggja svart upp á tingini:
- Hesa ferð kiksaði tað
orduliga. Undanfarnu ferð-
irnar hava vit kent tað
soleiðis, at marginalirnir
hava
verið
ímóti.
Á
Svangaskarði var B68 væl
betri.
Nú verður talan um
botnuppgerð, tá ið 07 Vest-
ur fer at vitja í Klaksvík?
- Tað fara venjararnir,
sum vit hava álit á, saman
við spælarunum at fyri-
reika seg til. Um tað eydn-
ast okkum at skjóta fyrsta
málið, so rokni eg við, at
tað fer at ganga. Og um
tað eydnast at vinna eina
ferð, so vænta vit, at tað
fer at gleppa. Spælararnir
eru ungir, og tað hevði
komið væl við, um margi-
nalirnir høvdu verið við.
Umhugsa tit at styrkja
um liðið?
- Vit hava valt henda
leistin, og vit hava ikki aðr-
ar ætlanir. Onkrir spælarar
hava verið skaddir, sum
vit vóna skjótt verða førir
fyri at spæla aftur. Vit
hava framvegis álit á, at
tað ber til at venda gongd-
ini, sum sjálvsagt ikki hev-
ur verið góð, staðfestir KÍ
formaðurin, Tummas Ler-
vig.
-jh