Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 88 - 11. mai 2009 ] Henry stríðist fyri finaluni Franski álopsspælarin Thierry Henry stríðist nú við at koma fyri seg aftur, so at hann kann spæla finaluna í Champions League tann 27. Mai. Henry varð skaddur herfyri, og av fyrstan tíð var hildið, at talan var um ein minni skaða. Men nú er ivasamt, um Henry verður tøkur til finaludystin hjá Barcelona ímóti Manchester United. Tevez vil víðari Argentinski álopsspælarin Carlos Tevez segði í gjár við blaðið News Of The World, at hann kennir seg ikki sum part av familjuni í Manchester United, og tí vil hann skifta felag í summar. Tevez hevur spælt í United seinastu tvey árini, men talan hevur verið um leigusáttmála, sum gongur út í summar. Sunnudagin skoraði Tevez annað av málunum, tá United vann á City. Samrøða Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hann hevur fyri tað mesta runnið í mótbrekku, síðan hann kom til Føroya. Hann hevur gjørt sína skyldu sum málskjútti, men viðurskifti uttan fyri vøllin hava ikki loyvt honum at fingið enda­ liga gjøgnumbrotið í Før­ oyum fótbólti. Ella ikki fyrr enn nú. EB/Streymur vildi ikki hava hann, og hann fekk durafjórðingin í B36. Men í løtuni er hann vanda­ mesti framherjin í Føroyum, og er toppskjútti í Voda­ fonedeildini. Leiðin upp á tindin hevur verið illgongd hjá Károly Potemkin. Ungarski fram­ herjin hevur ikki verið heilt ósekur í tilburðunum, sum hava lagt fót fyri honum, síðani hann kom til Føroya á sumri í 2007. Men áhaldni og ágrýtni hava gjørt mun, og nú sólar hann sær í stóru viðgongdini við Løkin í Runavík. Hug at geva skarvin yvir Á vetri í 2007 samdust Kár­ oly Potemkin og EB/Streym­ ur í sátt og semju um ikki at halda fram við samstarvin­ um. Framherjin, sum hevði umboðað felagið seinastu fýra mánaðirnar, hevði bert skotið tvey mál fyri nýkosnu steypavinnararnar. Og tað var ikki nøktandi. Men skjótt vóru boð eftir honum úr høvuðsstaðnum. B36 leitaði eftir avloysara fyri Amed Davy Sylla, sum valdi at royna eydnuna á Malta. Potemkin og lands­ maðurin, Támas Nagy, tóku av, og tað iðrar framherjin seg um í dag. ­ Mær dámdi væl í EB/ Streymi. Tað tók langa tíð, áðrenn eg vandi meg við umstøðurnar og føroyska spælið, og tí slóð eg ongan­ tíð til í felagnum. Hinvegin gekk tað væl í B36. Eg skeyt níggju mál, men tað vóru trupulleikar millum meg og leiðsluna. Eg fekk ikki lønina útgoldnað, og tað var eg sera argur um. Tú hevði neyvan funnið teg í, at tú stríddist sum fjølmiðla­ maður hvønn mánað, og ikki fekk tína løn. Mær vant­ aði álit hjá leiðsluna, og áðr­ enn eg visti av, varð eg upp­ sagdur. Men tað er als ikki so, at eg ynski B36 tað ring­ asta í dag, sigur Károly Potemkin, sum harmast um, at hann ikki kunnaði seg betur um felagið, áðrenn hann skrivaði undir. Potem­ kin greiddi farna summar Sosialinum frá trupulleikan­ um, men B36 hevði ongar viðmerkingar til útsagnir­ nar. Lívið í Føroyum hevur ikki altíð verið ein dansur á rósum hjá ungaranum. Og tá tú sum útlendingur ikki reiðiliga stendur teg í eini av minstu og vánaligastu fótbóltskappingunum í Evropa, er nærliggjandi at hugsa, at tú vil geva skarvin yvir. Men Potemkin var treiskur og vildi prógva sítt virði. ­ Eg havi altíð vilja prógv­ að fyri føroyingum, at eg dugi at spæla fótbólt. Tað hevur hjálpt mær, tá eg havi havt mótburð. Eg kom aftur til Føroya í januar og havi vant við fullari ferð síðan við einum endamáli: At prógva meg sjálvan. Nú havi eg av álvara funnið meg til rættis, og havi eisini fingið damu her, sigur Károly Potemkin. Tók avgerðina skjótt Károly Potemkin er á einum vegamóti, nú telefonin brád­ liga ringir. Hann hevur ikki avrikað nóg mikið í Duna­ újváros FC seinasta árið, har hann bara hevur skotið fimm mál. Ikki nøktandi fyri ein framherja, sum ikki er heilt ókendur í heimland­ inum Ungarn. Nú stendur honum í boði at fara uttanlands at spæla fótbólt. Eitt lítið felag úr ein­ari lítlari bygd í einum lítlum landi leitar eftir ein­ um framherja. Felagið rópar Potemkin vil pró Fimm spurningar: Hvør er besti framherjin í Vodafonedeildini? - Arnbjørn Hansen, Andrew av Fløtum og eg sjálvur. Vit hava somu evnir, og fólk vænta, at vit skjóta mál í hvørjum dysti. Hvør er tín fyrimynd? - Tá eg var yngri var tað Diego Maradona. Men nú er tað Didier Drogba úr Chelsea. Hann er kropssterkur sum fáur, og honum nýtist sjáldan hjálp. Hann kann standa seg millum fýra ella fimm verjuleikarar einsamallur. Er nøkur løta á vøllinum, tú helst vil gloyma? - Sjálvsagt. Sum yngri hevði eg ilt við at halda høvdið kalt á vøllinum. Eg havi fingið fleiri tápulig reyð kort, har eg havi skumpað og sligið mótstøðuleikara. Men tað er ikki ein trupulleiki longur. Hvør er tín størsti ótti? - Sum flestu fótbóltsleikarar óttist eg skaðar. Hvat minnist tú best í føroyskum fótbólti? - Eg havi havt fleiri frálíkar løtur. Eitt nú steypafinalan í 2007, tá eg var millum málskjúttarnar. - Eg vil prógva fyri føroyingum, at eg dugi at spæla fótbólt. Tað hevur hjálpt mær í mótgongdini, sigur Károly Potemkin, sum varð vístur aftur bæði í EB/Streymi og B36. Í dag er ungarski framherjin toppskjútti í Vodafonedeildini