Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 88 - 11. mai 2009 ] Celtic bjóðar Owen kjans Michael Owen hevur í ár drigist við skaðar og hevur ongantíð av álvara rakt gamla formin og málið, sum hann ynskti. Nú bjóðar Celtic seg fram sum nýtt felag hjá Owen. Celtic skal verða sinnað at gjalda Owen nógvar pengar fyri hvønn dyst hann spælir, og fyri hvørt mál hann skjýtur. Men næstu vikuna hevur Owen úr at gera við at hugsa um at bjarga Newcastle lívinum í Premier League. Robinho vil verða meistari Manchester City hevur stórar ætlanir fyri framtíðina, men úrslitini hava higartil ikki verið so góð, sum tey í felagn­ um høvdu ynskt sær. Brasilski stórspælarin Robinho hev­ ur tó ikki mist mótið.­ Í ár hava vit ikki kunnað vunnið meistaraheitið, tí vit byggja eitt nýtt lið upp, men næsta ár fara vit eftir gullinum í Premier League, sigur Robinho. Spurningurin er so, hvørjar handlar City fer at gera í summar fyri at røkka tí málinum. ógva sítt virði Karoly Potemkin, sum her sæst í dysti móti HB, hevur verið flúgvandi í ár. Fyrstu seks umførini hevur hann skotið átta mál Mynd: Álvur Haraldsen Navn: Károly Potemkin Aldur: 31 ár Føddur: 19. juni, 1977 Tjóðskapur: Ungarn Hædd: 1,88 m Vekt: 84 kg Pláss: Framherji Yrkisleiðin: 1994-2000: BVSC Budapest, 17 mál 1999: Ferencvárosi TC, leigusáttmáli, einki mál 2000-2002: FC Tatabánva, 2 mál 2002: FC Fót 2002: Rákospalotai EAC, 15 mál 2003: Szombathelyi Haladás, 1 mál 2003-2004: BFC Siófok, einki mál 2004-2005: Békescsaba SE, 1 mál 2005: Kecskeméti TE, 4 mál 2006: Vecsési FC, 4 mál 2006-2007: Dunaújváros FC, 5 mál 2007: EB/Streymur, 3 mál 2008: B36, 9 mál 2008-2009: NSÍ, 13 mál FAKTA Okkara meting Károly Potemkin hevur seinastu tvey árini prógvað, at hann er ein hin vandamesti fram­ herjn í føroyum fótbólti. Ungarin hevur havt fleiri upp – og niðurtúrar á sínari leið upp á tindin, men tað tykist ikki ávirka hann longur. Hann er ikki serliga skjótur á fyrstu metrun­ um, men stórur og vælvaksin, sum ger, at hann stendur seg millum tungu føroysku verju­ leikararnar. Hann skal ikki hava ov nógv pláss, og tað vísir seg, at flestu málini, hann hevur skotið, eru úr brots­ teigarøkinum. Og tað ger hann við bæði fótinum og høvdinum. Størsti trupulleikin hjá Potemkin eru misnýttu málmøguleikarnir. Framherjin er vitandi um trupulleikan og stað­ festir, at hann skuldi havt skotið 10 ella 11 mál higartil í hesum kappingarárinum. Hann er ikki so arbeiðssamur, men er altíð við í framrættaða spælinum. Sjálvsálit og spæligleði hevur ovurhondsstóran týdning fyri Károly Potemkin, tí hann hevur áður víst í Føroyum, at hann hevur tað torført í mótgongd. seg EB/Streymur, og fyri­ reikar seg millum annað til fyrstu steypafinaluna í søguni. ­ Eg fekk bara tveir dagar at umráða meg í, og valdi at taka av. Tað var ein nýggj avbjóðing, og eg setti mær fyri í øllum førum at royna tað. Eg visti, at eg skuldi prógva mítt virði av nýggj­ um, og tað sá eg ikki sum afturstig, sigur Károly Potemkin, sum skeyt tvey mál fyri samanlagda felagið úr Sundalagnum í 2007. Vil verða fótbóltsvenjari Í summar fer Károly Potem­ kin at hátíðarhalda sín føð­ ingardag í Runavík. Tá verða árini 32 í tali, og ung­ arski framherjin er ikki heilt ungur sum fótbóltsleik­ ari longur. Men tað hevur hann hugsað um. Potemkin ætlar sær í næst­ um undir venjaraútbúgving. ­ Eg vil fegin royna meg sum høvuðsvenjara. Tað er ein dreymur. Ætlanin er fáa neyðugu venjarapappírini í Ungarn. Eg havi hugsað um at búsett meg í Føroyum í nøkur ár, og tí er møguleiki fyri, at mítt fyrsta venjara­ starv verður her, greiðir Károly Potemkin frá, sum sjáldan hevur sovið betur enn hann ger í Runavík í løtuni. Ætlar at verða verandi 31 ára gamli Károly Potem­ kin er á sínum hæddarpunkti á yrkisleiðini í føroyskum fótbólti. Hann er millum vandamestu framherjarnar í Vodafonedeildini, har hann er toppskjútti og stuðulsleik­ ari hjá verandi oddaliðn­ um. Men hvørjar ambitiónir hevur Károly Potemkin? ­ Eg havi sett mær bæði stór og smá mál, sum eg vil røkka. Eg eri ikki heilt óroyndur, tí eg havi spælt fleiri enn 1000 fótbóltsdystir í mínum lívi. Tað er nú umráðandi fyri meg, at eg avriki hvørja ferð. Sjálvandi droymi eg um eitt føroya­ meistaraheiti og heitið sum toppskjútti, men eg geri einki einsamallur. Eg eri ein liðspælari í eini liðítrótt, sigur Károly Potemkin, sum sær tað sum ein møgu­ leika at enda sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Før­ oyum.