Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 88 - 11. mai 2009 tíðindi Flogbólts- bólkarnir klárir Tað er nú greitt, hvussu bólkaspølini í flogbóltinum á Oyggjaleikum skulu skipast hjá bæði kvinnum og monnum Flogbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fríggjadagin varð lutur kastaður um, hvussu spælast skal í bólkaspælinum í flogbólti á Oyggjaleikunum í Álandi í summar. Bæði hjá monnum og kvinnum gjørdust Føroyar nummar tvey á Rhodos, og við støði í hesum eru bæði liðini styrkismett sum nummar tvey aftan fyri Saaremaa, sum vann bæði gullmerkini. Menninir eru bólkaðir saman við Álandi, Caymanoyggjunum, Gotlandi og Guernsey. Í hinum bólkinum eru Saarema, sum Føroyar taptu ímóti í finaluni á leikunum seinast, umframt Grønland, Bermuda, Jersey og Gibraltar. Kvinnurnar skulu spæla ímóti Menorca, Grønlandi, Gotlandi, Jersey og Caymanoyggjunum. Eisini hjá kvinnunum er Saarema í hinum bólkinum. Tær taptu eisini finaluna ímóti Saarema seinast. Hini liðini í hinum bólkinum eru Barmuda, Rhodos, Áland, Guernsey og Hitra. 07 Vestur og ÍF fingu eitt stig hvør, tá liðini hittust í Sørvági í gjár. Eitt stig, sum hvørgin av liðunum av álvara kann brúka til nakað Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Eitt stig telur ofta lítið í fót­ bólti. Og tað gjørdi tað hjá bæði 07 Vestur og ÍF í gjár. Á heimavøllinum í Sør­ vági skal samanlagda felag­ ið úr Vágum helst hava fult hvørjaferð móti liðunum í miðbólkinum. Og á útivølli móti uppflytarum skulu fuglfirðingar hava trý stig, um teir ikki aftur í ár vilja liggja væl aftanfyri hini odda lið ini. Lítil ferð Dysturin var lítið at gleðast um. Liðini – hóast tey ikki ætlaðu tað – vóru sera varin og løgdu lítið fyri í fram­ rættaða spælinum. Undan hvíldini var eingin veruligur mál møguleiki, og tað hevur sína orsøk. Jens Erik Rasmussen var í gjár einsamallur framherji hjá 07 Vestur. Við sínum frá líka bóltførleika og eyga fyri spælinum átti hann helst at spælt longri afturi á vølli num. Hann hevði tað trupult millum stóru Viggo Johannesen og Poul Enni­ garð, sum mannaðu mið­ verj una hjá ÍF. Hann hevði fáar málgevandi avlever­ ing ar, og lá ofta rættiliga einsa mallur. 41 ára gamli Rasmussen átti tó avgerandi avleveringa, tá heimaliðið legði seg á odda stutt eftir steðgin. Hann spældi Hendrik Rubek sen leysan, og havnar maðurin var tryggur framm an fyri Andras Gango í málinum. ÍF hevði lítið at bjóða. Dánjal á Lakjuni og Andy Ol sen, sum spældu í hvør sín ari síðu, høvdu fá gjøgn­ um brot, og ov sjáldan var Høgni Zachariasen, sum var framherji, við í spæli­ num. Gjøgnumbrotini mangl­ aðu hinvegin ikki hjá Tór­ Ing ari Akselsen. Jan Ellings gaard royndi at ver ja fyri honum, men ofta slapp vágamaðurin til baklinjuna. Tór­Ingar Akselsen var aft­ ur hesaferð millum teir heilt frægu á liðnum hjá 07 Vesturi. Tvey reyð kort ÍF javnaði eina løtu eftir, at heima liðið hevði fingið leiðslu málið. Nenad Saric ivað ist ikki, tá hann gjørdist leys ur innan fyri verjuna. Móti endanum vóru bæði Balasz Sinkó og Jóan Petur á Stongum vístir av vølli­ num, men tað ávirkaði ikki leikgongdina stórvegis. Tað var uppiborið, at bæði liðini fingu eitt stig. Hjálpir lítið Málsetningurin hjá 07 Vesturi fyri kappingarári er at bjarga sætinum í Voda­ fone deildini. Í løtuni eru tað trý stig til bjargingina. Tað vísur seg, at B68, AB og ÍF kunnu fáa fult móti ovaru liðunum, og tí eru tí lik ir dystir, sum tann í Sør vági í gjár, av stórum týdn ingi hjá vágamonnum. ÍF hevur nú ikki tapt í seinas tu fýra royndunum. Jón Simonsen og fugl firð­ ing ar eru komnir úr keðiligu byrjan uni, sum setti bein fyri stóru ætlanunum í Fugla firði. Og eitt stig í Sør vági er als ikki vánaligt. Men dystir móti upp flytar­ um skulu geva fult hjá odda liðum – serliga tá liðið longu hevur mist óneyðug stig. Sagt í 3. hálvleiki Ein partur av sendingini, 3. hálvleikur, sum Rás2 borð­ reðir afturvið Vodafone­ deild ini, eru SMS­við merk­ ingar frá lurtarunum. Niðan fyri prenta vit nakrar av teimum mongu við merk­ ing unum, sum vórðu sendar inn á 559999 sunnudagin. Tað ovast nevnda varð hesa ferð kosin at vera tey bestu, og fær høvundurin eitt gávukort upp á 500 krónur frá Bygma sendandi fyrsta dagin »Tveir klaksvíkingar vóru í morgun farnir til Skard, á veg heimaftur sigur tann eini; tú galø, so tapti Kí aftur. Hvussu veit tú tad, tá vit hava einki rdio hava vid okkum. Noy galø, men eg havi ur, og nú er klokkan farin av 5.« »Gud nádi hini vodafonlidini tä jögvan martin finnur útav at vikingarnir eru bestir tä teir leypa á« »Pál toppar i Rom eg dámid best at botna i vodka« »Tað sær ikki so gælið út hjá KI teir kunna koma upp á 66 stig og man tað ikki fara at rókka til 1 plássi« »Ja, nú er langt síðani at Norðlýsið hevur skriva um fótbólt.« »Síðani Víkingur var stovna hava spælt 4 dystir ímóti NSÍ og úrtøkan er 4 sigrar ikki so galið ha!« »E haldi at kí skal vinna gávukortid Teir hava brúk fyri ambodum frá bygma at byggja lidi uppaftur« »Kanska úrslitið verður 0-7 í klaksvík næsta vikuskifti« »Til næsta dyst vera vit noyddir at smyrja meskarnir hjá mótstødulidnum vid hunang, so at hvepsirnar vera meir agressiva« »Mytan um at havnarmenn ik tola vatn bleiv so sannuliga avnogta i dag.« »Mundi tad vera tann gódi festivalbúffurin,sum hevdi sett í fótin á Keida.« »Um tit skilja, so hevði eg vilja, at øllum gongst væl innan bóltspæl. Góðan dyst.« 07 Vestur-ÍF 1-1 (0-0): Hvørgin kann brúka stigið Djumic heldur fram Heimasíðan hjá Neistanum skrivar, at felagið og serbiski Jugoslav Djumic eru samd um at leingja avtaluna. Soleiðis verður Djumic aftur í hópinum hjá steypavinnarunum í komandi kappingarári. Jugoslav Djumic hevur spælt við Neistanum seinastu tvey árini. Hann er strikuspælari og hevur roynst væl í verjupartinum. Neistin fer út í Evropa Neistin skal aftur í summar royna seg í altjóða høpi. Tað vátta Niels Mortensen og Hjalmar H. Petersen, sum vara av besta mansliðnum hjá felagnum, fyri heimasíðuni hjá Neistanum. Neistin vann í februar steypakappingina, og tað gevur teimum atgongd til evropeisku kappingina fyri steypavinnarar. Og felagið hevur tikið av møguleikanum. Høvuðsstaðarfelagið royndi seg eisini í Evropa í fjør. Mótstøðuliðið var Lovcen úr Montenegro, og hóast tað eydnaðist føroyingunum at vinna á heimavølli, tapti liðið samanlagt. ÍF 07 Vestur Hendrik Rubeksen, sum her er í nærdysti við Frank Poulsen, legði 07 Vestur á odda tíðliga í seinna hálvleiki Mynd: Álvur Haraldsen