mánadagur 11. mai 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 11. mai 2009
23
tíðindi
Góvu lítið
burtur
Sigfríður Clementsen,
venjari hjá EB/Streymi,
var rímiliga væl nøgdur
eftir dystin.
- Hetta bleiv ein rætti-
liga taktiskur dystur, og
vit loyvdu teimum ikki
nógv, men vit komu fram
til onkrar møguleikar,
sum kundi avgjørt, greid-
di Sigfríður Clementsen
frá, í triðja hálvleiki eftir
dyst in.
Hann er somuleiðis
feg in um, hvussu væl
hansara leikarar stóðu á
vølli num, hóast hugflogið
ikki var nakað serligt.
- Tað eru tvey lið, sum
spæla ein dyst og tað
verð ur altíð tað, sum
skap ar dystin, men
saman um tikið eru vit
rími liga væl nøgdir við
úrs litið, segði venjarin hjá
EB/Streymi.
Egil á Bø fekk seinna
gula kortið í endanum av
dysti num fyri at fella
Brima Koroma, men Sig-
fríð ur Clementsen sær tað
ikki sum nakran stóran
miss.
- Vit hava Marna á
miðj uni í løtuni, og kun-
nu flyta hann aftur í
verju na, staðfesti Sig fríð-
ur Clementsen.
- eij
Vildu hava
meira
Mikkjal Thomassen,
venjari hjá B36 var ikki
heilt nøgdur við úr tøku-
na, tá Ransin Djurhuus
hevði floytað fyri seinastu
ferð.
- Vit høvdu møgu leik-
ar nar at avgera dystin,
men vit kláraðu ikki at
fáa bóltin inn, staðfesti
B36-venjarin.
Tó er hann, saman við
leikar unum, rættiliga væl
nøgd ur við gongdina
higar til.
- Vit hava fingið nøkur
stig, men vit kundu fing-
ið meira, men tað ber ikki
bara til at vera negativur,
tí vit eru á einum býttum
øðr um plássið í løtuni,
stað festi hann.
Um møguleikan, tá
Brima Koroma gjørdist
leys ur, vildi Mikkjal
Thomas sen ikki siga ov
nógv, hóast onkur vildi
vera við, at bólturin kom
í armin hjá Gunnari á
Steig.
- Eg haldi við teimum,
men eg vil annars ikki
út tala meg um avrikið hjá
dómara num, greiddi hann
frá í triðja hálvleiki á
Rás2.
- eij
Í einum taktiskum
dys ti við Margáir,
sum- var merktur av,
at hvørki B36 ella EB/
Streym ur vildi tapa,
kom onki av teimum
ofta tilvildarligu
mál unum í tílíkum
dyst u m, og tí býttu
Mikkjal Thomassen
og Sigfríður Clement-
sen stigini sum brøð-
ur
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað var nógv kempað og
nógvur taktikkur var við
Marg áir í gjár, men hug-
flog ið var lítið, og tá hvørki
Brima Koroma ella Brian
Ol sen megnaði at fáa til-
vild ar liga málið, ið ofta
kemur í tílíkum dystum,
gjørd ist talan um eina lítið
undir haldandi nullloysn í
Streym nesi.
EB/Streymur royndi frá
byrjan onkursvegna at seta
seg á dystin, men tað sást
beinan vegin, at Sigfríður
Clement sen ikki ætlaði at
stan da berur í aftaru ket-
unum, tí hann hevði fram-
veg is Sorin Anghel í mið-
verj uni saman við Egili á
Bø, meðan Marni Djurhuus
hevði ein líggja-leiklut á
miðj uni.
EB/Streymur
hevði tó tað mesta av spæli-
num, men hugflogið var lít-
ið.
Hetta passaði helst B36
væl, tí tað vísti seg, at B36
satsaði upp á at standa væl,
nú teir skuldu spæla ímóti
einum av frægaru liðunum
á útivølli, fyri síðani at fáa
nøkur
kontraálop,
sum
Brima Koroma skuldi nýta
at renna frá Sorini Anghel
og Egili á Bø. Hetta eydn-
aðist í ávísan mun, tí Egil á
Bø fekkseinna gula kortið,
fyri at bremsa einum tí lík-
um mótálopið.
Ein tílíkur kontra møgu-
leiki mundi eisini koppað
dysti num til fyrimuns fyri
B36, tá seinni hálvleikur
var komin nakað áleiðis.
Høvd ella armur
Eftir at EB/Streymur hevði
verið í álopið einaferð í
seinna hálvleiki, gekk rætti-
liga skjót hinvegin. Brima
Koroma bleiv spældur leys-
ur, og hevði púra frítt at
fara ímóti málinum hjá EB/
Streymi.
Gunnar á Steig, sum aftur
í dag vardi málið hjá EB/
Streymi, sá ikki út til at
hava álit á, at Sorin Anghel
skuldi klára at renna Koro-
ma aftur, og gjørdi av at
sat sa.
Tá Koroma og Steig vóru
so mikið nær hvørjum
øðrum, at møguleiki var hjá
mál manninum at takkla
vóru báðir uttanfyri brot s-
teig in, og málið púra tómt
hand an Gunnar á Steig.
Brima Koroma helt tó
ikki høvdinum heilt køldum
í støðuni og megnaði at
man nøvr era bóltin í kropp-
skinnið á Gunnari á Steig.
Tá stakk stóri spurn ing-
ur in seg upp. Rakti bólturin
armin?
Tað helti Ransin Djur-
huus,
sum
dømdi
við
Margáir, ikki, og helst rakti
bólt ur in eisini EB/Streyms-
mál verjan í høvdið.
Brian Olsen
mundi eisini
Um framt
risamøguleikan
hjá Brima Koroma slapp
B36 ikki til so øgiliga nógv,
hóast Sam Malson hevði
onkr an hálvan møguleika,
men eisini á býtinum á
møgu leik um sást, at teir
bláu høvdu bóltin meira.
Hevði antin Gudmundur
Niel sen í fyrra hálvleiki
ella Arnbjørn Hansen í
sein na hálvleiki havt størri
hep ni við høvdinum, so
kun du teir verið vanda mikl-
ir, men størsta veruliga
møgu leikan
átti
Brian
Olsen, tá hann brádliga stóð
púra leysur í brotsteiginum
hjá B36 við bóltinum fyri
fótunum.
Hann gjørdi tað rætta og
royndi at skjóta bóltin fram-
við Tróndi Vatnhamar í
økið hálvan metur við
síður nar av málmanninum,
har teir ofta hava torført at
koma niður. Men Tróndur
Vatn hamar
hevði
lúrt
tjørnu víkingin av og fekk
høgra labba á bóltin, so
hann rullaði av baklinjuni.
Sjey gul
Tað var ongin ivi um, at
menn vóru tendraðir, hóast
tað ikki gav nakað polerað
spæl, tí menn fóru við øll-
um alvi inn í hvønn nærdyst,
og onkuntíð var viljin kans-
ka í so stórur. Bæði Brima
Koro ma og Egil á Bø spark-
aðu nevniliga mótleikarar,
tá teir gjørdust eitt sindur
sein ir, og Egili á Bø
steðgaði ikki har, tí tá lítið
var eftir av dystinum gjørd-
ist hann ov seinur eftir
Brima Koroma, sum kom
storm an di eftir miðjuni, og
gav ikki dómaranum annað
val, enn at geva aldrandi
verju leikaranum
seinna
gula kortið, sum tí fær
okkurt frívikuskifti.
Fýra aðrir leikarar vunnu
sær somuleiðis eina ostaflís,
og hetta var ikki tí, at Ran-
sin Djuhuus ikki var sloppin
upp í bridge leygarkvøldið,
tí hann kundi verið nógv
harðari.
Teir hvítu sveima
Nú meira enn ein fimtingur
av kappingini er spældur, er
greitt, at flogið undir B36
rættiliga gott, tí lítið hevur
ver ið væntað av teimum
hvítu í Havn í ár, og fyri
kapp ing arbyrjan var ein
við merkjari fyri og annar
eftir,
sum
greiddi
frá,
hvussu nógv skerdir veing-
ir nir á liðinum vóru. Hesum
hava Mikkjal Thomassen
og hansara ungar higartil
gjørt til skammar við at
liggja á øðrum plássi saman
við NSÍ.
Hinvegin gerst alsamt
greið ari, at tað er torført at
verja eitt meistaraheiti, tí
EB/Streymur hevur eftir
seks umfør 10 stig, eftir at
hava tapt ímóti bæði HB og
NSÍ, umframt javnleikin
ímóti B36. Men í verandi
løtu eru trý stig fram til
HB.
EB/Streymur-B36 0-0:
Hvørgin vildi tapa
Egil á Bø og Sorin Anghel
høvdi nógv mikið at gera,
við at halda skil á Brima
Koroma, ið var ein støðug
hóttan. Hetta endaði eisini
við, at Egil á Bø fekk tvey gul
kort í dystinum
Mynd: Sofus D. Johannesen
B36
EB/Streymur
Balling á rætta staðnum
Næstved stóð til at tapa dystin ímóti Roskilde um
vikuskiftið, men so tóku teir á Næstved-liðnum seg
saman. Tá 16 minuttir vóru eftir, javnaðu teir, og so
skoraði fyrrverandi NSÍ-framherjin Ulrik Balling tvey
skjót mál, og so var Næstved á sigurskós mitt í tí heila.
Tað hendi nógv seinatu løtuna av dystinum, og úrslitið
gjørdist 4-3 til Næstved.
Russiskt HM-gull
Við einum 2-1 sigri í finaludystinum móti Canada vissaði
Russland sær í gjár HM-gull í íshockey. Talan varð um
sera spennandi finalu, har Canada trýsti øgiligt móti
endanum, men tað eydnaðist teimum ikki at senda
útjavnandi skotið inn um framúr væl spælandi Bryzgalov
í russiska málinum. Svøríki vann í bronsudystinum 4-2
móti USA.