Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 88 - 11. mai 2009 ] Pál Joensen tók elsta føroyska svimjimetið, tá hann svam 100 metra bringu í 1.05,85 Mynd: Álvur Haraldsen Button fremstur í rok-koyring Formel-1 liðið hjá Brawn togaði seg enn nærri einum óvæntaðum HM-sigri, tá Jenson Button koyrdi fremstur frá byrjan til enda í spanska Grand-Prix’num. Dagurin hjá Brawn gjørdist enn betri, tá liðfelagin hjá Button, Rubens Barrichello, kom á mál sum nummar tvey. Og verri gjørdist tað ikki, tá talan var um sanna rok-koyring, har Toyota ikki fekk nakran bil í mál, meðan Red Bull fekk ein bil inn sum nummar fýra. Button hevur nú 41 stig eftir fyrstu fimm kappkoyringarnar. Á øðrum plássi er Barrichello við 27 stigum. Aftur stórtap til Frem Frem við Jón Róa Jacobsen á liðnum mátti aftur hetta vikuskiftið leggja rygg til eitt 0-3 tap. Hesaferð á heimavølli ímóti AB, sum er liðið hjá Christian Høgna Jacobsen. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til AB. Málskjúttar hjá AB vóru David Boysen, Simon Bræmer og Thomas Asmussen. AB hevur enn góðar møguleikar til at flyta upp í SAS-liguna. Komandi sunnudag tekur AB ímóti Thisted. Frem spælir á útivølli ímóti Roskilde. Fyrsta ríðikappingin Fyrsta kapping hjá Føroysk Íslands Rossafelag í ár varð hildin seinasta leygardag, og finalan var sunnudagin. 35 ross luttóku. Kappast var í Byrjunarflokki fyri ung undir 14 ár, Opin flokkur, Fjórgongd, Fimm­ gondg og Tølt Úrslitið í Finalunum Byrjunarflokkur 1. Ása Maria Clementsen /Laksi frá Møllegården 4,33 2. Sofía Celbu/Nýnótt frá Hvammi 4,29 3. Rigmor Kølleskov/ Hervin frá Leikjarbotni 2,91 Opin flokkur 1. Annika á Heygun/ Randver frá Gróteyri 5,67 2. Vinjar Joensen/ Hreymur 4,92 3. Hildur á Plógv Hansen/Mangas Coloradas frá Dýrfinnustøðum 4,67 Fjórgongd 1. Heri Dahl/Straumur frá Kirkjubæ 6,2 2. Kristfríð Jakobsen/ Jón Forseti frá Hvolsvellum 5,87 3. Jacklin Durhuus/Tór frá Kjarri 5,73 Fimmgongd 1. Kristfríð Jakobsen/ Rán frá Grund 6,2 2. Heri Dahl/ Leiknir frá Stóra-Àsgeirsá 5,87 Tølt 1. Knút Lützen/ Drottning frá Leirubakka 6,78 2. Gunnar Justinussen/ Muggur frá Hafsteinsstøðum 6,06 3. Regin Johannesen/ Surtsey frá Holtshúsum 6,00 Kári á Høvdanum og Pál Joensen settu hvør síni tvey met, tá svomið varð um FM um vikuskiftið. Eisini settu Shaila millum Garðarnar og Pauli Øssurson Mohr nýggj met Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Úttøkan til oyggjaleikirnar var longu farin fram, men hetta forðaði ikki svimjarunum í at leggja nógv fyri, tá FM var á skránni um vikuskiftið. Umframt heiðurin at gerast føroyameistari var hetta eisini møguleikin at svimja seg til EM-kappingina, sum verður í Rom, men hetta seinasta megnaði eingin nýggjur kortini. Á metsíðuni vórðu seks nýggj met sett í Gundadali. Pál Joensen og Kári á Høvdanum áttu hvør síni tvey av hesum, meðan Sha- lia millum Garðarnar og Pauli Øssurson Mohr áttu hvør sítt. Heiðursmerkjabýtið í kappingini vísir annars, at SuSvim so heilt avgjørt er vorðin ein ordans makt- faktorur í føroyskari svimj- ing. Hjá teimum vaksnu vóru suðuroyingarnir so nógv teir mest vinnandi, og hóast fuglfirðingar vunnu mest hjá teimum yngru svimjarunum, so er talvan fyri heiðursmerkjabýtið her væl javnari, enn hon er hjá teimum vaksnu. Seks nýggj met Heiðursmerkjabýti JUNIORMEISTARAKAPPINGIN Felag gull silvur bronsa FS 12 5 5 HS 10 11 9 SuSvim 10 8 4 Flot 4 4 7 Ægir 3 6 4 Reki 0 2 4 FØROYAMEISTARAKAPPINGIN Felag gull silvur bronsa SuSvim 28 12 12 HS 6 15 10 FS 4 7 10 Flot 1 2 2 Ægir 0 4 4 50 metra firvald Shaila millum Garðarnar: 59,55 (Gamal met: Shaila millum Garðarnar: 29,85) 100 metra frí Pál Joensen: 50,78 (Pál Joensen, 51,82) 50 metra rygg Kári J. á Høvdanum: 26,05 (Kári J. á Høvdanum: 26,11) 100 metra bringu Pál Joensen: 1.05,85 (Ingi Andreasen: 1.05,94) 50 metra frí Pauli Øssurson Mohr: 23,44) (Pauli Øssurson Mohr: 23,74) 100 metra rygg Kári J. á Høvdanum: 56,11 (Kári J. á Høvdanum: 56,13) Metini