mánadagur 11. mai 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 88 - 11. mai 2009 ]
Porto aftur meistari
FC Porto vann sunnudagin portugisiska
meistaraheitið fyri fjórðu ferð á rað. Í triðja
seinasta umfarinum vann Porto 1-0 móti Nacional,
og við hesum kann Porto ikki takast aftur. Sporting
Lissabon er seks stig aftanfyri, men í Portugal
verða innanhýsis uppgerðir taldar fyrst, um tað
stendur á jøvnum í stigum, og her er Porto betur
fyri.
Gongur væl hjá Kurt
Kurt Mørkøre er í ár venjari hjá Nordmøre/Romsdal
í norsku triðju deild, og fyrsta partin av kappingini
hevur gingið framúr. Felagið er á odda í deildini, og
stevnir sum er beina leið móti uppflyting. Í kvøld
fær starvið hjá Kurt eina eyka dimensjón, tá hansara
menn skulu spæla móti SIF í norsku
steypakappingini. SIF er sama felag, sum Kurt
spældi fyri, tá hann miðskeiðis í 90’unum fyri fyrstu
ferð var í Noreg.
Bert tvey umfør eru
eftir, men enn er einki
avgjørt, hvørki í ovara
ella niðara endanum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Manchester United, Liver-
pool og Chelsea halda øll
tørn í oddinum í Premier
League.
Aftur
hesaferð
fekk oddatrio´in fult í hes-
um umfarinum. Manchester
United tók ímóti Manchester
City á Old Trafford leikvølli-
num. United byrjaði best,
og høvdu bæði Ji-Sung
Park og Carlos Tevez møgu-
leikan til at leggja heima-
liðið á odda.
Tá 17 minuttir vóru farnir
legði heimaliðið seg á odda.
United fekk fríspark uttan-
fyri brotsteigin hjá City.
Christiano Ronaldo skeyt,
og var skotið avrættað í
verjumúrinum hjá Man-
chester City. Shay Given í
City-málinum strekti seg,
men hann megnaði ikki at
forða bóltinum í at fara í
netið til 1-0.
Tá ein hálvur tími var far-
in, bjargaði stongin Given,
tá Carlos Tevez langaði bólt-
in í stongina. Stongin var
kortini við Tevez, beint und-
an steðginum. Tevez skeyt
eitt skot, sum fór í stongina
og inn, og United var á
odda 2-0.
Tevez hevur annars verið
nógv í ensku bløðunum,
har hann hevur boðað frá,
at ynskir at sleppa til eitt
annað felag, tí hann fær ov
lítla spælitíð. Í 2. hálvleiki
var City betri við, men verj-
an hjá Manchester United
stóð væl, og tá alt var liðugt
stóð framvegis 2-0 á mál-
talvuni.
United er nú á odda við
83 stigum fyri 35 dystir.
Mikukvøldið hevur liðið
møguleika at leggja seg
seks stig á odda, tá teir á úti-
vølli spæla ein útsettan dyst
ímóti Wigan.
Tryggur sigur
til Liverpool
Liverpool spælir fyri sínum
møguleika til tað síðsta, og
í útidystinum ímóti West
Ham leygardagin, gjørdu
liðið sítt arbeiðið til lítar.
Bert tveir minuttir vóru far-
nir, tá Fernando Torres
sendi bóltin til Steven Gerr-
ard, sum fór framvið mál-
verjanum, og legði Liver-
pool á odda 1-0. Næsta mál-
ið kom tá 38 minuttir vóru
farnir. Liverpool fekk brots-
spark, og Steven Gerrard
var settur at skjóta. Robert
Green í West Ham bjargaði,
men returbólturin endaði
hjá Gerrard, sum beindi
hann í málið til 2-0. Fimm
minuttir undan leikloki stað-
festi
Liverpool
sigurin.
Ryan Babel skeyt eitt skot,
sum Robert Green bjargaði,
men aftur hesaferð endaði
returbólturin hjá manni-
num, sum hevði júst skotið,
og Ryan Babel beindi bóltin
í netið til 3-0, sum gjørdist
endaliga úrslitið.
Steven Gerrard hevur
skotið heilti 15 mál í liguni
í ár. Hann hevur ongantíð
verið so vandamikil áður.
Hetta kappingarárið hevur
Gerrard skotið 23 mál fyri
Liverpool. Tað er sama tal,
sum hann skeyt fyri liðið,
kappingarárið 2005/2006.
Arsenal fekk ein sekk
Chelsea yvirvann skelkin,
sum teir fingu mikukvøldið,
tá teir sera óheppið fullu í
Champions League hálv-
finaluni ímóti Barcelona.
Liðið tók seg veruliga sam-
an ímóti Arsenal ígjár á
Emirates Leikvøllinum, og
góvu teir “The Gunners”
ein sekk uppá 4-1. Chelsea
legði seg á odda, tá 28
minuttir vóru farnir. Didier
Drogba legði bóltin innfyri,
har brasiliumaðurin, Alex
var hægstur og stútaði bólt-
in í yvirleggjaran og inn. 10
minuttir
seinni
skeyt
Nicolas Anelka eitt sera
vakurt mál, tá hann skeyt
eitt dundurskot frá 25 metra
fjarstøðu.
Tað lá illa fyri hjá
Arsenal, og tá Kolo Toure
gjørdi sjálvmál, so Chelsea
kom á odda 3-0 gjørdist
mótbrekkan veruliga tung.
Hóast aftanfyri 3-0, so
trýsti Arsenal. Hetta fekk
liðið løn fyri, tá 70 minuttir
vóru farnir. Danski, Nicklas
Bendtner stútaði eina send-
ing hjá Bacary Sagna í
netið til 1-3. Arsenal helt
áfram við at trýsta, men tað
var kortini Chelsea, sum
slapp at staðfesta sigurin.
Fyrst skeyt Malouda eitt
skot, sum Fabianski í Arse-
nal-málinum
bjargaði.
Returbólturin endaði hjá
Anelka, sum skeyt á stong-
ina. Bólturin endaði aftur
hjá Malouda, sum skeyt
hann i netið til 4-1. Talan
gjørdist um størsta tapið
hjá Arsenal á heimavølli í
átta ár.
Blackburn bjargaðir
Í botninum hevur Blackburn
gott og væl bjargað sær enn
eitt kappingarár í Premier
League. Leygardagin sigr-
aði Blackburn 2-0 á Ports-
mouth á Ewood Park, mál-
skjúttar vóru Morten Gamst
Pedersen
og
Benni
McCarthy. Stoke bjargaði
sær við at vinna 2-1 á Hull
á útivølli. Hull hinvegin er í
stórum vanda. West Brom-
wich spælir fyri tí lítla
møguleikanum teir hava,
og leygardagin vunnu teir
3-1 á Wigan. Í kvøld spæla
Newcastle
og
Middles-
brough grannauppgerð á
Saint James Park. Bæði lið-
ini liggja undir niður-
flytingarstrikuni
við
31
stigum hvør.
Carlos Tevez hevur
fingið lítla spælitíð
og sigst vera ávegis úr
Manchester United.
Men hjá áskoðarunum
hevur hann alla tíðina
verið høgt í metum.
Her letur hann seg
fagna eftir 2-0 málið í
grannauppgerðini móti
Manchester City
Mynd: Polfoto/AP
Nú sæst
endin á
Premier
League
Úrslit, Premier League
Leygardagin
Blackburn-Portsmouth
2-0
Bolton-Sunderland
0-0
Everton-Tottenham
0-0
Fulham-Aston Villa
3-1
Hull-Stoke
1-2
WBA-Wigan
3-1
West Ham-Liverpool
0-3
Sunnudagin
Manchester Utd-Manchester City
2-0
Arsenal-Chelsea
1-4
Mánadagin
Newcastle-Middlesbrough
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Man Utd
35
26
-
5
-
4
65
23
42
83
2 Liverpool
36
23
-
11
-
2
72
26
46
80
3 Chelsea
36
23
-
8
-
5
63
22
41
77
4 Arsenal
36
19
-
11
-
6
64
36
28
68
5 Aston Villa
36
16
-
10
-
10
52
47
5
58
6 Everton
36
15
-
12
-
9
50
36
14
57
7 Fulham
36
13
-
11
-
12
38
32
6
50
8 Tottenham
36
13
-
9
-
14
42
41
1
48
9 West Ham
36
13
-
9
-
14
39
41
-2
48
10 Man City
36
14
-
5
-
17
56
48
8
47
11 Wigan
35
11
-
9
-
15
32
41
-9
42
12 Stoke
36
11
-
9
-
16
35
51
-16
42
13 Bolton
36
11
-
7
-
18
40
51
-11
40
14 Blackburn
36
10
-
10
-
16
40
58
-18
40
15 Portsmouth
36
9
-
11
-
16
35
55
-20
38
16 Sunderland
36
9
-
9
-
18
31
48
-17
36
17 Hull
36
8
-
10
-
18
38
62
-24
34
18 Newcastle
35
6
-
13
-
16
37
56
-19
31
19 Middlesbr.
35
7
-
10
-
18
25
51
-26
31
20 WBA
36
8
-
7
-
21
36
65
-29
31