Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 tíðindi Nr. 88 - 11. mai 2009 Undir slagorðinum ”Saman um tað størsta” hevði Heima­ missiónin ársmøti sítt um vikuskifti í Havn. Hetta eru dagar, har gleðiboðskapurin er í hásæti, men eisini dagar har fólk fáa høvið at líta aftureftir og frameftir í arbeiðinum Átrúnaður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen og Trúboðin Havnin: - Brúka vit ov nógva tíð til praktiskar upp- gávur, men gloyma sam- stundis, at vit eru sett at leiða menniskju til Jesus? Hetta var ein av ítøkiligu spurningunum, sum vórðu reistir um vikuskiftið, nú fólk úr øllum landinum savnaðust til ársmøtini hjá Heimamissiónini í Havn. Hesar dagarnar var stórur dentur lagdur á talu, sang, vitnisburð og sosiala sam- veru. Men møguleiki var eisini at tosa opið og erligt um arbeiðið, sum henda missiónsrørslan ger kring alt landið. Eitt av tiltøkunum vendi sær serliga til formenninar í teimum ymisku missións- húsunum og til ungdóms- leiðararnar. Her varð víst á tann týdning, sum hesi arbeiðini hava á tí lokala staðnum og hvat tey krevja av einum formanni og einum leiðara. Hetta er eitt av evnunum, sum leiðarin á Boðanar- deildini hjá Heimamissión- ini, Heri Kjærbo brennur fyri, og sum hann eisini tók fram í sínum uppleggi um andaliga leiðslu. - Tað sum verðslig leiðsla setir høgt, er als ikki tað sama sum andalig leiðsla gongur út uppá. Í andaligari leiðslu gongur tað út uppá at vinna menniskju fyri Jesus og at leiða tey heim til himmals. - Og tað er júst hetta sum er okkara uppgáva, legði Heri Kjærbo dent á. Ársmøtini hjá Heima- missiónini vóru hesaferð aftur hildin í Havn, eftir at tey í mong ár hava verið hildin í Leguhúsinum í Nesvík. Úti og inni Ársmøtið byrjaði við ungdómstiltaki í høllini á Hálsi hóskvøldið. Hetta kvøldið skipaðu ungdóms- nevndirnar í Havn og á Argjum fyri. Annar dagur á ársmøti- num var fríggjadagur, sum eisini var Dýri Biðidagur, har gudstænastur vóru hildnar í kirkjunum í høvuðsstaðnum sum vanligt klokkan 11. Klokkan 14 var eitt sindur øðrvísi familjutiltak við einum hópi av tiltøkum við ítróttarhøllina. Her var skip- að fyri ymiskum undirhald til børnini, t.d. andlitsmáling og hoppiborg, eins og gyklari vitjaðu og pylsur vóru at fáa. Aftaná uttanduratiltakið var farið inn í høllina til eitt familjumøti, har børn av Strondum framførdu ein sangleik um Nóa og Syndaflóðina. Samstundis við hetta var ein móttøka í Meinigheits- húsinum í Havn, har tøkkir vórðu veittar Vagn Foldbo, ið fór frá sum aðalskrivari í Heimamissiónini í fjør og góðynskir borin Øssuri Kjølbro, sum hevur tikið við starvinum. Um kvøldið var stórmøti Saman um tað størsta eitt Børnini stuttleikaðu sær Seinnapartin fríggjadagin var stórt barnatiltak í Ítróttar- høllini á Hálsi. Her høvdu børnini høvið at stuttleika sær við millum øðrum hoppiborg, andlitsmáling, posta- renning og øðrum. Eisini fingu tey pylsur og saft. Somu- leiðis vísti Ásbjørn Berthelsen síni kynstur sum gyklari. Gentukórið úr Meinigheitshúsinum í Havn (myndin) sang eisini nakrar sangir. Aftaná var familjumøti, har strandingar framførdu ein sangleik um Nóa. Hetta komu tey sera væl frá og hetta var hugtakandi bæði fyri børn og vaksin, skrivar mission.fo. Lívligar røddir Leygarkvøldið setti ungdómskórið VOX lív í Ársmøtið. Tey sungu fyrst til stórmøtið, og seinni til eina stóra lovsangsløtu í høllini. Á møtinum hetta kvøldið talaði Øssur Kjølbro, aðalskrivari hjá Heimamissiónini, ið talaði. Hetta møtið varð tikið upp av Kringvarpinum og verður sent seinni. Møtið var eisini tulkað fyri deyvum. Kórið VOX sang til møtið. Tey sungu friðarligar og innihaldsríkar sangir, skrivar mission.fo. Eftir ein kaffisteðg, var lovsangskvøld á skránni, og tá setti VOX veruliga lív í. Tónleiðararnir, ið allir eru við í bólkinum Proclaim, vístu eisini sínar dygdir. ” Gávurnar eru minkaður við umleið 300.000 krónum, men aðrar øktar útreiðslur gera seg eisini galdandi ” Tað sum verðslig leiðsla setir høgt, er als ikki tað sama sum andalig leiðsla gongur út uppá Heimamissiónsfólk í hópatali leitaðu sær til ársmøtið í ár. Hetta er fyrstu ferð í mong ár at møtini verða hildin í Havn