Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Nr. 88 - 11. mai 2009 heilt vikuskifti Fleiri orsøkir eru til, at Heimamissiónin hevði hall í rokn­ skap­inum í fjør. Høvuðsorsøkin er, at gávurnar eru minkaður við umleið 300.000 krónum, men ein øking í øðrum útreiðslum gera seg eisini galdandi. ­ Ongin orsøk er kortini at óttast, slær formaðurin í Heimamissiónini, Thomas Dam fast   Fíggjarmál Snorri Brend Seinnapartin  leygardagin  legði  fíggjarleiðarin  Jør­ mund  Foldbo  fram  rokn­ skapin  hjá  Heima­ missiónini. Heimamissiónin  er  virkin á mongum økjum,  og  hava  fleiri  av  hesum  arbeiðsgreinum  sín  egna  roknskap,  sum  verður  taldur saman við restini. Hóast  tað  ikki  er  eitt  mál  í  sjálvum  sær,  so  hevur  Heimamissiónin  onkur  ár  havt  yvirskot.  Men  í  fjør  var  talan  kortini um eitt undirskot,  sum  var  munandi  verri  enn ætlað. –  Vit  vistu,  at  eftir­ lønirnar  til  starvsfólkini,  sum  vóru  innførdar  í  2008, fóru at hava stóran  eykakostnað  við  sær.  Tí  hava  vit  arbeitt  við  at  økja  gevaratænastuna  fyri at útvega inntøkurnar  til hetta. Her er langt frá  komið  á  mál,  staðfesti  fíggjarleiðarin hjá Heima­ missiónini.  Færri gávur Í 2007 valdi Heimamissi­ ónin at gjalda alt lánið í  Leguhúsinum  í  Nesvík  aftur.  Harvið  vóru  450.000 krónur spardar í  avdráttum.  Ætlanin var at seta til­ svarandi  upphædd  av  til  eina komandi útbygging,  men varð avgjørt at bíða  við hesum til í ár. Tískil  vóru útlit til eitt rímiligt  úrslit í 2008.  Tey vóru haraftrat greið  um, at tey komu at nýta  um  100.000  krónur  til  forarbeiðið  í  sambandi  við  ætlaða  missións­ arbeiðið  í  Kambodja.  Samstundis  varð  eitt  gevaraátak sett í verk við  at  vitja  hvørt  einstakt  stýri  fyri  missiónshúsini  kring landið.  ­  Samlaði  kostnaðurin  av  hesum  átaki  var  um  100.000  íroknað  løn,  ferðing og kunningartilfar.  Sostatt  væntaðu  vit  eitt  hall  á  200.000  krónur,  sigur Jørmund. Hann  kundi  kortini  staðfesta, at bæði mánað­ argávurnar,  ársgávan  og  gávur  annars  vóru  fall­ andi,  íalt  okkurt  um  300.000  krónur  minni  enn árið fyri. Samstundis  var  sølan  av  vørum  og  tænastum  lægri, og gjørdi hetta sítt  til,  at  úrslitið  varð  150.000 krónur verri enn  mett.  ­ Við nøkrum sparing­ um  er  endaliga  úrslitið  altso  eitt  hall  upp  á  465.000  krónur,  sigur  Jørmund Foldbo. Eingin vandi Thomas Dam, formaður í  Heimamissiónini, vísti á,  at  Heimamissiónin  ikki  hevur  sum  endamál  at  hava eitt yvirskot.  Hinvegin ber ikki til at  koyra við undirskoti yvir  longri tíð. –  Tað  er  ikki  nakar  vandi  á  ferð,  tí  Heima­ missiónin er væl konsoli­ derað,  hevur  onga  skuld  og  eigur  pengar  á  bók.  Vit mugu tó miða eftir at  fáa javnvág í roknskapin  sum  skjótast,  sigur  Thomas Dam. Skal vera innbjóðandi Fyrrapartin leygardagin vóru umleið fleiri fólk savnaði í  Meinigheitshúsinum, har tey viðgjørdu evnið ”Hvat er ein  savnandi meinigheit?”. Sverri Steinhólm, prestur, legði  fyri og nam við fleiri ymiskar møguleikar. Eitt var at gera  tað áhugavert at koma í meinigheitina, gera tað ‘innbjóð­ andi’. Hann tosaði eisini um at geva fólkum ábyrgd. ­ Vit  eiga at geva fólkum ábyrgd, nokk so skjótt eftir at tey eru  komin í meinigheitina. Tað kann vera á so mongum  ymiskum økjum, segði hann sambært mission.fo.  Alt treytað av gávum Alt arbeiðið í Heimamissiónini verður borið uppi í  forbøn og við fíggjarligum stuðli og sjálvbodnum  gávum. Gevaratænastan hevur avgerandi týdning  fyri at ein kann hava eitt virkið missiónsarbeiði,  bæði lokalt, í landsarbeiði og millum onnur  fólkasløg. Gávurnar kunnu býtast upp í fimm  høvuðspartar: Fastir gevarar, gávuinnsavnan, aðrar  inntøkur, innsavnan í kirkjum og missiónshúsum og  inntøkum av fyritøkum hjá Heimamissiónini. Hall uppá 465.000 krónur í høllini klokkan har Bergur  D. Joensen, talaði um evnið  ”Tey hildu saman”.  Til øll fólk Sum  longu  nevnt  eru  árs­ møtini  eisini  eitt  høvi  at  tosa  saman  um  arbeiðið  heima og úti. Hetta varð ein  stórur partur av leygardegn­ um  brúktur  til,  bæði  við  áhugatímum  og  við  beinleiðis orðaskifti millum  fólkið. Seinnapartin greiddi for­ maðurin í Heimamissiónini,  Thomas  Dam  frá  um  virksemið  farna  árið,  samstundis  sum  Jørmund  Foldbo,  fíggjarleiðari  greiddi  frá  fíggjarstøðuni  (sí  aðra  grein  á  síðuni).  Høvið varð her hjá fólki at  koma  við  heilsanum  og  at  seta spurningar til tað, sum  var  komið  fram  í  frágreiðingunum. Tey  stóru  møtini  á  árs­ møtunum  vóru  send  bein­ leiðis  umvegis  sendinetið  hjá  Lindini.  Og  leygar­ kvøldið  varð  stórmøtið  somuleiðis tikið upp til eina  andaliga  sending,  sum  í  næstum  verður  send  í  sjónvarpinum  seinnapart  ein sunnudag.  Við  hetta  møtið  talaði  aðalskrivarin Øssur Kjølbro  um  evnið  ”Saman  um  Kristus”.  Ungdómskórið  Vox  sang  við  hetta  høvið,  og  tað  gjørdu  tey  aftur  seinni  um  kvøldið,  tá  eitt  lovsangskvøld við vitniløtu  var á skránni. Ársmøtið  endaði  í  gjár  við  einum  felags  sunnu­ dagsskúla  í  Ítróttarhøllini  og  juniormøti  í  Meinig­ heitshúsinum, og við einum  møti seinnapartin, har Heri  Kjærbo  talaði  um  evnið  ”Saman  um  tænastuna”.  Streingjakórið í KFUM&K  í  Klaksvík  sang  við  hetta  høvið. Síðani  fóru  Heimamissi­ ónsvinirnir  glaðir  aftur  til  hvør sítt stað, eftir at hava  verið saman eitt heilt viku­ skifti  saman  við  trúgvandi  fólki úr øllum landinum! Fríggjakvøldið talaði Bergur D. Joensen, prestur í Havn Eftir at Vagn Foldbo fór úr starvi sum aðalskrivari í Heimamissiónini í fjør, tók Øssur Kjølbro úr Klaksvík við hesum starvi. Her talar hann við eitt sjónvarpsmøti, sum eisini varð tulkað fyri teimum deyvu Eitt av góðu kórunum í Heimamissiónini er ungdómskórið Vox, sum sang leygarkvøldið undir leiðslu av Ásbjørn Berthelsen