týsdagur 12. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 89 - 12. mai 2009
Summi skulu so
grúviliga nógv
ígjøgnum, áðrenn
tey kunnu fáa hvørt
annað. Undir kalda
krígnum, flýggjaðu
rumenski Doru og
føroyska Guðrið upp
gjøgnum alt Europa
fyri kærleikan
Kjerligheit
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fyri júst 20 árum síðani fór
26 ára gamla havnagentan
Guðrið Poulsen og ein vin
kona á Interrail gjøgnum
Europa.
Tær báðar endaðu millum
annað í Barcelona, har tær
fingu innivist á bíligasta
gistingarhúsinum
saman
við fjakkarum úr øllum
heiminum.
Men Guðrið, sum í dag er
47 ár og hevur egið kera
mikkverkstað í Havn, var
heldur ikki farin til Barce
lona fyri at uppliva luksus.
Ætlanin var at síggja verkini
hjá navnframa keramikk
arkitektinum Gaudi. Men
lítið visti hon um, at hesar
dagarnir í Spania skuldu
kollvelta
tilveruna
og
kortleggja framtíð hennara.
Tann eina dagin siti eg
einsamøll á einari fortovs
kafé og drekki caffé latte,
meðan eg eygleiði býar
meldrið á Plaza Real, sum
er eitt satt inferno av lívi,
larmi og litum. Vinkonan
var farin við einum sjeiki
onkrastaðni, og eg var bæði
troytt og irriterað inn á
hesar útlendsku mennirnar,
sum alla tíðina royndu at
koma í samband við meg.
Ímillum teir var eisini Doru,
sum eg ikki kendi tá. Hann
sá eisini út til at vera í
ringum lag. Eg hugsaði við
mær sjálvari, at handan
mannin tími eg ikki í hóslag
við, minnist Guðrið Poul
sen.
Gerandisdagurin
ræður
Guðrið og 54 ára gamli
Doru sita undir liðuni á
hvørjum øðrum við spísi
borðið, við rokaðu bóka
hillini í bakgrundini. Vit
eru stødd mitt í Havn, í
húsinum har ”Hjørnahandi
lin” var fyrr. Tey bjóða
drekka úr keramikkkoppum
og nýbakaðum hjartascon
es við smøri og súltutoyi.
Fyrsta árið tosaðu vit
alla tíðina um, hvussu fan
tastiskt tað var, at vit bæði
høvdu funnið hvønn annan.
Tað var eitt satt undur, greið
ir Doru á Torvlaðnum frá.
Hóast eftirnavnið er før
oyskt, orðavalið fullkomið
og maðurin útróðrarmaður,
so hoyrist, at hann er ikki
f ø r
oyingur.
Doru er rumeni og flýddi
til vesturheimin, tá kalda
kríggið var upp á tað kald
asta. Sum so nógv onnur
intellektuel,
varð
hann
fongslaður heima í Rumenia
fyri meiningar sínar. Leys
latin, tók hann beinini upp
á nakkan og rýmdi yvirum.
Tá eg hitti Guðrið, búði
eg á einum pinka evarska
lítlum kamari mitt í Barce
lona í Spania saman við
fleiri øðrum rumenskum
monnum. Har var so trongt,
at vit máttu skiftast um at
vera heima og sova. Men
tað hevði ongan týdning, tí
vit høvdu allir tað í felag, at
vit vóru flýddir undan
harðrenda einaræðinum hjá
Nicolae Ceauşescu í Rume
nia, og vóru ovurfegnir um
at vera á lívi, sigur Doru,
sum hevur lisið filosofi á
universitetinum
í
høvuðsstaðnum Bukarest.
Doru forklárar, at teir
livdu í einum slagi av
limbo, ella ongamannalandi,
har teir bíðaðu eftir at fáa
uppihaldsloyvi.
Peningur
og materiell virði høvdu
púrt ongan týdning, og í
prinsippinum kundu teir
gingið naknir runt í gøtu
num í Barcelona og kortini
verið nøgdir.
Vilt tú vera ein livandi
menniskja, hevur frælsi alt
at siga. Frælsi at gera, virka,
liva og siga tað tú hevur
upp á hjarta, uttan vanda
fyri at verða avdúkaður ella
settur
fastur,
hugleiðir
Doru.
Hetta hevur eisini av
speglað liviháttin í par
lagnum hjá Guðrið og
Doru. Gerandisdagurin skal
hava innihald og vera drív
megin í tilveruni, meðan
materiell
virði
ongan
týdning hava.
Tá eg flýddi úr Rumenia,
visti eg, at eg fór ongantíð í
lívinum at koma heim aftur.
Hetta var sera svárt, eisini
tí eg var so vónbrotin av
landsmonnum
mínum,
sigur Doru, sum bara hevði
ein dreym í lívinum: At sita
á einari strond í Australia
og kaga út á opið hav.
Lofta lagnuni í løtuni
Sum sagt var Doru eisini í
ringum lag hendan dagin í
Barcelona. Men av onkrari
orsøk kom hann upp á tal
við Guðrið. Fyrst á
fortovskaféini, og næsta
samdøgrið alla møguliga
staðni í spanska býnum.
Allan dagin og náttina
við spákaðu vit í gøtunum
og prátaðu. Hvørgin okkara
minnist akkurát, hvat vit
tosaðu um. Men vit vóru
ikki eitt sekund í iva um, at
vit skuldu vera saman altíð.
Vit vóru so samd um tey
grundleggjandi virðini í lív
inum, at vit vóru sum skapt
fyri hvørt annað. Ein kundi
sagt, at hesa náttina undir
einari fontenu mitt í Barce
lona forseglaðu vit eina
pagt ella ein ósjónligan sátt
mála, sum hevur hildið síð
an, sigur Guðrið.
Og Doru filosoferar víð
ari, at tað eru løtur í lívinum,
sum fáa avgerandi týdning
fyri restina av tilveruni, og
tá mást tú vera til reiðar at
lofta løtuni, ella lagnuni,
um tú vilt.
Hetta var so serligt, at
eg trúgvi ikki, at tað var til
vildarligt, at eg og Guðrið
møttu hvørjum øðrum. Vit
vóru so ymisk, bæði menta
narliga og málsliga, og
aldursmunurin var stórur,
sigur Doru, sum rópar tað
eitt ”moment of clearness”.
Ein sætti sansur segði
mær, at her var talan um
eina stóra hending, sum eg
ikki kundi lata fara framvið,
sigur hann.
Næstu vikuna vóru tey
bæði elskandi saman alla
tíðina. Tann eina dagin fóru
tey oman á skonnartina hjá
Christoffer Columbus, sum
liggur við bryggjuna í
Barcelona. Har tóku tey eis
ini ring upp á.
Dansa við mær!
Tað er ein kend søk, at í
kærleika, og ikki minst í
forelskilsi, finna fólk upp á
alt møguligt svakt. Tann
eina dagin vildi Guðrið
kanna, hvussu sterkur kær
leikin var, og hvussu langt
Doru vildi fara fyri hana.
Hetta var á alljósum degi á
einum ósjarmerandi kafe
teria, har nakrar sløvar sálir
sótu og ótu av hvør sínum
plastbakka.
Dansa við mær, segði
Guðrið við Doru, sum bein
anvegin skilti boðskapin:
reistist, bukkaði og bjóðaði
henni upp.
Har dansaður vit so
runt. Tætt og forelskað,
sum í einari psykosu. Fólk
hildu okkum sjálvandi vera
svøk, tí staðið var alt annað
enn romantiskt. Sum um
onkur knappliga fór at
dansa kjálkadans á Sjóm
ansheiminum í Runavík,
flennir Guðrið, sum tó vísir
á, at hendan hendingin
hevði stóran týdning fyri
hana. Tí, sum hon sigur:
Segði hann ja við meg tá,
so segði hann í veruleikanum
ja til alt við mær.
Misti sambandið
í Europa
Men alt fær sín enda. Eisini
ørligu dagarnir í nývunna
kærleiksrúsinum.
Guðrið
og vinkonan høvdu alla tíð
ina ætlað, at interrailtúr
urin eisini skuldi fevna um
Grikkaland. Nú høvdu tær
verið í Spania í eina viku,
og vildu halda leiðina fram.
Men kærleikin var vissur,
og tí legði Guðrið nakað av
viðføri eftir á kamarinum
hjá Doru, og lovaði at koma
aftur vikuna eftir, so tey
kundu fylgjast upp til Før
oyar saman. Tí tað høvdu
tey longu avrátt: at Doru
skuldu koma við heim til
Føroyar, har tey vildu liva
saman restina av lívinum.
Men Doru, sum var ikki
vanur við at líta á fólk, var
sannførdur um, at Guðrið
góða ongantíð fór at koma
aftur.
Eg fór fullkomiliga í
svart og drakk meg frá viti
og skili í fleiri dagar fyri at
gloyma
hana,
minnist
hann.
So meðan Guðrið sat og
longdist og læs kærleiks
yrkingar eftir Neruda yviri
í Grikkalandi, gekk Doru
dýrandi fullur og græt í
Barcelona. Og tá hon so
brádliga stóð í hurðini aftur,
var hann sannførdur um, at
hann var blivin svakur.
Við ongum passi ella
visum, kundi Doru ikki
ferðast lógliga um landa
mørk. Men hetta skuldi so
ikki forða parinum, sum
hevði sett seg fyri at giftast
og at seta búgv í Føroyum.
Næstu dagarnar var ætl
anin at fylgjast upp gjøgn
um Europa við toki. Men
áðrenn landamørkini skuldi
Doru fara av, og snýkja seg
framvið vaktunum til næstu
tokstøð, har hann skuldi
Kærleikin vann
á kalda krígnum
Írsk hjarta-scones
4 dl. av hveitimjøli
2 tsk. av bakipulvuri
½ spsk. av sukur
½ tsk. av salt
3 spsk. av smøri
1 ¼ dl. av blak
Savna tilfarið og rulla tað út ½ cm tjúkt.
Stikk út við einum hjartaformi. Baka við
225 stigum í umleið 12 minuttir.