Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 89 - 12. mai 2009 aftur møta Guðrið. Hetta gekk fínt millum Spania til Frakland, higani tey fylgd­ ust upp til París. ­ Tað var ein ómetalig intens løta í París. Vit sótu í einari park í oysandi regni og ótu ein matpakka, áðrenn vit skiltust aftur. Hesaferð var ætlanin, at tey skuldu hittast á tokstøð­ ini í Hamburg. Men, tá Guðrið kom fram, var ongin Doru. Hann var burtur. Í villareiði fór hon einsamøll til Danmarkar. Seinni vísti tað seg, at Doru hevði verið ½ tíma ov seinur til Hamburg. Men tá ongin Guðrið var at finna, tók hann eina aðra rutu upp til Danmarkar. Hetta var áðrenn fartelefonirnar, so tey høvdu onki samband við hvørt annað millum París og Danmark. ­ Vit fylgdust paralelt upp gjøgnum Europa. Guðrið, lógliga við passi, meðan eg mátti snýkja meg fram alla­ staðni. Tí varð eg tikin, var heilt galið, sigur Doru, sum kom til Velje fimm tímar aftan á at Guðrið var komin til familjuna á Amager. Tá tey so hittust aftur, fóru tey beina leið á politistøðina, fyri at fáa pappír til Doru, so hann kundi sleppa við til Føroyar. ­ Vit vóru bara so býtt og naiv. Hildu, at nú vit vóru komin til Danmarkar, kundu vit bara fara inn og fáa tingini avgreidd, minnist Guðrið. Doru bleiv nevniliga handtikin og sendur við fyrsta farti til eina flótta­ fólkalegu í Týsklandi. Har stóðu tey nú. Guðrið á veg til Føroyar við Norr­ ønu, og Doru innilæstur í einari týskari flótta­ fólkalegu. Bara tvær vikur eftir, at tey høvdu funnið hvørt annað á einari café í Barcelona. Og síðsti báturin til Føroyar fór avstað fáar dagar seinni. Men í leguni var ein sera blíður týskur ovasti, ið tókt­ iskt at skilja støðuna hjá forelskaða rumenanum. ­ Ein dagin rópti hann meg inn á skrivstovuna, har hann, líkasum undirhonds, gav mær eitt fyribils pass. Og so bað hann meg bíða eftir innfararloyvinum. Men eg skilti á øllum brøgd­ um, at hann vildi hava meg at drøna avstað, tí hann hevði helst longu gjøgnum­ skoðað, at eg fór ikki at fáa innfararloyvi til Danmarkar, sigur Doru, sum alt fyri eitt tók til rýmingar. Við markið til Danmarkar leyp hann upp um ein runn, og blakaði seg beint í føvningin á einum vakti, sum sat og sólaði sær hinumegin markið. So tað var bara at spurta avstað. ­ Eg valdi at fara ólógliga til Føroyar við síðsta fart­ inum hjá Norrøna tað summarið. Eg var bebba­ ræddur fyri at verða tikin av løgregluni í Føroyum, og risti og skalv, tá eg kom í land, minnist Doru. Men, tað einasta, sum før­ oysku tollararnir søgdu var: ”Sprutt ella siggarettir?”!! So Doru risti á høvdinum og slapp sær í land, har Guðrið stóð og bíðaði. Hóast hon ikki visti, at hann kom við hesum síðsta fartinum, hevði hon kent á sær, at best mundi vera at fara oman á keiina at vita. So frøin var stór hendan kalda fyrrapartin við bryggjuna í Havn. Presturin tók ræðið ­ Vit vóru so paranoid nú, at vit vildu bara giftast alt fyri eitt, fortelur Doru. Men, tá fútin tóktist at súlta málið, settu tey seg í samband við Marjuna Bæk, prest, og spurdu hana, um hon vildi gifta tey. Hon bað um eina nátt at umhugsa seg í. Og so játtaði hon at gifta tey. Hetta var 12 dagar eftir at Doru var komin til Føroyar. Tí mátti tey hava kongabræv frá Ríkisumboðnum, fyri at sleppa undan at lýsa brúdleypið. ­ Tað var púra vilt. Mamma hevði skaffað mær ein kjóla og eitt blómutyssi. Og so koyrdu hon og pápi meg og hendan fremmanda útlendingin við fúkandi ferð norður eftir oyggj at giftast, sigur Guðrið, og tey minnast aftur á tað, sum tey rópa vakrasta dagin í lívinum: Inni á gólvinum í prestagarðinum ein vakran sólskinsdag í Kvívík, saman við presti, foreldrum og tveimum syskjum hjá Guðrið. ­ Tað var eitt satt dreyma­ brúdleyp. Vit høvdu verið so nógv ígjøgnum longu, at tað helst hevur ment kær­ leikan. So vit vóru púra vill, og fyrsta árið tosaðu vit ikki um annað enn, hvussu fantastiskt tað var, at vit høvdu funnið hvønn annan, sigur Doru, sum nú hevur búð í Føroyum í 20 ár. Í 1992 keypti hann sín fyrsta útróðrarbát, Guðrið, og soleiðis fann rumenski filosoffurin brádliga eydn­ una í oyggjalandinum Før­ oyar, sum útróðrarmaðurin Doru á Torvlaðnum. Og hóast dreymurin um Australia ongantíð varð veruleikin, kom havið kort­ ini at fylla gerandisdagin hjá Doru. Havið, sum fyri hann er ímyndin av frælsi. Her í Føroyum, saman við elskaðu konu síni Guðrið Poulsen, sum hann eigur tvey deilig børn saman við. Niðri í Vágsbotni liggur ein útróðrarbátur, sum eitur Guðrið. Hetta er báturin hjá Doru á Torvlaðnum, ein 54 ára gamal romenskur flótti, sum er giftur við Guðrið Poulsen, 47 ár, úr Havn. Myndir: Jens Kristian Vang