Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 89 - 12. mai 2009 Í annaðkvøld fer lívfrøðingur at halda fyrilestur á Tvøroyri um eina sosiala, vistfrøðiliga og búskaparliga vanlukku, vit næstan ongantíð hoyra nakað um Í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19:00 verður almennur fyrilestur á Segl­ loftinum á Tvøroyri um eina vanlukku, vit næstan ongantíð hoyra nakað um. Tað er lívfrøðingurin, Lilian Joensen, sum fer at greiða frá nøkrum so sjáld­ somum ílegutillagað soya og vanlukkuligu avleiðing­ arnar, sum tað hevur ført við sær. Tað er kvinnufelagið í Suðuroy, Valkyrjurnar, sum skipa fyri og í tíðindaskrivi vísa tær á, at Argentina hev­ ur havt eitt sera fjøltáttað landbrúk við alskyns avgrøði, og varð einaferð nevnt heimsins frækorngoymsla. Í dag hvílur allur land­ brúksbúskapurin á ílegu­ tillagað soya og hendan ein­ táttaða veltingin av soya­ bønin hevur haft vanlukku­ ligar sosialar, vistfrøðiligar og búskaparligar avleiðing­ ar fyri Argentina. ­ Avleiðingarnar eru skógir verða oyddar og fátækir bøndur og upp­ runafólk verða forfylgd. Sam­ stundis kunnu álvarsligir heilsutrupulleikar stað­ festast hjá fólki, ið búgva nærhendis soyamarkirnar. Í Føroyum er ílegutillagað soya í fóðuri til mjólkneyt, og í fóðurblandingum til seyð. Lilian Joensen er hálvur argentinari og hálvur føroy­ ingur. Hon er uppvaksin í Buenes Aires, útbúgvin lív­ frøðingur í Keypmannahavn og hevur argentinskan PhD í kyknulívfrøði. Í dag býr hon í Sumba og undirvísur á Skúladeplinum í Suðuroy. Tey, sum ikki eru limir í valkyrjunum betala 50 kró­ nur fyri at hoyra fyrilestur­ in. -áki- Hin ókenda vanlukkan Lilian Joensen er doktari í lívfrøði og í annaðkvøld, mikukvøldið, heldur hon forvitnisligan fyrilestur um ílegutillagað soya og tær vanlukkululigu avleiðingar, tað hevur havt fyri sær fyri bæði land og fólk Inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommuna rapa niðureftir. Tí noyðist býráðið nú at seta umfatandi sparingar í verk og tað fer at raka øll øki í kommununi KommunubúsKapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk í Tvøroyrar Kommunu. Tað er greitt eftir at Býráðið hevur fingið tær seinastu metingarnar fyri, hvussu stórar inntøkurnar hjá kommununi verða av skatti í ár. Og tey tølini vísa, at út­ litini eru alt annað enn góð. Tá ið fíggjarætlanin hjá kommununi varð samtykt í heyst, varð roknað við, at inntøkan av skatti og øðr­ um, skuldi verða 51 mill­ iónir í ár. Men nú fyrsti ársfjórð­ ingur er farin aftur um bak, vísa tær nýggjastu meting­ arnar hjá TAKS, at inntøkan fer at verða einar fýra mill­ iónir minni, kanska enntá heilar fimm milliónir minni. Sostatt fer inntøkan hjá kommununi at vera heili 7,8% minni enn roknað var við á fíggjarætlanini og tað er ein minking, sum fer at merkjast í hvørjum króki í kommununi. Annars hevur umsitingini hjá býráðnum mett, at inn­ tøkan fer at vera tríggjar milliónir minni. Umfatandi sparingar ­ Undir øllum umstøðum mugu vit ásanna, at tølini fara slett ikki at halda, stað­ festi Kristin Michelsen, borgarstjóri á býráðsfundi í gjárkvøldið, tá ið fíggjar­ støðan hjá kommununi var til viðgerðar. Hann segði annars, at tá ið fíggjarætlanin varð løgd í heyst, ivaðust tey ikki í, at inntøkumetingin upp á 51 milliónir í ár, fór at halda. Eitt nú lógu nakrir bátar og tað var væntandi, at teir fóru aftur til fiskiskap og sostatt eisini blivu eitt íkast til kommunukassan í ár. Men tað hevur ikki givið úrslit og búskaparligi veru­ leikin hjá Tvøroyrar Býráð er nú tann, at tað verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk fyri at fáa javnvág í fíggjarætlanina. Býráðið er sostatt samt um, at tað verður neyðugt at endurskoða alla fíggjar­ ætlanina í ár fyri at finna sparingar. Í hesum sambandi er tað ein stórur trupulleiki, at tað er at kalla ongin króna sett av til íløgur í kommununi í ár. ­ Har eru ongar sparingar at finna, staðfesti borgar­ stjórin. Hann legði afturat, at tað sostatt verður neyðugt at endavenda hvørjum einasta posti í rakstrinum hjá kommununi fyri at finna sparingar. Skera inn á bein Pauli Einarsson, varaborgar­ stjóri, staðfesti, at tað verð­ ur neyðugt at skera inn á bein onkustaðni, tí tað skulu stórar sparingar ger­ ast á øllum økjum. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at tað í býráðið legði fíggjar­ ætlanina fyri í ár, var rakst­ urin raðfestur, tí tey vildu fyri alt í verðini sleppa undan at siga fólki upp. Tað vildu tey sleppa undan, tí ein, ið verður upp­ sagdur, kann ikki bara at fara yvir um vegin at finna sær annað arbeiði. Fyri hvørja uppsøgn er sostatt stórur vandi fyri, at heil húski flyta úr komm­ ununi og helst úr Suður­ oynni, varð staðfest, tá ið fíggjarætlanin varð samtykt. Sami ótti varð endurtikin á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið. Men samstundis varð ásanna, at nú er tað ein stór­ ur spurningur, hvat verður tvingandi neyðugt. Gjaldførið versnað Jaspur Vang, býráðslimur staðfesti eisini, at ein annar stórur trupulleiki er, at tað er eisini farið at knípa við gjaldførinum hjá komm­ ununi. Tá ið tað var upp á tað besta, lá tað millum 15 0g 20 milliónir fyri nøkrum heilt fáum árum síðani, men nú er tað ikki meiri enn seks, sjey milliónir. Hendan støðan ger tað uppaftur meiri átrokandi at seta tiltøk í verk fyri at spara. Jaspur Vang fýltist eisini á, at tá ið kommunan fekk avdráttarskáa fyri nøkrum árum síðani, fekk komm­ unan fleiri milliónir meiri til taks um árið, men hann helt, at alt ov nógv av hesum varð brúkt til at økja um raksturin. Einasta íløgan, sum er fingið burtur úr hesum, er ein stór útstykking á Heiðatrøðini, segði hann. Men hesum var borgarstjórin ikki samdur í, tí hann staðfesti, at peningur er eisini brúktur til ábøtur av ymsum slagi, sum vóru neyðugar. Umsitingin hjá komm­ ununi og býráðið fer nú at seta seg saman at endur­ skoða fíggjarlógina, men akkurát nær tey eru komin til eitt úrslit, er ikki heilt greitt enn. Mugu skera inn á bein á Tvøroyri Hugsunnarsamir býráðslimir á Tvøroyri. Vinstrumegin er tað Pauli Einarsson, varaborgarstjóri, undir liðini á Kristini Michelsen, borgarstjóra. Báðir ásanna teir, at tað verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk á Tvøroyri og tað arbeiða fara teir undir nú Bumbaðu sjúkrahús Talsmenn hjá teimum tamilsku uppreistrarmonnunum í Sri Lanka vilja vera við, at stjórnarherurin hevur bumbað eitt sjúkrahús í bardagaøkinum har norðuri í landinum, og at minst 45 fólk lótu lív. Bretska kringvarpið BBC, sum bar tíðindini, sigur, at talsmenn fyri sjúkrahúsið hava váttað, at tey eru sonn. Amerikanska tíðindastovan AP hevur tosað við keldur á staðnum, sum vilja vera við, at tað var ein granat, sum rakti sjúkrahúsið. Sum skilst viðgjørdi sjúkrahúsið fólk, sum vórðu særd í bardøgum um vikuskiftið. ST sigur, at minst 300 fólk fullu í bardøgunum, og at umleið 1.000 vórðu særd. Ása vann ferð til Íslands Tað var Ása Adreasen úr Havn, sum vann SMS kappingina hjá 62ºN travel fyri apríl mánað. Hon vann eitt gávubræv. Ása var sum vera man sera fegin um at hava vunnið, somuleiðis maðurin og børnini sum eisini síggjast á myndini. Vinningurin er ein ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við Atlantic Airways til Reykjavíkar tur/retur við uppihald á Fjørukránni í 4 nætur við morgunmati og einum víkinga døgurða. Harafturat eru 4 útferðir, m.a. hestaríðing, útferð til Blue Lagoon og Golden Circle. Tey ætla sær avstað í summar. Í SMS kappingini hjá 62ºN travel fyri mai mánaði ber til at vinna eina konsertferð til The Eagles sum verður í Århus 30. mai, sí meira á www.62n.fo Sólvá Knudsen frá 62ºN travel handar her Ásu Andreasen gávubrævið.