Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 89 - 12. mai 2009 Stendur tað til Fólkaheilsuráðið verður vika 22 bilfrí vika, har fólk ganga til arbeiðis, í skúla og har tey annars skulu. Fleiri fyritøkur og kommunur eru við í tiltakinum, men vónað verður, at enn fleiri fara at gera burtur úr hesi vikuni, og landsstýrið ætlar sær at ganga á odda RØRSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Almenna heitið er Útivikan og er ein liður í Rørsluárin­ um 2009. Tað er Fólkaheilsu­ ráðið, sum stendur fyri hes­ um tiltakinum, og á tíðinda­ fundi í morgun varð greitt frá fyri miðlunum, hvør tankin handan hugskotið er og hvør ætlanin er. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, legði fyri. Hann segði, at hetta bert er fyrsta av fleiri tiltøkum, sum skipað verður fyri í sambandi við rørsluárið. Hann fegnaðist um, at hetta tiltakið er so ótrúliga væl móttikið allastaðni runt landið. Hann segði, at hann sjálvur rennur ein lítlan túr hvønn gerandismorgun, og at hann hevði fingið váttað frá sjálvum løgmanni, at landsstýrið skuldi ganga á odda at halda bilfría viku og í staðin ganga til arbeiðis. Pál Weihe frá Fólkaheilsu­ ráðnum segði, at uppgávan ikki er at fáa tey frelstu meira frelst, men heldur at fáa fólk, sum ikki røra seg, at røra seg. ­ Boðskapurin er, at tað skal ikki so ógvuliga nógv til. Kviklig gongd ein hálvan tíma um dagin ger stóran mun. Og eftirsum 25. mai er fyrsti summar­ dagur, er ógvuliga passandi at byrja rørsluvikuna tá, sigur Pál Weihe. Hann mælti fólki til heldur at ganga til arbeiðis enn at koyra, og tey, sum koma langvegis frá, kunnu passandi seta bilin í útjaðar­ anum av býnum og síðani ganga restina. ­ Hetta hevur tað hugna­ liga við sær, at tú møtir fólki, bæði øðrum fólki á veg til arbeiðis, ella fólki, sum eru eitthvørt ørindi, sigur Pál Weihe. Aktiv á Sandi Olga Fossdalsá, bygdarráðs­ limur á Sandi, greiddi frá teimum tiltøkum, sum kommunan hevur valt at fremja hesa vikuna frá 25. til 31. mai. Skipað verður fyri einum sonevndum ævintýrtúri í Gývuranarhol. Hetta er skipað sum ein familjutúrur við frásøgufólki sum greiðir frá tí ymiska, ið er at síggja á vegnum. Sands Sóknar Ferðalag skipar somuleiðis fyri tveimum túrum hesa vik­ una, men hetta eru túrar fyri roynd og væl vand gongufólk. Mánadagin, hósdagin og fríggjadagin í Útivikuni verður skipað fyri rúgvu av bóltspølum á sandinum, so sum langbólt, stikkbólt, høvdingabólt og beach volley. Fríggjadagin verða hartil settar grillir upp, so fólk kunnu hugna sær við grillmati eisini. Skúlin skipar eisini fyri einari kapping, har næming­ arnir fáa hvør sína dagbók, og so skulu teir hvønn dag skriva upp, um teir ganga, súkla ella verða koyrdir í skúla. Eisini verður skipað fyri einari súklukapping kring vatnið. Olga Fossdalsá nevndi eisini, at eldratilhaldið í bygdini fær vitjan av pen­ sjónistum av Oyri. Hetta var komið í lag áðrenn Útivikan var skipað. Vitjað verður á fleiri støðum, og nú er so gjørt av, at ganga millum støðini heldur at koyra við bussi, sum ætlan­ in annars var. Øll tiltøk hjá Sands kommunu eru ókeypis. Fyritøkur hugsa um heilsuna Dávur Winther frá Klaks­ víkar kommunu og Elin Lindenskov frá Tórshavnar kommunu greiddu eisini frá tí, sum hesar tær størstu kommunurnar í landinum fara at gera í sambandi við Útivikuna. Dávur Winther segði, at Klaksvík longu var upp á forkant við Útivikuna, og at kommunan hevði latið gjørt ein faldara sum greiðir frá, hvørjar rørslumøguleikar kommunan kann bjóða. Har eru renni­ og gongugøtur vístar, og aftarst í faldar­ anum er listi yvir eini 60 ymisk feløg, har tað ber til hjá fólki at røra seg. Elin Lindenskov segði, at Tórshavnar kommuna ikki hevði fyrireikað so nógv til Útivikuna. Hon vísti á, at tey júst høvdu skipað fyri Orkuviku, og at tey í tí sambandi høvdu skipað fyri ymsum rørslutiltøkum. Annars segði hon seg frøast um eina bilfría viku í býnum og vísti annars á, at bussleiðin koyrir ókeypis tríggjar ferðir um tíman í dagtímunum. Eisini tríggjar av teimum stóru fyritøkunum og stovn­ unum vóru við á tíðinda­ fundinum. Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, greiddi frá, hvat stovnurin ger fyri at eggja starvsfólkinum til at røra seg meira. Í Útivikuni fara starvs­ fólkini at fáa ein hálvan tíma av arbeiðstíðini til at ganga til arbeiðis í. Eisini hevur staðið øllum í boði at fáa eina heilsukanning frá Hjartafelagnum, umframt at stovnurin hevur fingið Magna Mohr at geva góð ráð um motión. Hartil hava øll starvsfólk fingið ein fetteljara, og nú fer ein kapping fram á stovninum um, hvør kann ganga mest. Stjórin roknar við, at hetta fer at føra til størri trivnað og færri sjúkradagar. Eisini Leivur Hansen frá SEV og Jan Mortensen frá Føroya Tele Samskifti greiddu frá, hvat teirra fyritøkur gera til tess at eggja sínum starvsfólki til at røra seg meira. Útivikan er sum nevnt fyrsta landsumfatandi til­ takið í sambandi við Rørslu­ árið 2009, men sambært Hans Paula Strøm ikki hitt seinasta. Landsstýrið ganga á odda í rørsluviku Jan Mortensen frá Føroya Tele Samskifti, Leivur Hansen frá SEV, Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, Elin Lindenskov frá Tórshavnar kommunu, Dávur Winther frá Klaksvíkar kommunu, Olga Fossdalsá frá Sands kommunu, Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, greiddu frá á tíðindafundi í morgun Mynd: Álvur Haraldsen Stendur nógv á Brown Var parlamentsval í Bretlandi í dag, hevði stjórnarflokkurin Labour fingið einans 23 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt millum veljararnar síðani ta fyrstu meiningakanningina av hesum slagnum í 1943, skrivar Reuters. Tann nýggja meiningakanningin, sum Daily Telegraph hevur gjørt, vísir eisini, at 70 prosent av teimum spurdu hava ikki álit á forsætisráðharranum, Gordon Brown. Millum annað eru bretar sera misnøgdir við ymiskt, sum er komið undan kavi í seinastuni. Eitt nú hava tingmenn hjá norðurírska Sinn Fein fingið nógvar pengar fyri at leiga íbúðir í London, hóast teir ongantíð hava verið í bretska tinginum. Vænta vend í USA Seinasta mánaðarskiftið var arbeiðsloysið í USA komið upp á 8,9 prosent, og tað er tað mesta síðani 1983. Tølini hjá arbeiðsmarknaði­ num vísa, at 539.000 amerikanarar gjørdust arbeiðsleysir í apríl. Tað var heldur minni, enn serfrøðingar høvdu roknað við, og hetta hevur fingið summar røddir at røða um, at kanska er ein vend á veg í USA. Tey bjartskygdu vísa millum annað á, at í mars mistu 663.000 amerikanarar arbeiðið, so apríl royndist munandi betur. Harafturat halda fleiri serkøn, at bankatiltøkini hjá stjónrini eru farin at geva úrslit, og at búskapurin nú fer at venda sær tann rætta vegin aftur.