Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 12. mai 2009 15 H eimurin stendur í ljósum loga. Hugmóð og grammleiki og markleysa tráðanin eftir einum materiellum utopia varð revsað, slerdi bakk, sum tá ið roynt verður at vinda ein installeringsmotor í gongd eftir drúgva uppiløgu. Menn og kvinnur royna at sløkkja eldin, sløkkiliðini spræna sjógv og skúm yvir innara varman í neokapitalismuni, fyri at hon ikki skal spreingjast í luftina, og her í landinum ganga vaksnir menn í sam­ gongu og sløkkja sum frægast við smáum altarskalikum. T eir í 200 spyrja: ”Hvør bestemm­ ar í Leoland? Í Leoland.” Fram­ haldandi svara teir sjálvir: ”Tingið er gjørt av pappmasjé. Øll vita væl, at teir bestemma slett ikki. Men øll eru mett av kandyfloss. Ganga full runt í meksikanarahattum og kenna sítt pláss.” Síðani spyrja teir aftur: ”Hvør bestemmar í Leoland? Í Leoland. Og svara: ”Í Leoland, er tað eingin, sum bestemmar. Og her er slett eingin plan. Eingin veit, hvør bestemmar. Í Leoland.” T ilvildin, afturvendandi kreppur og danir bestemma í Leoland. Seta vit gradistokkin upp í afturpartin á viljaleysa danska heimastýrinum, á 62 stigum norður, síggja vit, at fepur­ in er høgur og hækkandi. Gróðrar­ skrubbið, sum sæst á holdinum, er bara symptomið um eina sjúka skipan, har tær demokratisku súlur­ nar standa í hálvum og ongum gekki. Rættarskipanin er donsk og útinnandi og lóggevandi valdið lata seg tøla av útlendskum valdi, tá lógir av øllum handa slagi verða smoygdar niður yvir herðar teirra. Ríkislógir og kongligar fyriskipanir. Meðan nýslokti uttanríkisráðharrin tuskar runt í afrikansku frumskógunum við ongum heimildum, tær bóðu teir útlendingarnar á Christiansborg um at taka frá okkum, tá ið ABC­ gongan seinast ráddi fyri borgum. D ag eftir degi sita 33 danskir kommunardar og tróna her á Vaglinum, og einasti rættur teir hava, umframt at slota úr suður­ galvinum niðan á amtmansborgina og hitt sýlda Dannebrog, er at leggja skatt á fólk sítt og at gjara út til vinir og kenningar av samfelag­ sins ognum. Teir bróta vakt í hesum døgum, undiroystir av skilaleysum og illa hugsaðum og illa úr hondum greiddum uppskotum, men harð­ hjartaði málmaðurin í Tinganesi er ikki nøgdur. Frá eini listafram­ sýning úr Keypmannahavn oysir hann gor og gall yvir heimastýris­ parlamentið, og er ikki nøgdur fyrrenn hetta kýtir seg eins nógv og danska parlamentið, og fer at við­ gerða og avgreiða á leið 80 lógarupp­ skot um dagin. Sløk tríati túsund um árið. Umleið hundrað og tjúgu túsund í einum valskeiði. Ambitiónunum bila í hvussu er einki. Men hvussu stendur til í undirskógini hjá hesum fólkavalda skara, á stíggjunum har virðini í samfelagnum vera skapt? 1 . mai er dagurin hjá arbeiðarum kring um allan heim. Vit fingu hann ikki – vit tóku hann. Hundrað ár eftir fronsku kollveltingina og fyri stórt hundrað árum síðani, varð av­ rátt, at 1. mai frameftir skuldi hátíðar­ haldast sum dagur verkamanna, og á hesum degi skuldi arbeiðararørslan, um allan heim, seta fram síni sjónar­ mið við kravgongum og røðum. Á aðru millumtjóða arbeiðara­ rástevnuni – vanliga rópt onnur Internationala – sum varð sett og hildin í franska høvuðsstaðnum París í 1889 vórðu avgerandi krøv sett fram um batar í sosialu trygdini, og tá kom eisini kravið fram um at lógáseta ein 8­tíma langan arbeiðs­ dag. Hesi krøvini, hendan semjan og hetta nýggja rákið, í hesum gamla heimsparti, varð beinleiðis orsøkin til, at stríðsdagurin hjá arbeiðaranum varð ásettur, og at hann síðani hevur verið hátíðarhildin. E inki kemur úr ongum, ­ heldur ikki hesar markbroytingar. Mangt var farið fram undan hesum. Kollveltingarfúsir fraklendingar skipaðu fyri uppreistri í 1789 undir herrópinum: “Frælsi, javnaður og brøðralag.” Íðnaðarkollveltingin vant uppá seg seinast í 18. og fyrst í 19. øld og úr hennara kjalarvørri og nýggju framleiðsluhættunum, sum dagaðu undan við tíðini, kom undan kavi ein nýggj stætt av fólki – hetta var arbeiðarastættin. Ó tálmaða jakstranin eftir profitti fekk sjálvandi avleiðingar fyri tann veikara partin í hesum høpi. Tey, ið hildu hjólunum gangandi vóru frá fyrsta degi mergsogin, vanvird og trælkað, og sjálvsagda avleiðingin gjørdist, at henda nýggja stætt skipaði sær ein fakfelagsligan infra­ struktur, ið kundi standa upp ímóti áhugamálunum hjá kapitalinum. Har byrjaði stríðið, sum ongantíð endar. Áhaldandi stríðið fyri batnandi korum. Fakfelagsstríðið. Í byrjanini nationalt, men skjótt fekk arbeiðara­ rørslan altjóða snið og á millumtjóða stigi rann á fyrsta sinni saman í 1864. Tað hendi tá ið teir stóru heimspekingarnir Karl Marx og Friedrich Engels settu fyrstu millumtjóða arbeiðararáðstevnuna í London hetta sama árið. S amanfallandi er hetta størsta menningartíð í Føroyum. Út­ lendski einahandilin fær mønustingin og vinnulívið og tess spírar verða loystur úr fjøtrum. Tjóðskaparrørslan er farin og fer sum ein heitur strongur ígjøgnum samfelagið og fakfelags­ rørslan hevur so dánt megnað at hildið javnvágirnar. V it hildu, at politiska kreppukósin frá stríðsárunum fekk ein enda í 92, tá danskt heimastýri og okkara heilt serliga slag av kapitalismu – fløkti og lítið hugsjónarligi blandings­ búskapurin – krakeleraðu. Alt var kollrent. Tað sum fyrr vendi niður vendi nú upp, hóast avleiðingarnar vóru andskræmiligar. 7000 fólk flýddu sporenstrengs av landinum, og upptakið var møtimikið. Vónin um batar helt teimum eftirverandi í vatnskorpuni. Frælsisneistin munaði meira enn nakað. S íðani kom kúvendingin í 2004 tá fyrra ABC­samgongan av álvara setti kósina ímóti falleraða sam­ felagnum aftur. Arbeiðarin stóð nektaður, meðan politiska og borgar­ liga umfordeilingin, undir javnaðar­ leiðslu, sprændi skattalættar í fóðrið á teimum vælbjargaðu. Soleiðis oystu teir við pøs slakar fýra hundrað milliónir krónur burtur úr inntøku­ síðuni í fólksins kassa, ­ um árið. Samstundis lótu teir fiskastovnarnar upp til skutils, junglulógirnar hava tráðroynt stovnarnar niður í nakka, og samstundis sum teir soleiðis amputer­ aðu landskassan, skerdu teir búskap­ arliga grundarlagið undir samfelagn­ um við ongum fiskivinnupolitikki. Aðrar reguleringar í ymsum marg­ lætisskipanum vendu sama vegin, og úrslitið er nú, at felags kassin koyrir við drønandi halli og útlitini eru ring. K reppan í Føroyum er enn bara ein føroysk kreppa. Íkomin av politiskari vanstýring. Heimskreppan hevur kanska tikið í eitt vet onku­ staðni, men hon hevur higartil munað lítið og einki, lægri fiskaprísir í eitt hálvt ár undantiknir. Teir sum stíla fyri í Tinganesi og á Vaglinum hava onga tilbúgving í mun til hesa kata­ strofukós, nartla smávegis burturav hjá lesandi, arbeiðarum, Fróðskapar­ setrinum, pensiónistum, sjúkum og so frameftir, men veruligur heilivágur er eingin, og tey vælbjargaðu, sum dusaðu sær í fitilendinum hjá Javn­ aðarflokkinum frá 2004­2008, skulu framhaldandi liva sítt óavmarkaða lív í teimum ovaru luftløgunum. Í meðan situr vinnumálaráðharrin og spælir hund úti í Tinganesi. Bjargar vinum í privatum partafeløgum, sum nú koma undan væðingini við fleiri hundrað millióna undirskoti, sum ongin vitsti nakað um, tá ið avgerð­ irnar vóru tiknar, í Smyril Line, ein nýggjur soppavøkstur í almenna geiranum, og samstundis roynir hann at órógva tað sum hevur roynst í tjóðarbyggingini, m.a. Atlantsflog. Tað nýggjasta er, at hann roynir at slúsa ta somu óhepnu loysnina við rullandi loyvum inn í tað annars sterku alivinnuna. Útróðrarroyndin á Svínoyar­ og Fugloyarleiðini er bara sorgleys dagdvølja saman við góðum vinum. F iskimálaráðharrin situr uppi á Hálsi og gjarar út til vinir og kenningar, og stendur og fellir, sum eitt mjúkligt sevstrá, alt eftir hvussu lobby´in koyrir á hann. Eitt viljaleyst amboð í hondunum á sterkastu áhuga­ málunum. Sáttmálin við russar, makrelavreiðingin til norðmenn og merkiliga svartkjaftabýtið, har ein stórur partur av samfelagsins virðum eru avreidd útlendskum áhugamálum. Hetta eru dømi um, at politiska skipanin hevur spælt fallit. Hon tænir ikki fólksins áhugamálum longur, bara einum fátali í vinaskaranum. Aðrar reguleringar eru eisini ávegis frá knæðbóndanum av Økrum, m.a. ætlar hann nú at halda fram við gávubúðini í almennu jørðini, at økja um veiðitrýstið á grunnunum, at lógarregulera fyri handlar, sum vinir hava gjørt, og ikki minst ætlar hann, at fólksins ogn, tilfeingið, alt kann avreiðast uttanfyri landoddarnar og takast úr hondunum á føroyskum arbeiðarum. Í meðan gamli HB­málmaðurin fjasast við ferniseringar og tuskar runt millum málninga­framsýningar í Keypmannahavn, og svarar í eystur, tá ið spurt verður í vestur, er einasta boð um bjarging av landinum komið frá sterka manninum í búskaparmál­ um, Anfinni Kalsberg. Maðurin, sum enn einaferð hevur sett seg á viljan hjá føroyskum sosialdemokratum, fyrrverandi arbeiðaravinunum. Omaná gávubúðina til ríkmannalið landsins, hjá fyrru ABC­samgonguni, ætlar hann nú at gelda og magadraga fakfelagsrørsluna við lóg. Rørsluna, sum í stóran mun hevur verið drív­ megin fram til tað vælferðarsam­ felagið, sum vit hóast alt eiga í dag. Hann mælir til total stopp fyri lønar­ hækkingum hjá landsins arbeiðarum, og makka vit ikki rætt, so verður hetta ásett við lóg. Fáir dagar gingu, so var gamli stjórin á Kósini, sum ein eltibløðra í hølunum á honum, og troppaði upp á fundi við arbeiðara­ rørðsluna, og kravdi hendan sama órættin. Helst sendur í býin av heima stýrislandsstýrinum, sum nú situr. H endan borgarliga atsøknin má steðgast alt fyri eitt. Afturvend­ andi, at koma eftir fænum hjá teim­ um lægst løntu í landinum, hvørja ferð tað lotar úr hanakjafti, tí roynd­ ini fer fakfelagsrørðslan at steðga við øllum tøkum amboðum, ivist onga løtu um tað. Og so hendir hetta í kjalarvørrinum á tí sum hendi fyri stuttum, tá ið gjarað varð út í ólukku­ máta, hundraðtals milliónir og til endans milliardir av krónum, til tær ovaru røkurnar, ­ í góðum og upp­ gangandi tíðum, og nú í verri tíðum eisini. A rbeiðarin er ein søluvøra, ella rættari, arbeiðsmegin hjá arbeiðaranum er ein søluvøra. Ein frælsur arbeiðsmarknaður er trygdin fyri, at vit fáa selt okkara arbeiðs­ megi fyri hægstbjóðandi. Hesin meira enn hundrað ára gamli rættur, íkomin eftir stríð og strev, blóð og sveitta, streikur og kelv, skal verjast til seinasta blóðsdropa. Tunnils­ legendan av Viðareiði og javnaðar­ brøður hansara í Tinganesi og á Vaglinum skulu steðgast í føðingini, hesi nýggju hugsan teirra, hesum viðvíkjandi. T að eru ríkir møguleikar fyri einum framhaldandi vælferðar­ samfelagi í Føroyum. Tað krevur dygdir í vinnu og fakfelagsrørslu, og tað krevur, at poltiska skipanin tekur fulla ábyrgd av sær sjálvari og landi­ num. Í einum skilagóðum fiskivinnu­ politikki og einum visionerum arbeið smarknaðarpolitikki finst keldan til eina rættvísa umfordeiling av samfelagsins virðum. E in sterkur og frælsur føroyskur arbeiðari er garanturin fyri sjálvstøðuga vælferðarsamfelagnum Føroyar. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Hvør bestemmar í Leoland? Tíðargreinin tíðargreinin Jóhan Carl Dam