týsdagur 12. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 89 - 12. mai 2009
Høvdu ætlanir um yvirgang
Tveir franskir ríkisborgarar, sum vórðu tiknir í Italia seinasta heyst,
høvdu lagt ætlanir um yvirgangsatsóknir at Charles de Gaulle-
flogvøllinum í París og einstøkum málum í Bretlandi. Italska
løgreglan tók menninar í býnum Bari í november, tí hon hevði
illgruna um, at teir høvdu tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.
Umframt yvirgang skuldu menninir venja ungar muslimar til at
fremja yvirgang í Irak og Afghanistan. Italska tíðindastovan ANSA
skrivar, at menninir høvdu vápn og spreingievni í viðførinum, tá teir
blivu tiknir.
Tað eru nakrar eld
sálir innan matgerð
og framleiðslu, ið
eru farnar í samstarv
um at menna før
oyska matgerð og
framleiðslu. Fyrsta
verkætlan verður at
turka skinkur í Stóru
Dímun. Eydnast
verkætlanin, er
onki, ið forðar fyri
gastronomiskari
kollvelting innan
føroysk matgerð
Gastronomi
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Her fyri skrivaði Sosialurin
um verkætlan, sum inniber
at turka danskar skinkur í
føroyskum umhvørvi. Ein
partur av hugskotinum er at
finna út av, hvat tað er sum
hendir við kjøtinum, tá tað
verður turkað, og um grund-
arlag er fyri møguligum út-
flutningi. Nú er avgjørt, at
skinkurnar skulu turkast í
Stóru Dímun, Bø og Norð-
depli.
Turkingartíðin
er
mett at vera á leið 17 mán-
aðir, og vóna stigtakararnir
at kunna bjóða fólki fyrstu
skinkurnar næsta heyst.
Sjey menn eru við í verk-
ætlanini. Johan Mortensen,
ið hevur royndir innan
fiski- og oljuvinnuna, lækn-
in og granskarin, Pál Weihe,
Jóan Pauli Joensen, rektari
á Fróðskaparsetri Føroya
og matentusiastarnir, Leif
Sørensen, Johannes Jensen,
Birgir Enni og Mortan í
Hamrabyrgi.
- Útflutningurin av fiski
bara minkar og minkar, og
landið innflytir meir og
meir. Tann hugburðin vilja
vit broyta, og flyta fokus
yvir á føroyska framleiðslu
í staðin, sigur Johan Morten-
sen.
Nakað unikt í væntu
Tilfeingið manglar ikki í
Føroyum. Gourmet, mat-
stovan í Gríms Kambans-
gøtu, hevur eitt nú bara før-
oyskar rávørur á matskránni,
við undantaki av krúnhjørta-
kjøti, sum sjálvsagt verður
innflutt. Einki forðar før-
oyskum matentusiastum í
at fara undir arbeiðið at
menna føroyska matgerð,
annað enn mvg avgjaldið
og politisk raðfesting, og so
tað at hugsa øðrvísi hvat
hagreiðing viðvíkur.
- Hevði mann sett mvg
avgjaldið av søluni niður í
7-10 prosent, sum mann
ger í Íslandi, kundi tað av
álvara latið upp fyri møgu-
leikum. Vit hava heimsins
reinasta fisk í Føroyum, vit
hava møguleikar til at gera
rættan kvalitetsost, og eydn-
ast hendan turkingin væl,
kundu vit skapað nakað
heilt unikt, sigur Leif Søren-
sen, kokkur og eigari á
Gourmet.
Hann
greiðir
frá,
at
gistingarhús- og matvøru-
vinnan í Íslandi hevur
fingið góð úrslit við at land-
ið hevur verið inni og
stuðlað vinnuni. Í hesum
føri hevur landið lækkað
sølumvg’ið niður í 7-10 pro-
sent. Norskar matstovur
hava somuleiðis góðar treyt-
ir at virka undir, og fáa stuð-
ul til events av ymsum slag,
har maturin verður settir í
hásæti.
Aftur til røturnar
Johan, Pál, Jóan Pauli, Leif,
Johannes, Birgir og Mortan
hava sett á stovn felagið,
Gastronomiska
Akademi
Føroya, sum hevur til enda-
máls at menna føroyska
matvinnu. Leif Sørensen er
føroyska umboðið í Ny
Nordisk Mad.
- Tað er ikki ein kokkur í
Evropa, sum ikki veit hvat
Det Nordiske Køkken er.
Norðurlendski
køkurin
hevur vunnið 80 prosent av
øllum virðislønum, sum
hava verið latnar seinastu
árini, og tað eru bert fimm
ár síðan verkætlanin við
norðurlendska køkinum sá
dagsins ljós, greiðir hann
frá.
Tað einasta, sum kundi
verið broytt í føroyskari
matgerð, er hagreiðingin av
føroyska tilfeinginum. Hug-
skotið handan norðurlend-
ska køkin, er at fara aftur til
røturnar, og tað er tað, før-
oyingar eiga at gera.
- Men okkum tørvar
eisini dagførdar vinnu- og
framleiðslutreytir,
sum
kunnu skapa røttu karmar-
nar fyri matgerð í Føroyum.
Okkara ynski er at kunna
geva øðrum íblástur til at
fremja føroyska matgerð.
Føroysk framleiðsla er fyri
ein stóran part vistfrøðilig,
og høvdu politikarnir givið
henni líka stóran ans, sum
til
dømis
heilsu-
og
rørsluárið
hjá
heilsumálaráðnum, høvdu
vit tikið eitt risafet rættan
veg. Vit kundu skapað ein
nýggjan
kommersiellan
vinnuveg,
sigur
Johan
Mortensen.
Næsta
verkætlan
hjá
Gastronomiska
Akademi
Føroya verður at roykja síl
og laks við torvi.
Føroysk gastronomi kollveltast
Føroyskar rávørur skulu gagnn‡tast og hagrei›ast á
ø›rvísi hátt. Ta› kann lata upp fyri n‡ggjum vinnuvegi
fyri Føroyar. Gastronomiska Akademi Føroya er fari›
undir at turka skinkur í Stóru Dímun, Bø og Nor›depli,
og á Gourmet hava tey gjørt kips burturúr turrum fiski,
og snackstengur úr brey›i. Dressingurin er gjørdur úr
súrróma og hvonn
Mynd: Álvur Haraldsen