Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 12. mai 2009 17 Tey flestu av okkum kenna ivaleyst sangin “Eg minnist í gomlum søgum”, har Rasmus Effersøe í seinasta versi heitir á okkum við hesum orðum: “Latið ei søguna doyggja, goymi hana so væl, í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal” Soleiðis ber ikki til at syngja um føroyska flaggið uttan so, at vit seta søguna í fleirtal, tí um flaggið eru fleiri søgur. Hjá dønum er munin lættari, teir syngja bert “om Danne­ brog jeg ved, det faldt fra Himlen ned”. Enn einaferð hava vit hild­ ið flaggdagin á virðiligan hátt við røðum og sangi. Í Tórshavn helt Hans Andrias Sølvará eina sera áhuga­ verda røðu. Røðan er endur­ givin í Sosialinum 1. mai. 29. apríl skrivar Pól á Kletti somuleiðis eina sera áhuga­ verda grein í Dimmalætting, har hann millum annað endurgevur grein úr Glugg­ anum 1969, har Pauli Dahl greiðir frá flaggsøguni. Ár 2005 endurgav eg flaggsøguna, ið Emil Joen­ sen skrivaði, og fari eg at endurtaka hesa somu søgu. Hitt Føroyska Kristiliga Ungmannafelag í Keyp­ mannahavn. 25 ára minnis­ rit 1918 ­ 7. nov. 1943 Emil Joensen skrivar soljóð­ andi: Sunnudagin hin 2. mars 1919 var ein merkis­ dagur í Føroya søgu. Á hes­ um degi varð hitt nýggja føroyska krossflaggið víst á føstugangsveitslu Føringa­ felags í Brohusgade 17. Stu­ dentaflaggið hevur tað verið kallað av tí, at tað vóru stu­ dentar, sum vóru upphavs­ menn til merkisins og skap­ aðu tað. Høvuðsmenninir vóru stud. jur. Jens Olivur Lisberg og stud. theol. Janus Øssursson. Vit høvdu ofta tosað um, at vit føroyingar í staðin fyri tað gamla veðra­ flaggið áttu at fáa okkum eitt krossflagg javnbjóðis við hini norðanlandafólk. So ein dagin komu Jens Lisberg og Janus Øssursson inn á Regensen til mín í góðum hýri, nú skuldi álvara gerast av, og so varð farið at gera útkast til merkisins. Eg setti meg niður og teknaði á hvítum botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við. Hvør kantur var tveir fimtingar av tí reyða. Hetta hildu vit allir vera sera vakurt. Og tá ið vit so fóru at kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litun­ um. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólk­ unum. So varð farið oman í Frederiksberggade til Nord­ isk Flag og Fanefabrik at bíleggja lítið flagg. Tá ið vit so seinni fingu størri flagg niðan, breiddu vit tað út av Regensvindeyganum. Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir eins og vit, róptu hurra og ynsktu tillukku. Jens Lisberg og eg vóru báðir nevndarlimir av Føroy­ ingafelag. Og tað varð av­ gjørt, at lítla merkið skuldi berast fram á veitslufundi Føroyingafelags og vígast føstulávintssunnudag 2. mars. Í frásøgubók Føroyinga­ felags skrivaði eg um merkis­ vígsluna millum annað: “Hetta var merkisfundur í søgu Føroyingafelags, sum her skal sigast frá. Borðreitt var við smurdum breyði og øðrum góðgæti: Formaðurin Johann Hofgaard beyð fólki vera vælkomið, og sungið var føroyskur sangur. Hópur av fólki var nú samankomið. Rasmus Rasmussen, háskúla­ stjóri, helt talu fyri Føroyum. Andreas Samuelsen, fólka­ tingslimur, fyri Danmark, og Jóannes Patursson, landstings­ maður, fyri Føroyingafelag. Fleiri sangir vóru sungnir ímillum talurnar. Tá “Eg oyggar veit” var sungin, steig stud. polyt. Louis Zachariasen fram við einum nýggjum flaggi, bað hann føroyingar nýta hetta merki í staðin fyri veðra­ flaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klár a himin, meðan tann reyði og blái krossurin samansettur av teimum elligomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyldskapin við øll hini norð­ anlandafólk, ið eisini nýta krossflaggið. Kraftiga rung­ aðu hurrarópini fyri flaggin­ um, og sungin var sangur. Íslendski stud. theol. Sveinbjørn Høgnason bar Føroyum kvøðu sina og ynskti frændum sínum góða eydnu við hesum merki. Norskur lærari frá Oslo bar heilsu Noregs og úttalaði gleði sína við at vera til staðar. Maria Mikkelsen minti á Sviaríki. At hýrurin var sera góður, kendist bæði á teimum hvøllum hurra­ rópunum og enn meira á tí megnarsangi, ið borin var av einum sterkum tjóðskapar­ anda, sum gav góð lyfti fyri framtíðina. Í bókini stendur ymiskt annað um veitslur og útferðir við flagginum, eisini myndir. Ninna Arge Jacobsen (mamma Simma) segði mær, at hon var biðin um at seyma eitt lítið borðflagg, so teir kundu síggja, hvussu flaggið kom at síggja út, áðrenn teir fóru á flaggverksmiðjuna. Hetta borðflagg varð givið til Føroya Fornminnissavn og er til sjóndar har. Samrøða við Ninu Zac­ hariasen, konu Louis Zac­ hariasen, 26­4­1989. Nina Zachariasen greiddi frá, at Louis hevði eitt før­ oyskt flagg við sær, tá ið hann flutti heim aftur til Føroyar. Louis segði hetta verða flaggið, ið Kjartan Mohr bar á útferðini í Svør­ íki. Flaggið varð goymt uppi á loftinum millum burturløgd klæðir. Nina segði, at Louis seinni hevði givið Fróðskaparsetrinum flaggið! Eg skundaði mær at spyrja um flaggið, men á Fróðskaparsetrinum vistu teir einki um nakað flagg. Ein dagin, nakað seinni, møtti eg Onnu Nolsø, gift við Kaj Nolsø (Anna vaks upp hjá fastur síni Ninu og Louis Zachariasen). Eg spurdi hana tá, um hon visti nakað um eitt føroyskt flagg, ið hevði ligið upp á loftin­ um. Jú, tað visti hon væl, tí flaggið var heima hjá teim­ um, tey høvdu júst tosað um, hvat ið tey skuldu gera við flaggið. Eg bað hana geva Fornminnssavninum flaggið til ognar, og hon so gjørdi. Sosatt eru bæði um­ røddu fløgg á Føroya Fornminnissavni. Nina segði seg minnast føroyskt flagg standa á pulti­ num í Rosenborggade hjá Emil Joensen, har føroyingar komu saman sunnukvøld og hóskvøld. Nina var í Keypmannahavn 1924­1925. Í Dimmalætting 6. nov. 1998 stóð við feitari yvir­ skrift: “Føroyska flaggið fær altjóða nummar. Litirnir í flaggi okkara eru framvegis blátt, reytt og hvítt”. Nei, nei og aftur nei, litirnir í flaggi okkara eru hvítt, blátt og reytt. Litnumrini eru á tí fagurreyða PMS 186 og tí azurbláa PMS 3005. Gleði­ ligt er, at tað er hepnast at seta nummur á litirnar, tí tað kunnu verða rættiliga mong frávik í litbrøgdum í hvørj­ um liti sær. Um fløgg og litir er at siga, at dúkaliturin altíð verður nevndur fyrst. Enn eiga vit ongan flagg­ sang við rættari raðfylgju av litunum. Hugarensl. Eg minnist meg vera á eini veitslu í Føroyingafelagnum í Keyp­ mannahavn, helst hevur hetta verið í 1950. Menn tóku orðið, og serliga minn­ ist eg ein eldri mann. Mær er sagt, at navnið var Sigurd á Mýru. Maðurin hevði búð mong ár í Danmark. Hann segði seg fegin vilja geva Føroyingafelagnum ein nýggjan fana. Tá ið Sigurd hevði sett seg, reistist Kjartan Hentze av Sandi og segði, at á føroyskum segði ein ikki fani um flaggið, men fáni. Rætti málburður hevur nógv at siga enn sum áður. Eg haldi, tað hevði verið eitt gott hugskot at prenta hesar tríggjar ymisku frá­ greiðingar í eitt lítið hefti, møguliga til skúlabrúk. NicoliNa JeNseN Beder Hitt føroyska flaggið Tá Lágargarður var latin upp í 1987, segði ein politikari við eitt starvsfólk á stovnin­ um, sum var fegin um at hava fingið starv har: Ja, har kanst tú óivað sleppa at vera eini 2 ár. Men so mást tú fara heimaftur til tey avvarðandi við búfólkun­ um og siga takk fyri lán. Ein tílíkur stovnur er alt ov dýrur at reka. Eru vit í dag eru har, sum hesin politikarin spáddi, so kundu vit kanska sagt soleið­ is: Nú hevur Lágargarður eitt rúm leyst at koma at búgva í. Góðir karmar eru til røkt. Kravið er, at avvarð­ andi sjálvi luttaka í røktini til sítt búfólk á stovninum? Stórur tørvur er á eldra­ røkt, serliga í miðstaðar­ økinum. Hetta sæst einamest á telefonstorminum, ið er, hvørja ferð eitt pláss er leyst. Orsakað av broyting­ um í liviumstøðum sam­ stundis sum alt ov fáar faciliteter so sum vardar íbúðir o.t. er útbygt, er stór­ ur eftirspurningar eftir plássi á sambýlum, Ellisheiminum og røktarheimum. Tá tørvur­ in er so stórur, verður somu­ leiðis stórur trekleiki í skip­ aninum. Er ein fyrst komin inn á ein stovn í miðstaðar­ økinum, er nærum ógjørligt at flyta á annan stovn, sjálvt um tørvurin fyri røkt broyt­ ist. At haraftrat er funnið uppá at innrætta gomul hús til gomul fólk, tí politikarnir halda tað er ódýrast, er ein stór misskiljing, sum kann koma at standa okkum dýrt framyvir. Men har eru vit so. Tørv­ urin er sum fyrr nevnt ovur­ stórur, og hevur hetta elvt til, at stórir fundir eru hildn­ ir um tørvin fyri eldrarøkt her í miðstaðarøkinum við luttøku av lands­ og komm­ unalpolitikarum. Men hvat nyttar at ”lova” betringar á økinum so sum at gera/ byggja fleiri pláss, um ikki er ráð at reka tey? Tá Lágargarður varð tikin í nýtslu, vóru fleiri fólk í røktini á stovninum enn í dag. Hetta hóast búfólkini í dag oftast eru nógv verri fyri, enn tey vóru í 1987 – orsakað av alt ov langari bíðitíð at koma inn á stovn­ in. Sparingar hava verið alla tíðina, men krøvini til starvs­ fólkini eru bara herd. Árið í ár er onki undantak. Eitt er, at tól sum t.d. upp­ vaskimaskinur, køliskáp og røktaramboð so sum liftir næstan ikki er útskift síðan byrjan og bert virka neyð­ turviligt takkað verið ótrú­ ligu kreativu húsavørunum. Annað er, at skarvað hevur javnan verið av arbeiðstímun­ um hjá starvsfólkunum, m.a. verður ikki tikið avloysari inn fyrsta dag, eitt starvsfólk er sjúkt. Og her skal minnast á, at okkara arbeiðsuppgávur kunna ikki goymast til næsta dag! Sparingarnar eru gjørd­ ar við vælvild frá starvs­ fólkunum. Men nú er spart inn á bein. Her er onki at koma eftir, um støðið á røktini skal haldast. Havi ofta spurt meg sjálva, um tað er orsak­ að av, at mest konufólk starv­ ast her, at vit hava gingið við til so nógvar sparingar? Ein roynir at fáa alt at ganga – grenja yvir fyri hvørjum øðrum, men gera sjáldan vart við okkum har, ið av­ gerðir verða tiknar. Lítið hevur verið alment at hoyrt frá starvsfólkunum hesi ár hóast allar sparing­ arnar. Tey flestu hava bert roynt at runnið skjótari. Men nú er neyðugt at rópa hart. Spurningar eiga at setast í samband við krav um spar­ ingar. Skal støðið á røktini/ tilboð í samband við hesa setast niður? Nær fara poli­ tikarnir at hyggja nágrein­ liga at, hvussu peningurin á røktarheimunum verða nýttir, áðrenn krøv verða sett um sparingar? Eg spyrji? Nú eiga politikarnir at siga okkum, hvat ikki skal gerast sjúkrarøktarfrøðingur HJørdis WeiHe Hetta skal bert vera ein lítil viðmerking afturat um sak­ armálið millum Fiskimanna­ felagið og Arctic Viking. Jan Højgaard roynir fram­ vegis at gera tað til, at eg við at hava vitnað í sakini skal hava skatt sakina hjá fiskimonnum. Tað var annars so, at rættu­ rin í dóminum legði dent á tvey vitni. Annað var reiðarin á saksøkta skipinum. Hitt var ein av manningini á Arctic Viking, sum FF sjálvt førdi sum vitni, og sum stuðlaði frágreiðingini hjá reiðaranum í avgerandi spurningi. Annars roknaði dómarin sáttmálan fyri at vera púra greiðan viðvíkjandi javnbýti. Einki kom fram frá FF um nakað annað. Tað er kent, at Jan Høj­ gaard dugur ikki at skilja millum sín egna fantasi og verunleikan. Her skal bert verða nevnt eitt dømi av mongum. Á heimasíðuni hjá FF stendur í samband við at sáttmálin varð framlongdur seinasta heyst: “Fyrst í árinum lógu skipini leingi, tí Reiðara­ felagið og Fiskimannafelag­ ið ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála. Tá varð kravið frá reiðarunum eitt nú, at manningin skuldi gjalda ein part av hækkandi oljuútreiðslunum. Tá tað kravið var slept, fóru skipini aftur í vinnu.” Her skal gevast tann fatan, at tað var reiðarafelagið, sum legði flotan vegna oljuspurningin. Veruleikin var tann beint mótsatti: Jan Højgaard var so grammur eftir at sleppa at “leggja flotan”, at hann í fyrsta umfari leyp semings­ stovnin um. Síðan var tað hann og ikki reiðarafelagið sum lýsti verkfall. Men frammanundan verkfalli­ num hevði reiðarafelagið longu bjóðað sær til at endurnýggja sáttmálan óbroyttan við teirri hækking í eftirlønargjaldinum, sum seinni kom í sáttmálan. Tískil varð oljuspurningurin avgreiddur longu áðrenn verkfallið, sum tí var full­ komiliga meiningsleyst, tá hugsað verður um úrslitið. Hetta lýsir betri enn annað trúvirðið í Jan Højgaard. Á tí økinum hevur hann í hvussu verið nýskapandi! Óli JacoBseN Arctic Viking: Vitnið hjá Jan Højgaard gav FF tapið viðmerkingar