Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 89 - 12. mai 2009 lýsingar Ert tú íverksetari ella arbeiðir tú í einum virki við nýskapandi virksemi, so er hetta ein møguleiki at ogna sær vitan um føroysku vinnuframaskipanina. Vinnuframagrunnurin skipar fyri almennum tiltaki, sum hevur til endamáls at kunna um og vísa á møguleikar hjá íverksetarum og nýskapandi virkjum at fáa nýskapan til høldar. Tú fært vitan um: - hvussu tú kanst søkja stuðul úr Vinnuframagrunninum - hvussu tú skalt skipa títt virksemi sum íverksetari - hvussu tú kanst fáa ókeypis skrivstovutænastur og ráðgeving til nýskapandi virksemi - hvussu tú kanst fáa íleggjarar og fígging Tiltakið verður í Norðurlandahúsið hósdagin 14. mai frá kl. 17 til 21. Tiltakið er ókeypis. Tilmelding fer fram við telduposti til vfg@vfg.fo ella á telefon 311085. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 13. mai kl. 12. Skrá: Íverksetarastuðul Hvussu virkar Vinnuframagrunnurin, Bogi Eliasen, ráðgevi At stovna virki, Árni Ellefsen, Løggildur grannskoðari SPEKT Steðgur og Ábit Ráðgeving til íverksetarar og nýskapandi virksemi, Steinbjørn í Dali, prosjektleiðari fyri VFG Bitland nýskapanardepil, Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland Íverksetarahúsið í Klaksvík, Rani Nólsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum Íverksetarar um íverksetarastuðulin og Kleking, Dánjal Jacob Jacobsen, stjóri í Decision3. Íleggjarar og bankafígging Avbjóðingin hjá íverksetarum at fáa íleggjarar við, Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland SET sum íleggjari, Símun Hammer, stjóri í SET Framtak sum íleggjari, Gloria Kalsø, forkvinna í Framtak Bankafígging Kaffi og høvi at práta við fyrilestrarhaldararnar. Netverk Undir tiltakinum og aftaná tiltakið er møguleiki at hitta og gera avtalu við tey, sum hava lagt fram. Íverkset saman við okkum! Vinnuframagrunnurin | Hoyvíksvegur 51 | Postboks 3079 | 110 Tórshavn Tel 31 27 94 | Faks 31 67 03 | vfg@vfg.fo krea . tel 60 80 80 Demokratia | 100 Tórshavn Tlf. 212848 | www.demokratia.fo Frá Demokratia: Fyrilestur við Hans Engell Kom og hoyr Hans EngEll greiða frá um politiska landslagið í Danmark og um javnstøðu-spurningar í politikki í dag. Eisini verður høvi at seta spurningar. Tiltakið verður í Miðlahúsinum Kristi Himmalsferðardag, hósdagin 21. mai, kl. 19.30. Orðstýrari verður Rigmor Dam. Íbúð í Havn til leigu Íbúð í miðbýnum í Havn til leigu. 2 kømur, stova, køkur, bað. Atg. til vaskimaskinu. 5.000 kr./mðr. + ljós og hita. Til leigu til friðarligt fólk. tlf. 315355