týsdagur 12. mai 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 12. mai 2009
19
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
25 ár eru liðin síðan Blá
krossheimið í Havn varð
sett á stovn. Byrjað var 6.
mai 1984 í Kongagøtu, og í
1987 var flutt niðan í Lyng
gøtu, har stovnurin hevur
hildið til síðan.
Blákrossheimið er ein við
gerðarstovnur fyri fólk við
rúsdrekkatrupulleikum.
Á
heiminum fæst avrúsing,
viðgerð
og
eftirviðgerð.
Dentur verður lagdur á trivn
að og góðan felagsskap í
kristnum umhvørvi við sam
røðum, samanspæli og sam
veru.
Á heiminum, sum hevur
pláss fyri 15 innskrivaðum í
senn, starvast leiðari, psyko
logur, lækni, sjúkrasystir,
sjúkrahjálpari, prestur og
fleiri onnur hjálparfólk við
royndum innan viðgerð av
rúsevnismisnýtslu. Heimið
er góðkent sum viðgerðar
stovnur av Føroya Lands
stýri.
Leiðari á Blákrossheimin
um er Olga Magnussen, sum
tók við eftir Sólborg Dula
vík í 2001.
Sólborg hevði tá verið
leiðari, síðan heimið var
Blákrossheimið 25 ár
“Várfest” er heitið á einum
nýggjum tiltaki, sum verður
sunnudagin 17. mai í mið
býnum í Havn. Byrjað verð
ur kl. 15. Skráin verður
rættiliga umfatandi, og fyri
reikararnir vænta nógv fólk
henda dagin, og at tiltakið,
sum er ókeypis, fær góða
undirtøku.
Tiltakið byrjar við stórari
skrúðgongu. Heðin Morten
sen, borgarstjóri, setur til
takið, og aftaná syngur
barnakórið í Oasuni. Síðani
verður møguleiki at uppliva
fleiri av teimum kendu søg
unum, sum eru í Bíbliuni.
Søgurnar eru gjørdar til 10
stuttar leikir, ið verða fram
førdir á smáum pallum runt
um í miðbýnum. Leikirnir
eru samanhangandi, men
hava hvør sín boðskap.
Eisini ber til at keypa sær
okkurt til matna, meðan
klovnar vísa síni kynstur,
og á pallinum verður nógv
ur ymiskur tónleikur, dukku
show, dansiframførsla o.a.
Luttøka verður m.a. eisini
av 70 ungdómum frá bíbliu
eftirskúlanum Alterna í Dan
mark umframt motorsúkklu
felagnum CrossBikers MC
Føroyar. Býurin verður prýdd
ur við bannara, vimplum og
øðrum.
Ókeypis suppa
Harumframt verður bjóðað
øllum luttakandi ókeypis
suppu á Vaglinum kl. 17.30.
Og so verður ein uppboðs
søla av málningum hjá fleiri
føroyskum listafólkum –
nevnast kunnu m.a. Eyðun
av Reyni, Øssur Mohr, Edith
Mørkøre, Maria Mørkøre,
Eli Smith, Poul Skarðenni
og Sámal Toftanes. Nakrir
av hesum málningum verða
málaðir á Vaglinum, sam
stundis sum tiltakið fer
fram. Tað, sum inn kemur
fyri uppboðssøluna, skal nýt
ast til at gjalda útreiðslurnar
av tiltakinum. Verður nakað
avlop, fer peningurin til
vælgerandi endamál.
Eitt familjutiltak verður á
pallinum kl. 19.00, og kl.
21.00 byrjar eitt stórt ung
dómstiltak, har fleiri tón
leikabólkar fara at framføra,
samstundis sum kaféin verð
ur opin. Eisini verða dansi
bólkar, drama og ymiskt
annað spennandi á skránni.
Fyrireikararnir siga, at
endamálið við tiltakinum er
at skapa eitt umhvørvi, har
bíbilski boðskapurin verður
boðaður á ein spennandi,
avbjóðandi, hugtakandi og
stuttligan hátt við sangi,
drama og upplivingum. Til
takið er skipað av fleiri sam
komum/kirkjum í Havn,
sum luttaka á ymiskan hátt.
mg
Várfest við drama og uppboðssølu
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða
mamma, vermamma, omma, langomma
og olduromma
Sanna Guttesen
Sørvágur
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á Sýnini, sum vóru um hana.
Takk til Ingu P. Dam, prest, og tykkum, sum vóru
komin saman á Sýnini.
Takk til prest fyri góð orð í kirkjuni og til
kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Sørvágs kirkju og takk til øll tykkum, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hans Jákup, Elmar, Anton, Ólavur, Sára,
Heini og Sjúrður
Olga Magnussen er leiðari á
Blákrossheiminum
Dagurin
12. mai. Pancratius, deyður í umleið
300. 13 ára gamal drongur, sum varð
tikin av døgum fyri trúar sakir.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2.
broytta útgáva 2008)
Leygardagin 12. mai 1984
hevur tíðindablaðið Sosial
urin frásøgn frá eini vitjan
hjá løgtingslimum á radar
antennustøðini á Sornfelli,
har kunnandi fundur var
fyri tingmonnum og jour
nalistum.
Orsøkin til vitjanina var,
at í danska tíðarritinum For
svar hevði verið ein avdúk
andi grein um amerikansku
støðina, og líkt var til at
hetta kom ávart á føroyska
almenningin og politikarar.
Fyri 25 árum síðan:
Tingmenn
vitjaðu á
Sornfelli
Tíðindafólk og politikarar á Sornfelli f.v.: Ingi
Samuelsen og Snorri Brend, Johannes Martin Olsen,
(teir sum venda ryggin til, halda vit vera Adolf Hansen
og Páll Vang), Frederik Olsen (á veg úr bussinum),
Eli Nolsøe, Niels Bentsen, ríkisumboðsmaður, og Jan
Müller, blaðstjóri á Sosialinum