Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 89 - 12. mai 2009 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur So vann Shearer Newcastle kom í gjár­kvøldið upp um niður­flytingar­­ str­ikuna við sigr­i á Middlesbr­ough Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Alan Shearer hevur bíðað fleiri vikur eftir sínum fyrsta sigri, sum venjari hjá Newcastle. Í gjárkvøldið kom hesin til høldar, tá New­ castle vann granna­ og botnuppgerðina ímóti Middlesbrough 3­1. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1­1. Tað byrjaði annars stak illa hjá Newcastle. Longu tá tríggjir minuttir vóru farnir kom Middles­ brough á odda við einum sjálvmáli. Tó gingu bert seks minuttir, so hevði Newcastle javnað, tá Steven Taylor stútaði eitt hornaspark frá Danny Guthrie í netið. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki, sum hvørki liðið í roynd og veru kundi brúka til nakað sum helst. Men tá 70 minuttir vóru farnir satsaði Alan Shearer. Hann tók Michael Owen út, og setti Obefemi Martins á vøllin. Martins hevði verið á vøllinum eina stutta løtu, tá hann langaði bóltin framvið Brad Jones í Middles­ brough­málinum til 2­1. Stutt undan leikloki staðfesti danin, Peter Løvenkrands sigurin hjá Newcastle, sum nú er at finna røttu megin niður­ flytingarstrikuna. Chelsea­fjeppar­ar­ er­u far­nir­ undir­ eina her­fer­ð, sum skal minka um møgu­ leikar­nar­ hjá Nor­egi at vinna Tónleika Gr­and Pr­ix komandi vikuskiftið Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Norski fótbóltsdómarin, Tom Henning Øvrebø hevði kanska sín ringasta dag, sum fótbóltsdómari, tá hann dømdi seinnu hálvfinaluna millum Chelsea og Barce­ lona á Stamford Bridge seinasta mikukvøld. Tom Henning Øvrebø vildi ikki døma brotsspark, hóast fleiri støður vóru, sum kundu ­ og kanska burdu ­ givið Chelsea brots­ spark. Hetta hevur fingið ilt í fleiri Chelsea­fjepparar, og nú skal vreiðin hjá teim­ um ganga út yvir norska luttakaran í tí europeisku tónleikakappingini Euro­ vision. Chelsea­fjepparnir heita nú á Bretland og onn­ ur lond, um at syrgja fyri, at Alexander Rybak, sum um­ boðar Noreg ikki fær nakað stig í europeisku tónleika­ kappingini. Tekur tað ikki í álvara Alexander Rybak er annars favorittur til at vinna Grand Prix­kappingina hjá fleiri veddingarfyritøkum. Men nú arbeiða Chelsea­fjepp­ arar hart fyri, at Noreg og Alexander Rybak ikki fáa sigurin í europeisku tón­ leikakappingini til høldar. Leiðarin fyri Chelsea­stuð­ lunum í Noregi, Even Strete sigur í stuttari viðmerking til Rás2, at talan má vera um skemt, sum hann ikki dugir at taka í fullum álvara. ­ Grand Prix kappingin hevur lítlan og ongan týdn­ ing, væl minni av týdningi enn fótbóltur hevur, heldur Even Strete. Even Strete sigur, at tey í Chelsea­fjepp­ arafelagnum í Norgi eru misnøgd við avrikið hjá Tom Henning Øvrebø á Stamford Bridge seinasta mikukvøld, men at tey taka frástøðu frá persónsjagstran ímóti Tom Henning Øvre­ bø. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru fyrrverandi íslend­ skir landsliðsspælarar, sum hava tikið stig til dystin, verður á Tórsvølli nú leygar­ dagin. Í tíindaskrivinum verður sagt, at hetta er ein eitt dømi um sterku vinarbond­ ini, sum altíð hava verið millum Føroyar og Ísland. Og at íslendsku spælararnir á hendan hátt vilja sýna sína tøkk mótvegis hjálpini, sum Føroyar hava veitt grannatjóð okkara, nú land­ ið er í svárari búskapar­ kreppu. Og í so máta er helst mikið hóskandi, at løg­ maður er millum spælar­ arnar á føroyska liðnum. Uni Arge og Jens Martin Knudsen hava báðir roynt seg í íslendskum fótbólti, og teir bóru skjótt av, tá teir fingu áheitan um dystin. Kostnaðurin fyri at koma inn á Tórsvøll leygardagin er settur til 20 krónur, og fer ágóðin av dystinum óskerdur til vælgerandi endamál á Landssjúkrahús­ inum. Hetta eftir áheitan frá íslendsku spælarunum. Sjálvur dysturin verður spældur leygardagdin klokk­ an 16, og verður tað varafor­ setin í FSF og fyrrverandi altjóða dómarin, Niklas á Líðarenda, sum skal døma dystin. Løgmaður á fótbólts- landsliðið Mistøkini hjá Øvrebø skulu hevnast Jens Martin Knudsen, Leiftur Kaj Leo Johannesen, HB Hans Fróði Hansen, Fram, Breiðablik Jens Christian Hansen B36, Ayr United Uni Arge, Leiftur, IA Sámal Joensen, Leiftur Jens Erik Rasmussen, Leiftur John Petersen, Leiftur Alan Mørkøre, IBV Allan Joensen, Skallagrimur Pól Tortsteinsson, Valur Gunnar Mohr, HB Øssur Hansen, B68, B36 Jákup Eli Olsen, B68 Kári Reynheim, HB, B36 Magni Jarnskor, GÍ Bjarki Mohr, B71, HB Jákup S. Simonsen, B36 Føroyski hópurin Tað er­ tó ikki Br­ian Ker­r­, sum hevur­ sent løgmanni dystar­boð, men Jens Mar­tin Knudsen, sum saman við Una Ar­ge stendur­ á odda fyr­i úttøkuni av før­oyskum veter­an­ landsliði Kaj Leo Johannesen var í fleiri ár millum fremstu før­ oysku fótbóltsspælararnar. Hann verður partur av føroyska hópinum, sum leygardagin skal spæla veteranlandsdyst móti Íslandi