Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 209 • týsdagur • 30. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyski landsliðs- málverjin ynskir ikki at flyta familjuna til Noregs fyri tað til- boðið, sum hann hev- ur fingið frá Molde ÚTISETI Jóannes Hansen Fyrrapartin í gjár fór Jákup Mikkelsen úr Molde. Um- vegis Oslo gekk leiðin til Keypmannahavnar. Eftir døgurða var Jákup Mikkel- sen aftur í danska høvuðs- staðnum, og tað er ikki sannlíkt, at hann fer aftur til Molde. – Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan – bæði á vøllinum og í býnum – so hevur mær dámt væl í Molde. Tað hevur gingið væl á vøllinum, og eg eri fallin alt betri til í býnum. Og tú ætlar tær ikki at halda fram í felagnum? – Eg tosaði við teir í síðstu viku. Teir komu við einum tilboði, og eg má bara staðfesta, at tilboðið ikki er av einum sovornum slagi, at tað er lokkandi hjá mær at flyta til Molde saman við familjuni. Tá talan er um so stóra broyt- ing, sum at konan skal gev- ast við útbúgvingini, børn- ini skulu læra eitt nýtt mál og fella til í nýggjum um- hvørvi, og tað harafturat er møguleiki fyri, at eg ofta skal sita á beinkinum, so ber tað ikki til at taka av, uttan at talan er um eitt rættuliga gott tilboð. Og eg haldi ikki, at tilboðið, sum eg havi fingið frá Molde, er av hesum slagnum. Hevur tú boðað Molde leiðsluni frá hesum? – Nei, tað havi eg ikki. Eg skuldi umhugsa støðuna til týsdagin, men eg havi tikið støðu og fari at boða teimum frá, at eg komi ikki aftur. Bíðar eftir nýggjum møguleika Jákup Mikkelsen veit ikki, hvar hann nú fer at spæla fótbólt. Hesar seinastu vik- urnar hevur verið at hoyrt um fleiri feløg, sum hava brúk fyri nýggjum mál- verja. Talan er millum ann- að um feløg í Danmark, Skotlandi, Onglandi, Holl- andi og Týskalandi. Tað eru nógvir fótbólts- umboðsmenn, sum hava samband við nógv feløg og spælarar, og Jákup Mikkel- sen hevur samband við onkrar av hesum monnun- um. – Nú gleði eg meg at vera saman við familjuni í Has- lev. Eg veit ikki, hvar fót- bóltsframtíðin liggur. Eg kenni meg framvegis at vera væl fyri, og eg havi einki ímóti at spæla fótbólt í nøkur ár afturat. Men nú havi eg innstillað meg uppá at bíða, og so fáa vit at síggja, sigur Jákup Mikkel- sen. B71 og GÍ hava fingið 5000 krónur í bót í part, eftir at onkur gjørdi seg inn á ognir hjá dómarum í sambandi við dystir á Sandi og í Gøtu. Feløgini skulu eisini gjalda endurgjald til dómararnar FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Kappingarnevndin hjá Fót- bóltssambandinum hevur gjørt av, at B71 og GÍ skulu hava 5000 krónur í bót. Harafturat skulu feløgini gjalda næstan 3000 krónur hvør fyri oyðilagdar lutir hjá dómarum. Orsøkin til bøturnar eru hendingar undir og eftir dystir í Gøtu og á Sandi. Í Gøtu hevði onkur kruvt eitt dekk á bilinum hjá Birgiri Sondum, sum dømdi 1. deildardyst har. Á Sandi vóru klæðini hjá Petur Skarðenni tveitt undir brúsuna, meðan hann dømdi fyrra uppflytingar- dystin millum B71 og Skála, sum B71 tapti 4-1. Bót og endurgjald Kappingarnevndin fekk frágreiðingar frá dómarun- um um tilburðirnar, og á fundi fyri vikuskiftið gjørdi nevndin úrskurð í málun- um. B71 skal gjalda 5000 krónur í bót, umframt at Petur Skarðenni skal hava millum tvey og trýtúsund krónur í endurgjaldi fyri, at klæðini hjá honum vórðu tveitt undir brúsuna, so hann noyddist brókaleysur norður til Havnar aftur. GÍ skal somuleiðis gjalda 5000 krónur í bót, og Birgir Sondum skal hava millum tvey og trý túsund krónur í endurgjaldi fyri kruvda dekkið á bilinum hjá sær. Feløgini fingu í gjár fráboðan um niðurstøðuna hjá Kappingarnevndini, og tey hava nú eina viku til at kæra dómin til Dóms- nevndina hjá FSF, sum tekur endaliga avgerð í slíkum málum. Jákup hevur sagt farvæl til Molde B71 og GÍ fingu bót fyri buksuvatn og kruvt dekk Klæmint vónar at gevast sum meistari síða 23 – Eg skuldi umhugsa støðuna til týsdagin, men eg havi tikið støðu og fari at boða Molde frá, at eg komi ikki aftur, sigur Jákup Mikkelsen Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at tað kostar 5000 krónur at geva dómara buksuvatn og at kryvja dekk á bili hjá dómara 14 Nr. 209 - 30. oktober 2001 350 skúlabørn frá 4. – 7. flokk úr nærum øll- um Føroyum sungu av lívsins kreftum inni á Toftum seinna- partin fríggjadagin. Børnini hava vant sangirnar í skúlanum í nakrar vikur, og varð hetta rundað av við eini stórari barna- konsert í Fríðriks- kirkjuni seinnapartin fríggjadagin BARNAKONSERT Ingrid Bjarnastein Sólin hevði hug at kaga fram tíðliga seinnapartin fríggjadagin tá Sosialurin vitjaði inni á Toftum. Í Fríðrikskirkjuni vóru um- leið 350 børn úr megin- partinum av Føroyum saml- aði til at syngja av øllum alvi fyri foreldrum og øðr- um áhugaðum. Børnini møttu upp tíðliga fyrrapartin inni á Toftum har tey so vandu megin- partin av degnum til stóru konsertina. Teir ymsu skúlarnir vórðu býttir upp í tríggjar bólkar, sum síðani vóru spjaddir runt í kirkjuni har tey sluppu at venja. Menna sangin á skúlunum Tað er Føroya Sanglærara- felag, sum skipaði fyri barnakonsertini. – Grundin til, at vit skipa fyri tílíkum tiltaki er fyri at menna sangin runt um á skúlunum í landinum, sigur Zacharias Sørensen, limur í Føroya Sanglærarafelag. – Tað gongur afturá við sangi á skúlunum, børnini syngja minnig og minni, og skúlaskipanin ger, at tað eru minni sangtímar til børnini. Eitt tílíkt tiltak ger, at skúli, børn og lærarar fáa nakað at syngja fram til, tí nógvir skúlar vísa áhuga at vera við. Vit syngja nýggjar sangir, sum so aftur kunnu verða brúktir í undirvísing- ini seinni. Eitt lítið orkestur, mann- að av lærarum, varð samlað júst til hetta høvið. Lærar- arnir spældu so við meðan børnini sungu. – Ætlanin er eisini at víðka um tiltøkini vit hava. Hetta er bert byrjaninin, greiðir Zacharias Sørensen frá. – Vit ætla at finna uppá nógv meira í samband við sangin. Ætlaninar eru at geva sangbøkur og sangtil- far út. Komandi vikuskifti verður til dømis eitt skeið við Joannu Johansen, sum fer at undirvísa í tí at læra børn at syngja, og um hvussu ein kann menna røddina. Hetta er triðja árið, at skipað hevur verið fyri tílíkari barnakonsert. Ein hevur verið í Havn og ein hevur verið á Kambsdali, og er hetta ikki seinasta ferðin ein tílík barnakon- sert er á skránni. Kirkjan fullsett Børnini vandu allan dagin, og tá klokkan var vorðin umleið 14.45 høvdu tey eina royndarkonsert. Kirkj- an byrjaði at fyllast, og tá klokkan var 15.30 var kirkjan fullsett. Eitt korter seinni stóðu børnini klár aftur. Nú var tíðin komin at framføra sangirnar, sum tey tær sein- astu vikurnar høvdu vant bæði aftur og fram. Sangirnir vóru níggju í tali, og vóru børnini so væl umtókt, at tey vórðu noydd at syngja eitt eykanummar. Eitt væleydnað tiltak inni á Toftum seinnapartin fríggjadagin. Stuttligt at syngja Jógvan Joensen, 12 ár, Fuglafjarðar skúli Hvat dámar tær at vera her? – Mær dámar væl at vera her. Tað er stuttligt, og so er tað eisini stuttligt at sleppa at syngja Hvat hava tit gjørt í allan morgun? – Sungið, næstan bara sungið. Ert tú spentur til konsertina? – Ja, eitt sindur, og eg havi næstan ongar nervar. Noomi Jacobsen, 9 ár, Gøtu skúli Hvat dámar tær at vera her? –Mær dámar væl at vera her, tí vit sleppa at syngja allan dagin, og tað er so stuttligt at syngja. Hvat hevur tú gjørt í morgun? – Sungið og etið. Ert tú spent til konsertina? – Ja, ógvuliga spent. Eg havi ikki nervar og eg vænti, at nógv fólk koma at lurta eftir okkum. René K. Rasmussen, 11 ár, Venjingarskúlin Jóhannes H. Niclasen, 11 ár, Venjingarskúlin Hvat dámar tykkum at vera her? – Væl. Tað er stuttligt at vera her, og tað er ógvuliga stuttligt at syngja sangir Hvussu nógvar sangir syngja tit? – Níggju ella tíggju Hvussu er við konsertini? – Vit eru spentir, hava eitt sindur av nervum, men vit hava jú eisini vant í skúlanum áðrenn vit komu her, so tað skuldi gingið væl. Jóannes Martin Johansen, 11 ár, Venjingarskúlin Niclas Petur Niclasen, 11 ár, Venjingarskúlin Hvat dámar tykkum at vera her? – Okkum dámar væl at vera her. Tað er stuttligt at syngja og keypa bomm. Hvat hava tit gjørt í morgun – Vit hava verið á skúlanum og lurta eftir nøkrum gent- um, sum hava sungið. Vit komu við bussi tíðliga í morg- un frá Venjingarskúlanum til Kirkjuna, og so hava vit vant sangirnar í morgun. Hvussu við konsertini? – Vit eru ógvuliga spentir, men hava ikki so nógvar nervar. Royndu at syngja sólina fram Stóra kórið uppá 350 børn venja her til royndarkonsertina fríggjadagin Kórið varð stjórnað av trimum ymsum leiðarum. Her er tað Kári Bæk, ið stjórnar C M Y K 14