týsdagur 30. oktober 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 30. oktober 2001
17
Hóast Stjørnan fekk
flúgvandi byrjan, so
gjørdust føroyameist-
ararnir drúgvari í
toppdystinum í
Vestmanna
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Heimaliðið fekk ein kvøkk,
tá Stjørnan legði harðliga
fyri og kom fram um 5-0,
áðrenn nakar vardi.
VÍF var um ein háls hesa
løtuna, og tá 21 minuttir
vóru spældir av dystinum
hevði VÍF bara fingið trý
mál!
Føroyameistararnir
úr
Vestmanna kláraðu ikki at
snýta sterku verjuna hjá
Stjørnuna, og taktikkurin
hjá Stjørnuni riggaði til
fulnar fyrstu løtuna. Tað
ráddi um at steðga Sóley
Mikkelsen og Ioana Rapa,
sum hava so nógv at týða
fyri liðið, og tað eydnaðist í
longum løtum.
Hóast líkt var til, at
Stjørnan skuldi fara at taka
alt við sær í dystinum, so
broyttist myndin seinastu
10 minuttirnar fyri steðgin.
Nú steðgaði Stjørnuliðið
upp, meðan VÍF gjørdist alt
meira ágangandi í álops-
spælinum.
VÍF fór frá 3-8 til 11-8
eftir seks minuttum, og
hesa
løtuna
trilvaði
Stjørnuliðið bæði í verju og
álopi.
Stór breidd
VÍF legði eisini betri fyri í
seinna hálvleiki, og Jórun
Ludvig, sum hendan dagin
var toppskjútti hjá VÍF, økti
leiðsluna upp í trý mál.
VÍF helt seg frammanfyri
og eina løtu var leiðslan
fýra mál. Stjørnan fótaði
sær enn einaferð, og tær
minkaðu um leiðsluna til
eitt mál, áðren Daniel Rapa
tók time-out fyri at venda
gongdini.
Seinastu
minuttirnir
gjørdust spennandi. Tá
tveir minuttir vóru eftir at
spæla var støðan 23-22 til
VÍF, og alt kundi henda.
Tað, sum hendi, var tó, at
VÍF skoraði tvey mál
afturat, meðan Stjørnan
einki mál fekk.
Munurin millum liðini
vísti seg at vera stóra
breiddin hjá VÍF. Meðan
tað eydnaðist Stjørnuni væl
at steðga profilunum á VÍF-
liðinum, hevur liðið so
nógvar góðar spælarar, at
tað er trupult at steðga
liðnum fyri tað. Jórun
Ludvig
var
toppskjútti
hesaferð við átta málum,
meðan fýra aðrir spælarar
gjørdu fýra mál hvør.
Hjá Stjørnuni var tað enn
einaferð Simona Dziugyte,
sum var toppskjútti. Hon
skoraði 10 mál og hevur nú
gjørt 50 mál í fýra dystum!
Fyrsta
styrkisroyndin
millum bestu liðini í farna
kappingarári
vísti,
at
munurin ikki er stórur
millum liðini í løtuni.
Næstu ferð tey hittast
verður í desember mánaði í
Klaksvík.
Dysturin í tølum:
VÍF-Stjørnan 25-22
(11-10)
Málskjúttar:
VÍF: Jórun Ludvig 8, Sóley
Mikkelsen 4 (1), Ioana
Rapa 4 (1), Jacklin Dur-
huus 4, Nicoleta Radu 4,
Fríða Marjunardóttir 1
Stjørnan: Simona Dzuigyte
10 (7), Joan Midjord Joen-
sen 5, Andrijana Milo-
danovic 5, Anna Kristina
Samson 2.
Brotskøst: VÍF 3, Stjørnan
10
Útvísingar: VÍF 5, Stjørnan
4
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Pole Hansen
Menninir hjá VÍF
vunnu tryggan sigur
á Tjaldur, sum royndi
at stríðast fyrra hálva
tíman
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Hóast VÍF bara var á odda
við tveimum málum í hálv-
leikinum, so var ongantíð
veruligur vandi á ferð hjá
føroyameistarunum. Teir
hildu
seg
frammanfyri
Tjaldur alla tíðina, og í
seinna hálvleiki øktu teir
støðugt um leiðsluna.
Tjaldur møtti við átta
spælarum, og tað var bara
ein ov nógv fyri at manna
liðið á vøllinum. Hetta
hevði ivaleyst við sær, at
tað gjørdist strævið hjá
runavíkingum at fylgja við,
og í seinna hálvleiki dragn-
aðu teiri eisini.
VÍF gjørdi ikki nógv
hóvasták burtur úr í fyrra
hálvleiki. Teir høvdu í
løtum trupulleikar við at
spæla seg gjøgnum verjuna
hjá Tjaldri, men teir høvdu
allatíðina munin í dystin-
um.
Tryggur sigur
Í seinna hálvleiki gjørdust
umstøðurnar at spæla betri.
Tað gjørdist longri millum
málini hjá Tjaldur, sam-
stundis sum verjan hjá
runavíkingum var tagað alt
meira sundur.
Ingi Olsen var sentralur á
VÍF-liðnum, og hann bæði
skoraði og spældi viðspæl-
arar leysar. Og við góðum
stuðli frá spælarum sum
Sámal Joensen, Harald
Bjørgvin og Áka Olsen var
sigurin tryggur.
Tjaldur hevur framvegis
fyrsta stigið til góðar í
hesum kappingarárinum,
meðan VÍF hevur vunnið
allar sínar dystir.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 27-18 (11-9)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 9, Sámal
Joensen 5 (1), Harald
Bjørgvin 4, Áki Olsen 3
(1), Ragnar Zachariasen 2,
Agnar Joensen 2, Daniel
Rapa 1, Rógvi Nielsen 1.
Tjaldur: Dragica Stojovic
7, Mortan Hansen 4 (1),
Sverri Justinussen 4 (1),
Zoran Sarcevic 1, Arnfinn
Langgaard 1, Dia Lam-
hauge 1.
Brotskøst: VÍF 2, Tjaldur 6
Útvísingar. VÍF 4, Tjaldur 3
Dómarar: Kristian Johan -
sen og Pole Hansen
VÍF-Tjaldur 27-18 (11-9)
VÍF ongar trupulleikar
VÍF-Stjørnan 25-22 (11-10)
VÍF-breiddin sigraði
17
16
Nr. 209 - 30. oktober 2001
Fyri fyrstu ferð í ár
sýndi Neistin nakað
av tí spæli, sum
áskoðararnir hava
væntað av liðnum í
vetur, og so var ikki
stórvegis, sum
hoyvíkingar fingu
gjørt fyri at steðga
bláa grannafelagnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan
var
um
rættan
toppdyst, tá H71 og Neistin
brustu saman sunnudagin.
Saman við VÍF vóru hesi
bæði liðini tey einastu, sum
høvdu fingið fulla úrtøku
úr fyrstu umførunum,
Dysturin snúi seg tí um,
hvat av liðunum framvegis
skuldi verða heilt frammi í
oddinum komandi vikuna,
og sum úrslitið vísur á, so
eydnaðist tað Neistanum at
vinna sær hendan rættin.
Høvdu altíð munin
Neistin legði seg alt fyri eitt
á odda, og fyrstu løtuna
høvdu hoyvíkingar sera ilt
við at sleppa inn um neista-
verjuna, sum fyri fyrstu
ferð í ár hevði eitt veruliga
gott tak á mótstøðuliðnum.
Góða verjuspælið var
sjálvsagt ein góður horna-
steinur í neistaspælinum,
og so líðandi fóru teir at
draga burtur frá mótstøð-
uni.
Eitt skifti var munurin
fýra mál, men eftir at H71
seinastu
løtuna
undir
steðginum fór undir mans-
verju av Heina Joensen,
fingu teir toga seg nakað
væl innaftur á Neistan,
soleiðis at munurin í hálv-
leikinum bert var eittans
mál.
Í seinna hálvleiki hildu
hoyvíkingar á við mans-
verjuni, men tað var tó
sjónligt, at neistaliðið hevði
nýtt hálvleikssteðgin til at
tosa um, hvussu teir skuldu
takla hetta.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki skryktu teir seg alt
fyri eitt leysar av hoyvík-
ingunum, og vóru tað ikki
minst Jacob Jónsson og Áki
Mørk, sum dugdu at gera
sær dælt av eyka plássin-
um, sum kemur í, tá spælt
verður fimm móti fimm.
Í vejruni høvdu teir bláu
framhaldandi eitt sera gott
tak á stórskjúttunum hjá
hoyvíkingum, og tá neista-
venjarin so eisini kann
velja ímillum tveir klassa-
málverjar, var tað sjálvsagt,
at tað var trupult hjá H71 at
vinna seg innaftur.
Viðvíkjandi málverjun-
um í dystinum, so er ananrs
at siga, at tað kann tykjast
eitt sindur løgið, at Neistin
í ár hevur valt at fáa sær
styrk frá tveimum útlendsk-
um málverjum.
Orsøkin til hetta kann so
ikki vera tann, at felagið
ikki eigur nøkur góð evni. Í
málinum hjá hoyvíkingum
stóð nevnliga Levi Nybo,
sum er uppvaksin í Neist-
anum, og hann var so
avgjørt ein av orsøkunum
til, at sigurin hjá Neistanum
ikki gjørdist størri enn tað
sama.
Ein avbjóðari
Hetta nertir tó ikki við tað
støðu, at skal metast eftir
dystinum sunnudagin, so er
talan í veruleikanum bert
um ein avbjóðara til trún-
una hjá vestmenningum.
Í undanfarnu trimum
dystunum hevur spælið hjá
Neistanum verið lítið sann-
førandi, og teir hava so
avgjørt ikki verið óhepnir
at fáa tríggjar eitt-máls
sigrar til høldar í hesum.
Sunnudagin sást tó nakað
av tí spæli, sum skal til, um
ætlaninar um ein sess í
oddinum skulu gerast til
veruleika. Í verjupartinum
dugdu teir sera væl at
byrgja upp fyri skjúttunum
hjá mótstøðumonnunum,
og tá hesir so kortini
sluppu framat, høvdu teir
so framvegis annan av
útlendsku málverjunum hjá
Neistanum at stríðast við.
Fleiri um boðið
Í álopspartinum var spælið
hjá Neistanum kanska ikki
heilt so flótandi, men tað
verður tað sjáldan, tá mót-
støðuliðini seta týdningar-
mestu kortini úr spælinum
við mansverju. Tað var tó í
hesum sambandi sjónligt,
at avrikið hjá Neistanum
ikki í ov stóran mun er
tengt at gerðunum frá ein-
um ella tveimum leikarum.
Hóast bæði Heini Joen-
sen og Jacob Jónsson
skiftivís vórðu mansvardir,
so dugdu hinir – serliga
Áki, Kári og Hans Áki – so
sanniliga eisini at finna
vegin til meskarnar,
Akkurát hvussu langt alt
hetta røkkur, er kanska eitt
sindur ilt at siga, men tað er
í øllum førum greitt, at
Neistin hevur tekningina til
nakað stórt liggjandi klára.
Spurningurin er so, um
tekningin er eins góð sum
tann hjá vestmenningum,
og tað svarið má so í øllum
førum bíða til komandi
sunnudag. Tá koma vest-
menningar
nevnliga
til
Havnar.
Dysturin í tølum
H71-Neistin 24-31 (14-15)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen
7(1), Finnur Hansson 5(1),
Janus Joensen 5, Hallur
Danielsen 3, Bjarni Ward-
um 2, Olaf Vestergaard 1,
Johnny Durhuus 1
Neistin: Kári Mortensen 8,
Heini Joensen 7(3), Áki
Mørk 6, Jacob Jónsson
5(2),
Hans
Áki
Dal-
Christiansen 3, Ári Rouch
1, Zeljko Jotic 1
Brotskøst: H71 3, Neistin 5
Útvísingar: H71 5, Neistin
7
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum & Hannis Ward-
um. Kanska ikki teirra besti
dystur, men myndugleiki
teirra viðførdi tó, at teir
ongan tíð mistu tamar-
haldið á dystinum.
VB var á odda mesta
av dystinum og vann
við fýra málum, tá
Kyndil var á vitjan í
Vági
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tað var VB, sum gekk und-
an, tá kvinnuliðið hjá
Kyndli var á vitjan sunnu-
dagin. VB fór fleiri ferðir
frá Kyndli í fyrra hálvleiki,
men havnaliðið stríddi seg
aftur. Í seinna hálvleiki
kláraði Kyndil tó ikki at
standa ímóti.
Fyrstu fimm minuttirnar
var VB fullkomiliga om-
aná,
men
so
vaknaði
Kyndil, og tá 10 minuttir
vóru farnir stóð á jøvnum
millum liðini aftur.
VB fór aftur fram um við
fleiri málum, men Kyndla-
kvinnurnar bardu seg aftur
upp á javnt, og tá liðini fóru
til hálvleik, stóð á jøvnum
– 12-12.
Brendu brotskøst
Í seinna hálvleiki gjørdist
VB-spælið alt meira ágang-
andi, tær fingu betri tak á
verjuni, og sum dysturin
leið gjørdist munur millum
liðini.
Tá eitt korter var eftir at
spæla hevði VB tikið
leiðslu upp á fýra mál, og
tað vóru eisini hesi mál,
sum vóru á muni, tá dyst-
urin var av.
Seinastu fimm minuttir-
nar av dystinum gjørdi
Kyndil ein rættiliga enda-
spurt, og tær skoraðu átta
mál hesa løtuna. Tær
kláraðu tó ikki rættiligt at
halda tætt í verjupartinum,
og tí bar ikki til at náa VB,
sum var farin fram um við
átta málum.
Gabriella Fekete var enn
einaferð avgerandi fyri VB-
úrslitið, og hon gjørdi næst-
an helmingin av málunum
hjá VB.
Tað kom Kyndil aftur um
brekku, at tær brendu so
ofta brotskøst. Tær fingu
átta brotskøst í dystinum,
men fimm teirra vórðu
brend.
VB-Kyndil 30-26
(12-12)
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 13
(4), Regina Rado 5, Gurið
Mortensen 4, Durita Rouch
4, Margret Augustinussen
2,
Sólrun
Krosslá
1,
Guðrun Midjord 1.
Kyndil: Lotte Sørensen 8
(3), Palma Petersen 5,
Marjun Tróndarson 5, Erla
Smidt 4, Laila Jespersen 2,
Ann-Mari Wang 1, Anja
Johannesen 1.
Brotskøst: VB 4, Kyndil 8
Útvísingar: VB 2, Kyndil 2
Dómarar úr Tjaldur: Kári
Hansen og Trygvi Morten-
sen
H71-Neistin 24-31 (14-15):
Neistin er avbjóðarin
VB-Kyndil 30-26 (12-12):
Kyndil stríddist til fánýtis
Neistin vann ruddiliga
toppdystin ímóti H71. Nú
tykist tað, sum tað verður
Neistin, sum skal stríðast við
VÍF í toppinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16