týsdagur 30. oktober 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 30. oktober 2001
19
Ársins leikarar 2001
Niðanfyri prentað vit nøvnini á teimum, sum í ár
endaðu fremst í atkvøðugreiðsluni, sum
Sosialurin og Platform skipaðu fyri í sambandi
við Gallakvøldið. Í klombrum verður viðmerkt,
hvørjir stuðlarnir aftan fyri ymsu handanirnar
vóru.
Gylti skógvurin, kvinnur
(Thomas Dam ítróttur)
1 Kristina Eyðbjørnsdóttir, KÍ (14 mál)
2 Vivian Bjartalið, KÍ (12 mál)
2 Ragnhild Aas, KÍ (12 mál)
Gylti skógvurin, menn
(Thomas Dam ítróttur)
1 Helgi L. Petersen, NSÍ (19 mál)
2 John Petersen, B36 (16 mál)
3 Fróði Benjaminsen, B68 (13 mál)
Ársins málverji, kvinnur
(Cand. Alt v/Florenze á Skipagøtu)
Anna Müller Jacobsen, KÍ
Ársins málverji, menn (Føroya Banki)
Jens Martin Knudsen, NSÍ
Ársins stjørnuskot, kvinnur (Pizza 67)
Randi Wardum, HB
Ársins stjørnuskot, menn (Føroya Tele)
Jón Rói Jacobsen, HB
Ársins venjari, kvinnur (3’arin Foto)
Jón Harald Poulsen, KÍ
Ársins venjari, menn
Johan Nielsen, GÍ
Ársins leikari, kvinnur (Leif Mohr)
Kristina Eyðbjørnsdóttir, KÍ
Ársins leikari, menn (Føroya Bjór)
Fróði Benjaminsen, B68
Størsti vinnarin av øllum mundi vera Kristina
Eyðbjørnsdóttir, sum eftir tvey ára steðg frá fótbóltinum nú
kann rópa seg Føroyameistara, toppskjútta og besta leikara í
kvinnudeildini
navnið, og var tað hetta,
sum varð lisið upp, tá av-
tornaði.
Bert ein vinnari var í
hvørjari atkvøðugreiðslu,
og nøvnini á hesum síggjast
aðra staðni á síðuni, men
tað kann leggjast afturat, at
í allar flestu førunum var
tað sera javnt býtt við
atkvøðunum, og í fleiri
førum var tað bert tann eina
atkvøðan á muni millum
tey bæði fremstu nøvnini.
Skal tosast um nakran
stóran vinnara hetta kvøld-
ið, so var talan sjálvsagt um
Kristinu Eyðbjørnsdóttir úr
KÍ, sum bæði slapp at taka
ímóti gylta skógvinum og
steypinum fyri at gerast
ársins leikari í kvinnu-
deildini. Hetta er ikki minni
merkisvert, tá hugsað verð-
ur um, at Kristina hevði
verið burtur frá fótbóltinum
í tvey ár, tá hon í vár aftur
gjørdi av at fara undir
fótbóltin.
Tað var tó ikki bert
Kristina, sum hevði eitt
gott kvøld. Tað tóktist so-
leiðis, at flest øll av teimum
møttu høvdu eina sera
hugnaliga løtu, og hóast
nógv av fólkunum eftir
tiltakið fóru í hvør sína ætt,
so merkti innbjóðingin
eisini, at tey sluppu ókeypis
inn á Platform seinni um
kvøldið, og so segði tað seg
sjálvt, at hýrurin var sera
góður á dansigólvinum, tá
plátuvendarin eina ferð út á
náttina hevði sett ein
hálvan tíma av til fótbólts-
sangir, fótbóltssangir og
aftur fótbóltssangir.
Fróða Benjamsen barst frá at vera til staðar, tá hann varð
kosin ársins leikari. Umboð frá B68 tók ímóti steypinum frá
Føroya Bjór
Jóhan Nielsen, sum bleiv ársins venjari, var heldur ikki til
staðar, og tí tók umboð frá GÍ ímóti steypinum
Jón Harald Poulsen, ársins venjari hjá kvinnum
Rúni Nolsøe tók ímóti steypinum fyri Jón Róa Jacobsen, ið var
staddur í Slovenia við U-19 landsliðnum
Helgi L. Petersen fekk gylta skógvin, tí hann skeyt flest mál í 1.
deild
19
18
Nr. 209 - 30. oktober 2001
Ársins leikarar av
ymsum slag hjá bæði
kvinnum og monnum
vórðu avdúkaðir
leygarkvøldið, tá
Sosialurin og
Platform skipaðu fyri
stórum gallakvøldi
FÓTBÓLTSGALLA
Jákup Mørk
Myndir: Álvur Haraldsen
Leygarkvøldið var stór
móttøka fyriskipað á Dis-
coteque Platform í Havn,
har
leikarar
úr
øllum
fyrstudeildarfeløgum
í
landinum vóru bodnir til
fótbóltsgalla, sum Sosial-
urin og Platform í felag
skipaðu fyri.
Í mun til undanfarin ár
varð hetta ikki fyriskipað
sum eitt »heilt« kvøld við
borðhaldi og eftirfylgjandi
dansi, men hetta helt so
avgjørt ikki leikarum frá at
møta til tiltakið. Onku-
staðni millum 150 og 200
fólk mundu vera til staðar
hetta kvøldið, umframt at
fjølmiðlarnir eisini vóru á
staðnum.
Beinleiðis í ÚF
Umframt at leikarar, venj-
arar og onnur við tilknýti til
fótbóltin soleiðis fingu
høvið at hittast undir øðr-
vísi umstøðum enn teimum
á vøllinum, so var hetta
eisini kvøldið, har ársins
leikarar av ymsum slag
skuldu avdúkast.
Hesi vóru funnin eftir
atkvøðugreiðslu,
sum
Sosialurin skipaði fyri, og
vóru tað venjarar og liðfor-
menn hjá ymsu feløgunum,
umframt umboð fyri fjøl-
miðlarnar, sum vórðu eftir-
spurd hesum viðvíkjandi.
Eftir at gestirnir í ein
góðan tíma høvdu funnið
seg til rættis í hølunum, etið
onkrar pinnabitar og skift
nøkur orð, var so løtan
komin, at brævbjálvarnir
við
ymsu
nøvnunum
skuldu opnast.
Hilmar Jan Hansen stóð
fyri hesum partinum av
kvøldinum, sum eisini varð
sent beinleiðis í leið 5 hjá
Útvarpi Føroya, men áðr-
enn veruligi spenningurin
skuldi útloysast, vórðu
gyltu
skógvarnir,
sum
Sosialurin og Thomas Dam
ítróttur geva á hvørjum ári,
handaðir leikarunum, sum
hava skotið flest mál hetta
kappingarárið.
Øll hugnaðu sær
Handanin av virðislønun-
um varð annars skipað so-
leiðis, at Hilmar Jan hevði
ein brævbjálva fyri hvørja
atkvøðugreiðslu, og á hes-
um vóru so trý nøvn
skrivað í tilvildarligari rað-
fylgju. Innan í brævbjálv-
anum var tó bert tað eina
Tey bestu vórðu heiðrað
Ársins leikarar 2001 eru her avmyndaðir samann við umboðum fyri teir stuðlar, sum lótu skreytlutirnar til handanina
Anna Müller Jacobsen úr KÍ gjørdist ársins málverji
Landsliðskempan Jens Martin Knudsen varð kosin ársins
málverji
Randi Wardum er ársins stjørnuskot hjá kvinnum
C
M
Y
K
18