Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 30. oktober 2001 21 Eingin ivi var um, at Grikkaland var ov stórur biti, men føroyingarnir harmast almikið, at teir ikki fingu stig ímóti Slovenia U–19 EM UNDANKAPPING Jóannes Hansen Sunnudagin varð punktum sett fyri føroyska fótbólts- árinum. U–19 landsliðið spældi triðja dystin í EM undankappingini í Slo- venia. Aftur hesa ferð løgdu føroyingarnir rygg til tap, men tað høvdu teir ikki so nógv at siga um. – Grikkaland vann 5–0, og tað var eingin ivi um, at teir vóru væl betri, enn okkara lið var. Vit hava einki at umbera okkum við, men tað taldi sjálvandi skeiva vegin, at fleiri vóru plágaðir av influensu. Hetta hevði við sær, at Gilli Haraldsen ikki fekk spælt í síðsta dystinum, sigur Jógvan Martin Olsen. Føroyski venjarin stað- festi aftur, at tað í Slovenia hevur ligið illa fyri hjá føroysku spælarunum at fáa úrtøku burturúr málmøgu- leikum. – Tað er harmuligt at síggja. Grikkaland fekk mál burturúr øllum, sum luktaði av møguleika, meðan okkara misnýttu fleiri ferðir. Tá teir eftir ein hálvan tíma skoraðu fyrstu ferð var talan um avrættara eftir horna og útfrá. Teir skoraðu tvær ferðir afturat undan steðginum. Báðu ferðirnar var talan um innlegg úr høgru. Í 2. hálvleiki skoraðu teir eftir flatt innlegg úr høgru. Tá vóru tíggju minuttir farnir, og tíggju minuttir undan leikloki fingu teir brots- spark, greiðir Jógvan Martin Olsen frá. Men tú sigur, at tit høvdu fleiri upplagdar møguleik- ar? – Sum eg segði, so skal eingin ivi vera um, at grikkar vóru væl betri enn vit, men tað er ikki við síðuna av, tá eg sigi, at okkara spælarar høvdu einar fimm eitt hundrað prosents møguleikar. Tvær ferðir vóru vit púra leysir fyri opnum máli, og tað vil siga, at eingin málverji var í málinum. Aðru ferðina fór royndin úr góðari støðu omanfyri tvørtræið, og hina ferðina var skotið so mikið spakuligt, at ein verjuspæl- ari megnaði at bjarga á strikuni, staðfestir Jógvan Martin Olsen. Iðraðu seg gular og grønar Venjarin iðrar seg um, at tapið ímóti Grikkalandi skuldi gerast so stórt, tí hansara spælarar vóru væl við. Men hann og spælar- arnir iðra seg ógvuliga nógv um, at teir fríggja- dagin taptu 3–0 ímóti heimaliðnum, Slovenia. – Eg havi ongantíð verið úti fyri sovornum. Okkara vóru í hvussu so er eins góðir, sum mótstøðumenn- inir vóru, og um úrslitið skuldi verða 3–0, so høvdu vit eins væl uppiborið at vinna, sum teir høvdu tað. Málini, sum teir fingu, vóru eisini heilt keðilig. Fyrsta málið var fríspark úr 35 metrum, sum ikki átti at farið í málið. Tá vóru tólv minuttir farnir. Tá teir eftir 78 minuttir øktu var talan um høgan og eftir øllum at døma vandaleysan bólt, sum dalaði í stólpan og í málið. Síðsta málið tríggjar minuttir undan leikloki var heilt margháttligt. Álops- maðurin hjá teimum var á veg frá føroyska málinum, tá málverjin sendi aftur- legging í hælin á mótstøðu- manninum. Bólturin stakk í bleytum boga upp um málverjan og í málið. Eg havi ongantíð áður sæð sovorðið, sigur U–19 landsliðsvenjarin. Gyltar møguleikar Sambært venjaranum so var tað ein fragd at síggja føroyska spælið ímóti Slovenia. – Tað vóru ikki bara vit, sum hoyrdu til føroyska liðið, sum frøddust um stóra sjálvsálitið, ið gav seg til kennar í spæli, sum var á hædd við slovenarnar, ið øll vita hava sera gott fót- bóltslag og fótbóltssskil. Tú sigur, at tit eisini høvdu møguleikar í hesum dystinum? – Hjalgrím Elttør sendi fríspark í tvørtræið, og hann hevði eina roynd, sum rakti stólpan. Gilli Haraldsen sendi úr góðari støðu omanfyri málið, og soleiðis kundu vit hildið á at nevnt fleiri møguleikar. Men tit fingu einki mál? – Hagtølini siga, at Slovenia var trý mál betri enn vit. Øll, sum sóu dystin, vita, at soleiðis var tað ikki í spælinum, men tað eru málini, sum telja, og vit harmast almikið um, at tað ikki eydnaðist okkara monnum at fáa mál, sigur Jógvan Martin Olsen, sum í hesi vikuni saman við Karl Vidtfeldt frá FSF er í Budapest á ungdómsstevnu hjá UEFA. Grikkar bestir Grikkaland vann EM undankappingarbólkin. Teir vunnu 2–1 á Skotlandi, og tá so Skotland vann 2–1 á Slovenia, var tað greitt, at Grikkaland var best. Allir teir føroysku spæl- ararnir vóru í dysti uttan málverjin Heini Jacobsen, sum í ár hevur vart málið hjá Sumba í 2. deild. Ætlanin var, at hann skuldi fáa møguleikan sunnudag- in, men Heini var so óhepp- in, at hann koykti fótin undir venjing leygardagin. Føroyska liðið ímóti Slovenia: Pól N. Joensen, HB – Áki Petersen, ÍF, Atli Danielsen, KÍ, Jón Rói Jacobsen, liðformaður, HB, Áki L. Hansen, NSÍ (Rókur F. Jespersen, HB, 52.) – Gilli Haraldsen, Frederiks- havn, Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, KÍ, Heini í Skorini, B36 (Eli Thorsteinsson, HB, 85.) – Bjarni Jørgensen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ Føroyska liðið ímóti Grikkalandi: Pól N. Joen- sen, HB – Áki Petersen, ÍF (Bárður Christiansen, HB, 56.), Atli Danielsn, KÍ, Jón Rói Jacobsen, liðformaður, HB, Áki L. Hansen, NSÍ (Eli Thorsteinsson, HB, 46.) – Bárður Dimon, TB, Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, KÍ, Heini í Skorini, B36 (Kári í Lágabø, VB, 75.) – Bjarni Jørgensen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ Føroyskt fýrverk í Slovenia Jón Rói Jacobsen, liðformaður á U19 landsliðnum 21 20 Nr. 209 - 30. oktober 2001 Neistakvinnurnar lótu ongan iva verða um, hvør skuldi vinna dystin í Vágum leygardagin HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Seinasta vikuskiftið gjørdi Sóljan stóra mótstøðu, tá Kyndil vitjaði í Vágum. Hesaferð var hitt havnaliðið á vitjan, men hesaferð kláraði Sóljan ongantíð at gera rættiliga mótstøðu. Neistin legði væl fyri, tær fóru fram um og so hildu og øktu tær leiðsluna restina av dystinum. Tá fyrsta korterið var spælt var støðan 10-4 til Neistin, og hóast stígur kom í álopsspælið hjá Neistanum eina løtu, so kláraði Sóljan ikki at taka seg inn á havnaliðið, og tá liðini høvdu spælt fyrra hálva tíman var Neistin á odda við fimm málum. Birita Wardum gjørdi fimm av sínum málum í fyrra hálvleiki, meðan Katrin á Neystabø ikki fekk veruliga gongd á sína málskjóting fyrr enn í seina hálvleiki, tá hon sendi eitt brotskast fyri og annað eftir í málið hjá Sóljuni. Katrin gjørdi seks av sínum átta málum við brotskøstum. Eingin ivi Neistin tók við, har tær sleptu í fyrra hálvleiki. Tær skoraðu beinanvegin trý mál, og so var heimaliðið endaliga úti av hesum dystinum. Toppskjúttin Asta Petrau- skiene royndi at halda sínum liði inn í dystinum, men tað førdi ikki til nakað. Neistian økti støðugt um leiðsluna, og tá dysturin var av, høvdu tær vunnið 31- 20. Góður sigur til Neistan, sum meira sannførandi í sínum avrikið enn grann- arnir í Kyndli vóru eina viku frammanundan. Sigurin hjá Neistanum gjørdi, at kappingin hjá kvinnum fór í tvey. Í ovaru hálvu liggja VÍF, Neistin, Stjørnan og VÍF lið um lið, meðan Kyndil, Sóljan og StíF eru at finna í hinum endanum. Neistin hevur vunnið móti aftaru liðunum í deildini, meðan tær taptu greitt fyri Stjørnuni. Upp- gávan hjá Neistanum í komandi umførum verður at royna seg ímóti VÍF og VB, sum av mongum verða mett sum fremstu kandi- datarnir til gullið í ár. Dysturin í tølum: Sóljan-Neistin 20-31 (11-16) Málskjúttar: Sóljan: Asta Petrauskiene 8, Marjun Johansen 5 (3), Hertha Simonsen 2, Heidi Haraldsen 2, Sólja Jóanis- dóttir 2, Johanna í Horni 1. Neistin: Katrin á Neystabø 8 (6), Birita Wardum 6, Bjørg Patursson 5, Gunn- leyg Berg 4, Ata Høgna- dóttir 3, Mildrið Jacobsen 3, Kára á Dunga 1, Rakul Augustinussen 1. Brotskøst: Sóljan 6, Neistin 8 Útvísingar: Sóljan 2, Neistin 2 Kyndil tapti fyri fjórðu ferð í ár, tá kollfirðingar vunnu fyrsta dystin á árinum HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein KÍF lat leygardagin sítt ískoyti til vánaligu byrj- anina hjá Kyndli í hesum árinum. KÍF hevði vitjan av Kyndli, og tað endaði við, at KÍF fekk síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum, tá teir vunnu dystin 27-25. Tað gekk javnt fyri seg allan dystin, men fyrsta partin av seinna hálvleiki økti KÍF leiðsluna upp í fimm mál, áðrenn Kyndil fótaði sær aftur. Í fyrra hálvleiki var Kyndil framman fyri mesta av tíðini. Teir løgdu gott fyri, og fyrstu løtuna gekk tað væl at spæla seg fram við KÍF-verjuni, samstund- is sum teir kláraðu at verja væl fyri. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom KÍF fyri seg, og fram móti hálvleiks- steðginum løgdu teir seg fram um. Eina løtu spældi KÍF bara við trimum spælarum, tí útvísingarnar fuku um oyruni á teimum seinastu minuttirnar fyri steðgin. Teir kláraðu tó at halda fast um leiðsluna, sum teir høvdu við sær til hálvleik. Hingu í Í seinna hálvleiki legði KÍF harðliga fyri, og teir skoraðu trý mál beinan- vegin til støðuna 16-12. Hetta gav Kyndlaliðnum ein rættiligan kvøkk, og tað tók góða løtu, áðrenn teir komu fyri seg aftur. Teir royndu at hava time- out og manna seg upp aftur, og tað hjálpti eisini. Eftir time-out gjørdu teir trý skjót mál, og so mátti KÍF- venjarin kalla sínar menn saman eina løtu. Seinasti parturin av dystinum gjørdist tættur og spennandi. Kyndli stríddist fyri at fáa stinnu kollfirð- ingarnar aftur, og teir minkaðu til 24-23, men seinastu minuttirnar syrgdu Jákup Dam, Regin Petersen og Kristian Madsen fyri, at KÍF var omaná, tá avtorn- aði. Dysturin var eitt satt vónbrot hjá Kyndli, sum nú liggur ájavnt við KÍF í botninum. Bæði liðini hava tvey stig, og nú er tað bara Tjaldur, sum einki hevur fingið í sín stigaposa higartil. Dysturin í tølum KÍF-Kyndil 27-25 (13-12) Málskjúttar: KÍF: Djurica Tomic 8, Iilja Topic 4, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 4, Jákup Dam 4, Petur Martin Poul- sen 2, Vagnur Johannesen 1 Kyndil: Janus Einar Søren- sen 7, Høgni Klein 7, Ragnar Simonsen 3, Jónleif Sólsker 2, Leif Mikkelsen 2, Pætur Dahl 2, Roar Nielsen 1, Josef Abraham- sen 1. Brotskøst: KÍF 2, Kyndil 8 Útvísingar: KÍF 8, 3 Dómarar: Petur Skeel og Kristian Johansen Støðan 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 119 79 40 8 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 106 77 29 6 3 Stjørnan 4 3 - 0 - 1 115 93 22 6 4 VB 4 3 - 0 - 1 101 88 13 6 5 Sóljan 5 1 - 0 - 4 111 130 -19 2 6 Kyndil 5 1 - 0 - 4 116 147 -31 2 7 StÍF 4 0 - 0 - 4 69 123 -54 0 Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 118 82 36 8 2 Neistin 4 4 - 0 - 0 108 98 10 8 3 H71 4 3 - 0 - 1 106 103 3 6 4 StÍF 3 1 - 0 - 2 76 79 -3 2 5 Kyndil 5 1 - 0 - 4 117 130 -13 2 6 KÍF 4 1 - 0 - 3 98 115 -17 2 7 Tjaldur 4 0 - 0 - 4 90 106 -16 0 Máltindurin: Asta Petrauskine Sóljan 51 (5) Simona Dziugyte Stjørnan 50 (9) Gabriella Fekete VB 46 (8) Lotte Sørensen Kyndil 37 (14) Katrin á Neystabø Neistin 26 (12) Birita Wardum Neistin 24 (1) Ioana Rápa VÍF 22 (4) Annika Ljósstein Kyndil 22 (5) Regina Radó VB 21 (4) Súnfríð Jacobsen StÍF 21 (10) Jacklin Durhuus VÍF 20 Jórun Ludvig VÍF 20 (1) Ileana Manulescu StÍF 20 (2) Andrijana Milodanovic Stjørnan 20 (2) Gunnleyg Berg Neistin 19 Jónleif Sólsker Kyndil 32 (14) Sámal Joensen VÍF 28 (3) Jacob Jónsson Neistin 27 (3) Ingi Olsen VÍF 27 (3) Heini Joensen Neistin 26 (7) Mortan Hansen Tjaldur 25 Finnur Hansson H71 25 (8) Høgni Klein Kyndil 24 (2) Costin Dumitrescu StÍF 23 (6) Halgir Dahl Olesen H71 22 (6) Sverri Justinussen Tjaldur 21 (5) Bjarni Wardum H71 21 (6) Dragisa Stojovic Tjaldur 20 Dorica Tomic KÍF 20 (3) Hans Áki Dal-Christiansen Neistin 20 (4) Og nú hevur Atli Gregersen í Randers Freja mist venjaran 1. DEILD DANMARK Tað roynist stak illa hjá føroyingunum, sum eru í næstbestu deildini í Dan- mark. Í síðstu viku skrivaðu vit, at nýggi venjarin hjá Vi- borg kom úr venjara- starvinum í Randers Freja. Tíðindini høvdu vit frá donskum fjølmiðlum, men onkra staðni varð nevnt, at hann kom úr Aalborg Chang. Undan vikuskiftin- um fingu vit staðfest, at talan var um ein venjara, sum áður hevur verið í Randers og Aalborg Chang. Hesi tíðindini vóru ikki meiri enn sodnað, tá tað varð kunngjørt, at nú er samstarvið millum Randers Freja og venjaran steðga. Ole Fritzen hevur verið venjari hjá Atla Gregersen og teimum. Hann sigur, at teir í felagnum høvdu givið honum lyfti um, at nýggir spælarar skuldu koma til felagið, men at lyftið ikki er hildið. Tí hevði hann ætlað at gevast, tá kappingin fer í vetrarfrí, men so helt felagið, at samstarvið skuldi steðga beinanvegin. Atli Gregersen hevur í ár spælt átta dystir á besta liðnum. Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur hann verið á talentliðnum. Tað er eing- in loyna, at Atli Gregersen hevur hildið sera nógv av venjaranum, sum nú er fyrrverandi. Í síni tíð spældi Ole Fritzen í Vejle, hagani hann er ættaður. Hann var hjálparvenjari hjá Allani Simonsen í Vejle, og hann varð venjari, tá Allan Simonsen – stutt eftir at hann á vári í 1994 hevði tikið við sum landsliðs- venjari í Føroyum – fekk sekkin í Vejle. Leygardagin var Randers Freja einasta liðið, sum hevur ein føroying í hóp- inum, sum fekk fulla úr- tøku. Teir vunnu 3–2 í Skive. Øssur givin Í B93 stendur heilt illa til. Fleiri av bestu spælarunum hava gjørt nyttu úr møgu- leikanum, sum leiðslan hevur givið teimum. Tað vil siga, at teir eru farnir til onnur feløg, sum eru før fyri at rinda teimum løn. Øssur Hansen hevði avtalu við B93, sum var galdandi fyri dystirnar í heyst, men í síðstu viku kom hann aftur til Toftir. Tað vil siga, at hann var ikki við, tá B93 sunnudagin legði rygg til 5–0 tap í Kolding. Tað gekk eisini illa hjá Hvidovre. Sunnudagin vóru teir á útivølli ímóti oddaliðnum. Køge vann 3–1, og Hvidovre er dygst omanfyri niðurflytingar- strikuna. Mest óvæntaða úrslitið var í Farum. B1909 smurdi framsókna liðið hjá fólka- tingsmanninum og borgar- stjóranum Peter Brixtofte av. Liðið úr Odense vann sunnudagin á útivølli við ikki minni enn 5–1. Øssur er givin í B93 Sóljan-Neistin 20-31 (11-16): Neistin tók alt KÍF-Kyndil 27-25 (13-12): KÍF vann botndystin C M Y K 20