týsdagur 30. oktober 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 30. oktober 2001
23
Í javnasta dystinum
higartil í ár vann
Fleyr 15-13 móti
Drátti í fimta og
avgerandi setti. Við
støðuni 13-13 tók ein
støða seg upp, sum
fekk nógva umrøðu
aftaná dystin
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Ikki sørt óvæntað máttu
føroyameistararnir úr Drátti
leygardagin lúta fyri Fleyr,
sum ikki hevur gjørt nógv
vart við seg í kvinnuflog-
bólti seinastu árini. Í fjør
endaði liðið næstniðast, og
í fyrsta dystinum í ár taptu
tær so dyggiliga móti ÍF,
sum heldur ikki hevur verið
at rokna millum tey sterk-
astu liðini í kappingini.
Men tað var kanska júst
hetta tapið á Kambsdali
næstsíðsta leygardag, sum
var grundarlagið undir 3-2
sigrinum móti Drátti.
- Vit vóru sera nógv
uppsettar til henda dystin,
serliga tí avrikið hjá okkum
var so út av lagi vánaligt
móti ÍF.
Tað sigur Rúna Hentze,
sum hevur spælt við Fleyr í
nógv ár.
- Og tað var eisini nógv
betri hesaferð. Móttøkurnar
vóru góðar, álopið var gott,
og vit varieraðu spælið hjá
okkum væl.
Inni ella úti?
Tað bleiv eisini ein sera
langur og strævin dystur,
sum vardi heilar 88 mi-
nuttir. Liðini skiftust um at
vinna settini. Fleyr vann tað
fyrsta
25-20,
Dráttur
svaraði aftur við at taka tað
næsta 25-19, áðrenn Fleyr
legði seg á odda 2-1 við at
vinna triðja sett 25-15. Í
fjórða setti var bara eitt lið
á vøllinum, og Dráttur vann
heili 25-11. Fleyr-kvinn-
urnar hingu við høvdunum,
og nú var líkt til, at vága-
liðið fór at avgera dystin til
egnan fyrimun.
Men Fleyr kempaði víð-
ari, og í fimta og avgerandi
settinum stóð tað eitt skifti
á jøvnum 13-13. Tað var
eisini tá, at ein støða tók
seg upp, sum elvdi til stórt
kjak millum leikararnar
bæði undir og eftir dystin.
Dráttur hevði servuna og
kundi við at vinna næsta
stigið fáa dystarbólt ella
“matchbólt”. Bólturin varð
sligin niður í gólvið hjá
Fleyr, men spurningurin
var, um hann var inni ella
úti.
Drátturkvinnurnar
hildu, at bólturin var góður,
meðan tær í Fleyr sum vera
man søgdu hann vera úti.
Dómarin dømdi hann úti,
og sostatt var tað Fleyr,
sum kom á odda 14-13 og
fekk dystarbólt í staðin fyri
Drátt (so javnt var tað).
Fleyr vann so eisini næsta
bóltin og harvið tað avger-
andi settið 15-13. Men tað
kundi tað sama farið hin-
vegin.
Flogbóltur: SÍ reisti
seg aftur eftir
ósigurin móti Fram
og setti hitt
havnarliðið, Fleyr,
uppá pláss í
Gundadalshøllini
leygardagin
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Fyri einari viku síðani
skrivaðu vit, at kappingin
hjá monnum sá út til at
kunna gerast meira spenn-
andi enn nógv høvdu
roknað við. Og dysturin
leygardagin millum Fleyr
og SÍ var enn eitt dømi um,
at ein spennandi flogbólts-
vetur er í væntu.
SÍ vann dystin 3-1, men
settini — kanska burtursæð
frá tí síðsta — vóru øll sera
jøvn.
Tað at SÍ nú hevur spælt
tveir tættar dystir móti
Fram og Fleyr, samstundis
sum dystirnir millum tey
bæði
havnarliðini
sum
oftast eru javnir, kundi bent
á, at tað ikki er nógvur
munur á hesum trimum
liðunum.
Fleyr vann fyrsta sett,
men so vendi gongdin
seint, men støðugt, til fyri-
muns fyri sørvingar, sum
fóru avstað við trimum
settum á rað og sostatt
vunnu 3-1.
Sigurin var í síðsta enda
uppiborin. Sum dysturin
leið, var tað sum um SÍ
hevði størri orku, meðan
Fleyr spakuliga misti luft-
ina. Sørvingar vóru meira
avgjørdir í sínum álops-
royndum, og teir vístu, at
tapið móti Fram eina viku
frammanundan var gloymt.
Við sigrinum fekk SÍ
oddasessin aftur, men má
deila hann við Fram, sum
eisini hevur spælt ein dyst
færri.
Fleyr kundi við at vinna
havt fult stigatal fyri tveir
dystir, men teir gjørdust ov
stuttir í hesum umfarinum.
Men enn eru nógvir dystir
eftir, og havnarmenninir
taka ikki tapið sum nakra
katastrofu. Tað er enn góð
tíð til at taka mistu stigini
innaftur.
Ein av veteranunum í
meistaradeildini hjá
monnum er Klæmint
Isaksen, sum í flog-
bólti hevur roynt
meir enn teir flestu.
Hann hevur avgjørt at
gevast við flogbóltin-
um, tá henda
kappingin er liðug, og
vónin er at enda sum
føroyameistari
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Leygardagin tapti Fleyr
móti SÍ og datt tí eitt sindur
afturum sørvingar og Fram,
sum nú eru felags um
oddasessin
í
meistara-
deildini hjá monnum. Men
hóast tapið eru vónirnar
góðar hjá Fleyr, sum ætlar
sær at gera seg galdandi
millum tey fremstu liðini í
vetur.
Hetta skal gerast við
góðari hjálp frá royndum
leikarum, sum seta sín dám
á liðið. Ein av hesum er Jan
Hentze, sum ikki var við í
fjør, men sum nú aftur
venur við fullari ferð og er
aftur á liðnum. Ein annar er
Klæmint Isaksen, sum er
klaksvíkingur, men sum nú
í nøkur ár hevur spælt við
Fleyr, har hann eisini hevur
roynt seg sum leikandi
venjari okkurt árið.
Hann heldur, at hóast
aldurin talar eitt sindur
ímóti, so kann Fleyr gera
seg galdandi í kappingini í
ár.
- Miðalaldurin á liðnum
er tann hægsti í meistara-
deildini, men vit hava eitt
heilt hampuligt lið, heldur
hann.
Skulu gera ein vørr í
seinnu helvt
- Vit kunnu gera okkum
galdandi í kappingini um
FM. Men sum tað so ofta
verður sagt, so mugu vit
sleppa undan ov nógvum
skaðum, fyri at tað skal lata
seg gera.
Klæmint sigur, at teir
sum so vóru nøgdir við
triðjaplássið, teir fingu í
fjør, men at teir í ár fara
eftir gullinum.
- Vónandi kunnu vit hava
eina rímiliga stabila fyrru
helvt og so gera ein vørr í
seinnu helvt, tá stigini so at
siga telja dupult so nógv,
sigur hann.
- Vit fara eisini at leggja
okkum eftir at koma í
steypafinaluna. Tað eydn-
aðist ikki í Fleyr-kapp-
ingini, sum SÍ vann, men
Mjølnir-kappingina ætla vit
okkum at vinna, sigur mað-
urin, sum nú aftur er farin
at spæla hevari. Tað hevur
hann gjørt fyrr, men ikki
tey seinastu árini, og sam-
bært honum sjálvum er
hetta nakað, sum krevur eitt
sindur av tíð at venja seg
við aftur.
Takkar fyri seg
Klæmint Isaksen hevur
gjørt av, at hetta verður
hansara seinasta kapping-
arár á hægsta stigi í før-
oyskum flogbólti. Hann er
eftirhondini vorðin 35 ár og
heldur, at tá henda kapp-
ingin er liðug, er tíðin kom-
in til at gevast og lata aðrar
og yngri kreftir sleppa
framat.
Tað er eingin ivi um, at
hann er ein av teimum
føroysku flogbóltsleikarun-
um, sum hevur fingið mest
burturúr sínum ítrótti. Hann
hevur roynt seg á hægsta
stigi í Danmark við felag-
num Skt. Jørgens, og um-
framt at hava verið føroya-
meistari hevur hann eisini
verið drúgvur á landslið-
num.
Men nú tekur hann so
fyrst eitt tørn afturat við
Fleyr, og málið er at standa
við einum gullmerki, tá
kappingin er liðug í mars
næsta ár.
Fleyr-Dráttur 3-2 (25-20, 19-25, 25-15, 11-25, 15-13)
Viljin sigraði
Fleyr-SÍ 1-3 (25-20, 23-25, 22-25, 18-25)
SÍ reistist aftur
Síðsta árið skal helst geva gull
23
22
Nr. 209 - 30. oktober 2001
Tað gekk javnt á, tá ÍF
vann á Mjølni í
einum fimmsettara í
Klaksvík sunnudagin
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
ÍF hevur sett seg á silvur-
plássið í meistaradeildini
hjá kvinnum, eftir at tær
vunnu móti Mjølni í Klaks-
vík sunnudagin. Hinvegin
hevur Mjølnir — sum tað
einasta liðið í deildini —
framvegis síni fyrstu stig til
góðar og er aftast.
Tað gekk annars javnt
fyri seg, og neyðugt var við
fimm settum til at finna ein
vinnara. ÍF tók tvey tey
fyrstu settini rímiliga lætt
(25-15 og 25-16), men so
tók Mjølnir sær um reiggj
og vann tvey tey næstu
ávikavist 25-18 og 25-23.
Men ÍF endaði best og vann
síðsta settið 15-10.
Hjá Mjølni gjørdi tað
mun, tá royndir leikarar
komu á vøllin sum dysturin
leið. Fyrst tá Tove Riks-
fjord kom inn miðskeiðis í
øðrum setti, og so tá Sólvá
Eystberg kom á vøllin til
triðja sett. Áðrenn tað
hevði ÍF verið klárt tað
betra liðið, og serliga varð
spælt upp til Helen á
Lakjuni, sum vann nógvar
bóltar fyri ÍF. Men tað
hevur eisini ment liðið, at
Randi Larsen er komin
aftur á hevaraplássið, og
tað gekk sjón fyri søgn
leygardagin.
Tað hevur gingið alt
annað enn væl hjá
føroyameistarunum
ÍF higartil í ár. Tríggir
dystir eru taptir, og
eftir tapið móti
Mjølni eru teir
einsamallir í botnin-
um
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
ÍF kann framvegis kalla seg
føroyameistara í mansflog-
bólti, takkað verið avrikun-
um seinasta kappingarár.
Avrikini higartil í hesum
kappingarárinum hava hin-
vegin ikki havt meistara-
dám yvir sær — heldur
hinvegin.
Sunnudagin spældu teir
fyri triðju ferð í hesi kapp-
ingini, og fyri triðju ferð
taptu teir.
Mjølnir var vertur í
Klaksvík, og við 3-1 sigrin-
um fingu klaksvíkingarnir
síni fyrstu stig í kappingini.
ÍF vann eisini sítt fyrsta sett
í ár, men tað var so langt frá
nóg mikið móti einum
Mjølnir-liði, sum hevði
tamarhald á støðuni so at
siga frá byrjan til enda.
Bara í triðja setti stóð eitt
sindur á, og hetta settið
vann ÍF eisini 25-22, men
eftir hvat skilst kundi
Mjølnir mest takka sær
sjálvum fyri, at sigurin
bleiv 3-1 í staðin fyri 3-0.
Tað vísir seg ofta, at tá
eitt lið hevur vunnið tvey
sett og hevur havt lutfals-
liga lætt við at vinna tey, so
verður slakað í triðja sett-
inum, og klaksvíkingar
halda, at tað var tað sum
hendi sunnudagin. Fjórða
sett vunnu teir eisini sann-
førandi 25-13.
Aftur nýggjan hevara
ÍF
er
altso
framvegis
stigaleyst aftaná tríggjar
dystir. Tað er einki serligt
hjá einum liði, sum vann
FM fyri einum hálvum ári
síðani, men kanska er tað
heldur ikki heilt rímiligt at
gera samanberingar, tí ÍF-
liðið í dag líkist ikki tí, sum
spældi í fjør.
Eitt er, at hevarin frá í
fjør, Odd Eliasen, ikki er
við, men sunnudagin var
Bartal Eliasen, sum hevur
spælt hevari í ár, heldur ikki
við, og tískil máttu fugl-
firðingar aftur hava nýggj-
an hevara móti Mjølni.
Boban Ilic er sterkur, men
einsamallur klárar eingin at
vinna nakran dyst. So í
løtuni skal ÍF ikki metast
sum meira enn tað teir eru,
nevniliga eitt botnlið —
sjálvt um teir enn eru før-
oyameistarar.
Hjá Mjølni kom sigurin
sum vera man væl við. Og
har eru eisini góð tíðindi at
frætta. Eitt er, at John
Syderbø er klárur aftur eftir
skaða, men harumframt
verður Albin Johannesen
aftur at síggja á kantinum.
Hann hevur verið uttan-
lands í nøkur ár, men kem-
ur nú heim aftur og fer at
spæla við Mjølni. So klaks-
víkingar eru við rímiliga
gott mót í løtuni.
Meistaradeild kvinnur
Fleyr-Dráttur 3-2 (25-20, 19-25, 25-15, 11-25, 15-13)
Mjølnir-ÍF
2-3 (15-25, 16-25, 25-18, 25-23, 10-15)
TB
2
2-0
6-0
4
ÍF
3
2-1
7-5
4
Dráttur 3
1-2
5-7
2
Fleyr
2
1-1
3-5
2
Mjølnir 2
0-2
2-6
0
Komandi dystir:
03/11
Dráttur-Mjølnir
04/11
TB-Fleyr
Meistaradeild menn
Fleyr-SÍ
1-3 (25-20, 23-25, 22-25, 18-25)
Mjølnir-ÍF 3-1 (25-13, 25-18, 22-25, 25-13)
SÍ
3
2-1
7-4
4
Fram
2
2-0
5-3
4
Mjølnir 2
1-1
5-4
2
Fleyr
2
1-1
4-3
2
ÍF
3
0-3
1-9
0
Komandi dystir:
03/11
Fram-Fleyr
03/11
SÍ-Mjølnir
Mjølnir-ÍF 3-1 (25-13, 25-18, 22-25, 25-13)
Meistarar í mótvindi
Mjølnir-ÍF 2-3 (15-25, 16-25, 25-18, 25-23, 10-15)
ÍF upp á silvurplássið
C
M
Y
K
22