Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 90 - 13. mai 2009 Hóast kvinnur hava full an rætt at taka lut í politikki, so hava tær eftir øllum at døma ikki skilt, at tað eisini er eina skylda at taka medborgaraskap og at luttaka í demo­ krati num. Hetta sigur danski høvundin Han ne Vibeke Holst, sum hevur verið á javn støðu rundferð í Før oyum Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Allur heimurin skríggjar eftir, at kvinnur eisini átaka sær leiðsluna. Støðan er alt ov álvarslig til bara at lata upp í hendurnar á monnum. Ella halda tit sjálvar, at tað gongur so gott? Hygg eftir Irak. Hygg eftir um hvørvi- num. Hygg eftir bú skap ar- krepp u ni. Hava teir, við 8000 árum í forspringi, gjørt tað nóg gott? Kunnu vit ikki gera tað bara eitt lít- ið sindur betri? Systrar - tíð in er búgvin, til at taka med borgaraskylduna í ál vara, at taka politiskt leið- ara skap og medábyrgd. Nú vit hava fingið rætt at taka lut, hava vit sanniliga eisini skyldu til tað! Uppsangin eigur Hanna Vibeke Holst, høvundin hand an bøkurnar um kong- ar, drotningar og prinsessur í donskum politikki. Sein- astu dagarnar hevur hon verið gestur hjá Demokratia og Javnstøðunevndini, og í hesum sambandi hildið fyri lestrar um javnstøðu í Norður landahúsinum og í Mentan ar húsinum í Fugla- firði. Og hon leggur ikki fingrar nar ímillum, tá hon legg ur eftir nútímans kvinn- um, sum, eftir hennara tyk- ki, fullkomiliga tykjast at hava gloymt stríðið fyri javn støðu, meðan tær hava lull að seg niður í eina hvíta sofu framman fyri Sex in the city. Tí, hóast kvinnan bæði hev ur útbúgving og úti- arbeiði, vil hon ikki bjóða seg fram at leiðsluni. Tað eru framvegis mannfólkini, sum tjena 2/3 av inntøk u- num í landinum. Og tað eru teir, sum skapa og stýra, með an kvinnan røktar og um situr, bæði úti og heima. Hanne Vibeke Holst saman ber nútímans kvinnur við húsmøður fyri 50 árum síðani. Meginparturin av orku ni verður brúkt til at pus sa fasaduna, at síggja gott út, at gera góðan mat og at keypa teir røttu ljósa- stakarnar ella merkjaklæðir til børnini, sum eru smá lívs projekt í kappingini um succes. Kellingaflís í eygað 50 ára gamla Hanne Vibeke Holst, journalistur og rit- høvundur, vaks sjálv upp í ein um smáborgarligum patriar kalskum umhvørvi í lítla býnum Løkken í Norð- ur jút landi. Í einum heimi, har bæði foreldrini vóru rit- høvund ar. Men, meðan páp in tók sær pláss og tíð at sita og skriva inni á skriv- stovuni í dagar og vikur, við sálarligum upp og –niður túrum, sat mamman úti við spísiborðið við skrivi maskinuni. So hvørja ferð familjan skuldi eta ella klæð ir leggjast saman, mátti borðið, og hennara rit verk, ruddast av vegnum. Sum so nógvar aðrar kvinn ur fekk Hanne Vibeke Holst tað, sum hon rópar kellingaflísina í eygað í sjeyti árunum. - Tá tú hevur fingið kellinga flísina í eygað, fer hon ongantíð úr aftur. Hon ger, at tú brádliga sært lívið, sum tað veruliga er, og ikki sum tú kundi ímynda tær tað, sigur Hanne Vibeke Holst. Hetta, saman við íborna hugi num at siga søgur, hevur havt við sær, at flestu bøk ur hennara so ella so snúgva seg um kvinnur og vald, bæði í almenna rúmi- num og heima við hús. Tað er ein reyðsokka- tráður ígjøgnum allar bøkur nar, sum av litterera parnas si num hava verið skírdar femi nist iskur lættisoppa lesn að ur. Kortini eydnaðist tað henni at fáa tær størstu donsku bók- menta virðislønirnar í ár fyri nýggjasta bókaverkið um kvinn ur í politikki. Feministiskt medvid Skalt tú framat valdinum, og vilt tú varðveita tað, so noyðist tú at hugsa feminist- iskt. Hetta var ein av høvuðs boð s kapunum hjá Hon nu Vibeke Holst í Mentan ar húsinum í Fugla- firði í gjárkvøldið. Kvinnur eru politiskt Høvundurin og verk hennara Hanne-Vibeke Holst er fødd í 1959. Hon er útbúgvin journalistur og hevur seinastu mongu árini virkað sum skribentur, kjakari og rithøvundi til bøkur, filmar og sjónvarp. Hon er nevndarlimur í fleiri nevndum og í donsku UNESCO-kommissiónini. Eisini er hon Goodwill Ambassador fyri ST-fólkatalsgrunnin UNFPA. Hon tekur javnan lut í almenna kjakinum í Danmark, og leiklutur hennara sum rithøvundi og kjakari hevur ført til eina langa røð av prísum. Hon gav út fyrstu ungdómsbókina í 1980, og síðan komu fleiri. Mest kend er hon fyri verkið í trimum pørtum “Kronprinsessen” (2002), “Kongemordet” (2005) og “Dronningeofret” (2009). Virðislønir: De gyldne Laurbær 2008 Edvard Pedersens Biblioteksfonds Forfatterpris 2008 Hadsten Højskole-prísin 2007 Bog & Idé's lesaraprísin 2006 Dansk Kvindesamfunds Mathilde-prísin 2006 Årets Aktive Kvinde í 2004 av Lanndsforeningen Aktive Kvinder i Danmark Søren Gyldendal Prísin 2003 Egholtprísin 1997 Kristian Dahls Minnisdelegat 1986 BMF barnabókaheiðursløn 1985 Heimsins størsta vindmyllulund Danska orkufelagið Dong Energy, tað týska E.ON og Masdar boðaðu í gjár frá, at tey hava gjørt av at brúka 16,4 milliardir krónur til eina vindmyllupark á sjónum nærhendis ósanum á Themsen-ánni stutt frá London. Hendan ætlanin, sum er fyrsta byggistig, verður før fyri at framleiða 630 megawatt av streymi, og tá øll verkætlanin er fullførd, verður hon tann størsta av sínum slagi í heiminum og verður før fyri at framleiða meiri enn eitt gigawatt. Tað kann nøkta tørvin hjá 750.000 húsarhaldum ella einum fjórðingi av bústøðunum í London. Gongst sum ætlað, fáa tey fyrstu húsarhaldini streym frá vindmyllunum um trý ár. Kekkar stríðast um ES-sess Í næsta mánað heldur ES toppfund í Bruxelles, og tað er greitt, at fundurin verður undir kekkiskari leiðslu, tí Kekka hevur formansskapin í samveldinum. Men nú eru teir báðir ovastu kekkisku leiðararnir farnir at stríðast um, hvør teirra skal sita í formansstólinum. Forsetin, Vaclav Klaus, hevur sagt, at hann ætlar sær at leiða toppfundin, men tað er forsætisráðharrin, Jan Fischer, ikki so fegin um. Í gjár hevði Fischer fund við formannin í ES-ænevndini, José Manuel Barroso, og aftan á fundin segði hann, at hann ætlar sær at sita í formansstólinum á toppfundinum í næsta mánað. Tað er tað útinnandi valdið, sum skal sita har, segði hann. Feminisma Tey, sum ynskja, at kvinnur skulu hava somu møguleikar sum menn, kunnu rópa seg feministar