Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 90 - 13. mai 2009 - Tær ungu kvinnurnar halda, at kynini eru líkastillað. Men tað eru vit als ikki, staðfestir Hanne Vi beke Holst. Tí, sum hon sigur: ein maður, sum bjóð- ar seg fram at valdinum, ger bara tað, sum hevur ver ið væntað av honum líka frá barnsbeini. Meðan ein kvinna, sum bjóðar seg fram, gongur ímóti tí, sum sam felagið vanliga krevur av einari kvinnu. Tí hon skal jú allarhelst vera fitt og arbeiða niðursetta tíð og vilja frið og semjur – og ikki grótharðan maktkamp, har knívarnir flúgva gjøgn- um luftina og av og á lenda millum rivjabeinini í ryggi- num. Á tiltakinum í gjárkvøldið kom Hanne Vibeke Holst við fleiri dømum um, at tær, sum stinga nøsina fram í politikki, nokk skulu blíva kanøflaðar, um tær ikki eru á varðhaldi og hava eitt feminist iskt medvit. Til dømis við eyknevnum sum Gucci-Helle og almennum viðmerkingum um útsjónd, vekt, kropp og mammu- leiklutin. Og maðurin, sum situr púra einsamallur heima og ”fær ikki nokk”, og vermamman, sum tekur synd í soninum, tí hann hevur eina vánaliga konu. - Tú noyðist at hugsa feminist iskt, tá tú bjóðar tey fram. Tí har eru fleiri, sum vilja teg til lívs. Bæði mann ligir politikarar, sum abso lutt ikki halda tað vera stutt ligt, at lata valdið frá sær, men so sanniliga eisini vanlig fólk, sum bara ikki tola, at kvinnur ganga egnar leið ir og seta sær politisk mál, segði Hanne Vibeke Holst. Gakk eftir maktini Ritt Bjerregaard, yvir borg- meistari í Keyp manna havn og fyrrverandi lands- og europapolitikari, er ein av fremstu fyrimyndunum hjá Honnu Vibeke Holst. Bæði persónliga og í bókum hennara. Ein av lærusetningunum hjá Ritt Bjerregaard er, at um tú veruliga vilt, so mást tú vera til reiðar at fara eftir teim um høgu sessunum í politikki. Men Hanne Vibeke Holst er eisini greið um, at tað eru nógvar forðingar/ um ber ingar fyri ikki at taka lut. Ítøkiliga nevnir hon upp reklam er aða móður- leik lutin, ójavnstøðuna í mun til barnsburðarfarloyvi og hetta við, at kvinnur eru so ljótar við hvørja aðra. Tí mælir hon til, at vit skulu stuðla teimum, sum bjóða seg fram. Eisini um vit eru politiskt ósamdar. Við at net verka og fylkast, so vit sleppa burtur úr demo- kratiska undirskotinum. Tí prísurin fyri at verða kúgað, er nógv hægri, enn prísurin fyri at taka maktina. - Vit eru komin so langt í dag. Børnini kunnu verða ansað og kvinnur hava fakligu før leik arnar. Nú mangla tær bara at bjóða seg fram, drop pa perfektheitsgenið og minnast, at ongin kemur smíl andi til valdið. dovnar Minni kokain at fáa Sambært bretska felagsskapinum Serious Organised Crime Agency eru altjóða tiltøkini ímóti rúsevnahandli og -smugling farin at gera mun. BBC sigur frá felagsskapinum, at minni kokain er á marknaðinum, og tað hevur havt við sær, at heilsøluprísurin á evninum er hækkaður nógv, men at prísurin á gøtuni kortini er á leið tann sami sum undanfarin ár. Bretski felagsskapurin sigur, at eitt kilo av kokaini kostar umleið 45.000 sterlingpund í heilsølu í Bretlandi í dag. Tað er munandi meiri enn fyri bara fáum árum síðani og kemst av, at minni kokain kemur til Bretlands. Sum skilst er tað eisini vorðið truplari at fáa fatur á kokaini aðrastaðni í Evropa. Var ikki í Hitler-Jugend Vatikanið í Rom avsannaði í gjár, at Benedikt pávi 16. var limur í nazistisku ungdómsdeildini Hitler Jugend, tá hann var ungur. Talsmaðurin hjá Vatikaninum, Frederico Lombardi, segði, at sum 16 ára gamal var pávin við í einari loftverjudeild, men hon hevði einki við nazistarnar ella nakrar nazistiskar hugsjónir at gera. Upplýsingin samsvarar ikki við tað, sum Benedikt pávi sjálvur hevur sagt fyrr, tí hann hevur fleiri verið sagt, at hann var limur í Hitler Jugend, tá hann var ungur, men at hann bleiv tvungin uppí. Hesi viðurskiftini umrøður pávin eisini í bókini "Salt jarðarinnar". Medborgaraskapur Medborgaraskapur er kenslan av at hoyra til ein størri felagsskap, at hava sosiala ábyrgd og rættindi og skyldur innan fyri felagsskapin. Medborgaraskapur snýr seg serliga um, at luttaka í menningini av felagsskapinum. Brynhild Thomsen í sofapráti við Honnu Vibeke Holst