Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 90 - 13. mai 2009 Tann 1. oktober í ár kemur nýggja ferðslulógin, sum Løg­ tingið hevur arbeitt við, broytt og sam­ tykt, í gildi. Her er ein samandráttur av teimum broytingum, ið verða í mun til ver­ andi lóggávu Ferðsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nýggja og herda ferðslu­ lógin var fyri tveimum vik­ um síðani fyri í Løgtinginum og samtykt, og broytingarnar koma í gildi frá 1. oktober í ár. Men hvørjar eru nú tær nýggju broytingarnar, og hvat merkja tær fyri Palleba og Marsannu, ið dagliga ferðast í ferðsluni. Promillumarkið niðursett tvær ferðir Ein nógv umrødd broyting í ferðslulógini er promillu­ markið fyri alkohol í blóð­ inum, tá ferðast verður í ferðsluni. Upprunaliga upp­ skotið frá landsstýrinum var, at markið millum 0,5 og 0,8 promillu, ið vanliga gav treytaða frádøming, skuldi strikast, og at var tú tikin við eini promillu oman­ fyri 0,5, var tað at meta sum rúsdrekkakoyring, og frádømingin var treytaleys. Við 2. viðgerð í løgting­ inum hevði Rættarnevndin hjá Løgtinginum tó skotið upp, at seta inn aftur hug­ takið promillukoyring, tó hesaferð frá 0,2 til 0,5 pro­ millu, sum so gevur treyt­ aða frádøming. Løgtingið samtykti hesa broyting, og merkir tað tí nú, at verður tú tikin við eini alkoholpromillu á omanfyri 0,2 promillu, fær tú treytaða frádøming av koyrikort­ inum, um tað er fyrstu ferð, og er hon omanfyri 0,5 pro­ millum, er revsingin treta­ leys frádøming av førara­ rættinum. Umframt hesar revsingar koma sjálvandi eisini bøtur. Eisini á hesum økinum er lógin herd, og sektirnar eru hækkaðar og gjørdar ein­ faldari, soleiðis at tær skulu kunna býtast við 500 krónur. Koyrikortið kann takast á staðnum Í nýggju lógini eru støddir­ nar av alkoholstyrkini settar inn í lógina. Hetta merkir at nú kunnu mátingar, ið løg­ reglan ger á staðnum, nýtast sum prógv í rúsdrekkamál­ um. Higartil hevur løgreglan havt heimild til at krevja útandingarroynd fyri at meta, um neyðugt er at taka blóðroynd fyri at staðfesta, at brot er framt á ferðslu­ lógina. Men í nýggju ferðslulógini eru somu lógir, ið eru gald­ andi í grannalondum okk­ ara, settar í verk. Hetta merkir at løgreglan kann staðfesta, um talan er um rúsdrekkakoyring, og tí eisini kann taka kortið frá tær á staðnum, vísir tólið omanfyri 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum. Null-mark sett fyri rúsevni Ein av broytingunum við ferðslulógini er, at null­ mark er sett fyri tilvits­ ávirkandi evni ella rús­ evnum. Í samband við rús­ drekkakoyring verður ein blóðroynd tikin, ið vísir, hvussu stór alkoholstyrkin í blóðinum er, og fer hon upp um ta í lógini ásetta markið, kann persónurin ákærast fyri brot á ferðslulógina. Ein blóðroynd kann nevniliga eisini vísa, um persónur hevur í sær rús­ evni, men sambært lógini, ið var galdandi áður, kundi tann tikni, hóast hann hevði rúsevni í blóðinum, ikki dømast uttan so, at tað við nærri kanningum varð prógvað, at hann ikki var førur fyri at føra akfarið. Tað er ikki á líknandi hátt sum við rúsdrekkapromillu gjørligt at seta eitt mark fyri, nær ymisku rúsevnini ávirka føraraevnini, og tí varð sett eitt null­mark fyri rúsevni. Hetta merkir at als eingi rúsandi evni eru loyvd í blóðinum, um ferðast verð­ ur í ferðsluni. Nýggja ferðslulógin í gildi í oktober Hóast altjóða fjøl­ miðlar dagliga boða frá nýggjum til­ burðum av Influensa A, meta landslæknin og Heilsustýrið framvegis ikki, at fólk eiga at óttast InFluensa a Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Krímið tykist ikki at vera álvarsligari enn vanligt vetrarkrím og kann viðgerast við antiviralum heilivági. Landslæknin metir, at yvirhøvur eiga fólk ikki at óttast smittuna, men leggur dent á, at støðan skjótt kann broytast og tí eiga vit ikki at vera líkasæl. ­ Vit hava sum áður frá­ sagt nóg mikið av anti­ viralum heilivági á goymslu í Føroyum, bæði tá ið tað snýr seg um Tamiflu, Relenza og Amantadin, sig­ ur Høgni Debes Joensen, landslækni. Í einum yvirliti frá heims­ heilsustovninum WHO verður staðfest, at kring heimin hava 60 fólk mist lívið orsaka av Influensu A. Krímið hevur spjatt seg yvir allan heimin, og í viku­ skiftinum var Influensa A staðfest í Noreg. Talan var um ein mann og eina kvinnu, ið eru undir hægri lestri í Meksiko. Tey eru í viðgerð, og støðan hjá teim­ um er batnað munandi. Landslæknin og føroyska heilsuverkið í heila tikið fylgja neyvt gongdini, tí talan er framvegis um eitt nýtt og ókent virus. Møgu­ liga kann virusið mutera og tað kann hava týdning fyri, hvussu virkin viðgerðin verður framyvir. Tí stendur tilbúgvingin við og heitt verður á øll, ið hava illgruna um, at tey hava Influensa A at seta seg í samband við kommunulæknan. Influensa A kann viðgerast Ráðharrar skulu verja seg Tveir fyrrverandi danskir uttanríkisráðharrar og tann núverandi skulu nú í rættin at verja seg í sambandi við eitt rættarmál um Irak. Málið hevur sín uppruna í teirri nógv umrøddu korrupsjónsgøluni hjá ST, og við upplýsingum haðani eru 14 danskar fyritøkur ákærdar fyri at hava goldið mutur fyri at fáa bíleggingar í Irak. Í hesum sambandi er avgjørt, at rætturin skal avhoyra fyrrverandi uttanríkisráðharrarnar Mogens Lykketoft og Niels Helveg Petersen umframt tann núvernadi Per Stig Møller. Mogens Lykketoft sigur við fjølmiðlarnar, at hann hevur einki at fjala, tí hann visti heilt einfalt einki um tað ólógliga virksemið hjá teimum donsku fyritøkunum. Radikali nærkast gáttini Ein nýggj meiningakanning í Danmark vísir, at undirtøkan hjá Radikala flokkinum er nú so lítil, at flokkurin er líka stórur ella líka lítil sum Eindarlistin. Sambært kanningini høvdu tey radikalu fingið trý prosent av atkvøðunum, var fólkatingsval nú, og minstamarkið fyri at sleppa inn um tinggáttina er tvey prosent. Á seinasta vali fekk Radikali flokkurin 5,1 prosent. Annars vísir tann nýggja kanningin, at tað hevði staðið at kalla á jøvnum millum tann reyða og tann bláa vongin, var val í dag. Andstøðan hevði fingið 88 tinglimir og stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin 87. Hósdagin 14. mai Nakkafillet steik / Karrygrýta Fríggjadagin 15. mai Kjøtfrikadellur / Chilli con Carne / Rullusteik Leygardagin 16. mai Tjúkksteiksbúffur Mánadagin 18. mai Saltkjøt / Forlorin hara Týsdagin 19. mai Royktur medistari / Stoktur høsnarungi Mikudagin 20. mai Kjøtfrikadellur / Stoktur fiskur Við nýggju tólunum, ið eru komin á marknaðin, er gjørligt við nógv størri neyvleika at staðfesta alkoholinnihaldið í blóðinum. Við nýggju lógini ber tí frá 1. oktober 2009, til at taka koyrikortið á staðnum, koyrir tú við eini promillu omanfyri 0,5 Høgni Debes Joensen, landslækni, metir framvegis ikki at fólk eiga at óttast Influensa A. - Vit hava nokk av heilivági. Men støðan kann skjótt broytast og tí eiga vit ikki at vera líkasæl, leggur hann dent á. Niels Helveg Petersen Mogens Lykketoft