mikudagur 13. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 90 • 13. mai 2009
5. partur
Tað vóru 3. mai 75 ár síðani, at
Neptun og Nólsoy eftir øllum
at døma gingu burtur. Tað var
merkiliga lítið skrivað í bløðunum
tá um hesa sera stóra vanlukku.
Tað verður heldur ikki skrivað
nógv um, hvussu hetta ávirkaði
lívið í landinum. Men Tinga
krossur skrivar 13. juni 1934:
“Tað átti at verið so, at fyri
øllum teinkjandi fólki í Føroyum,
skuldi hetta verið ein landasorg
so stór, at dansur og tílíkt ikki
sømdi seg, í hvussu er ikki fyrr
enn ein tíð var umliðin, frá tí
allir hesir fiskararnir, ið fara
heimanífrá glaðir og fúsir fyri at
vinna útkomuna til tey, ið heima
sita, so brátt verða burturryktir.
Eftir sita konur og børn og gentur
við stórari sorg – tað eru sár, ið
neyvan grøðast aftur. Fyrr var so,
at allur dansur steðgaði, men
tíverri er tað ikki soleiðis nú.”
Steingrim:
Minni um pápan
Eg minnist pápa sum ein, ið var
væl tilpassar og nokkso fryntligur.
Hann var stórur og væl bygdur.
Tingakrossur skrivar annars um
pápa, at hann var víða kendur fyri
sín dugnaskap, og at hann annars
víða um varð saknaður av øllum,
sum fingu loyvi til at koma saman
við honum. Hann var prúður,
friðaligur og í allar mátar ein
álitismaður.
Hann var sjálvur reiðari og gjørdi
avrokningar og tílíkt sum hoyrdi til.
Skrivstovu hevði hann í kjallar
anum, og hon er har enn. Her er
millum annað tann gamli penga
kassin hjá honum. Her er eisini ein
gomul lanterna av Neptun.
Eg minnist eisini, at pápi, sum
skiparar vóru vanir, gekk bygd
úr bygd at biðja fólk. Um hann
eisini var í Mykinesi minnist eg
ikki. Men mykinesmenn vóru altíð
við, tað ið eg kann minnast. Hann
hevur kanska longu, tá ið teir
komu heim um heystið, biðið teir
at koma við árið eftir.
Nógvir av monnum, sum fórust
við Neptun, høvdu verið við árini
frammanundan. Teiri vóru eisini
væl mannaðir hetta árið við 23
monnum. Kanska bendir hetta
á, at pápi hevur verið dámdur
at vera saman við. Hann fiskaði
eisini hampiliga væl.
Tummas, beiggi hansara, var
annars mettur at vera sera góður
fiskimaður. Tummas var pápi Henry,
sum aftur er pápi tann Tummas
Christoffersen, sum vit kenna í dag,
og sum eisini er ein rokari.
Gjørdist húsmaður
12 ára gamal
Hjá teimum einstøku húsunum
var tað nú ein spurningur um
at koma víðari. Umframt tað
fíggjarliga var tað jú eisini alt,
sum skuldi gerast í einum húsi.
Sum 12 ára gamal gjørdist eg
tískil húsmaður við teirri ábyrgd,
sum pápi annars vildi havt. Tað var
nokk at gera. Eitt var fjallgonga.
Markið fyri at verða roknaður fyri
mann var 14 ár. Men so søgdu
teir: “Latið bara báðar koma.” Tað
var eg og Kristoffur. Menn vóru
lagaligir, tá ið tað var møguligt.
Eisini skuldu eplinu veltast,
hoyggið skuldi inn, torvið skuldi
skerast og arbeiðast. Tað skuldi
eisini sópast hvønn dag, sum
neytini vóru inni. So eg kann ikki
minnast meg at hava spælt sum
aðrir dreingir.
Eg fekk so ungur eini hús at
hava ábyrgdina av, og tað havi
eg enn í dag 75 ár seinni. Men
eg havi eisini klárað meg millum
nógvar rættar menn.
Tann næsti beiggin, Kristoffur,
fór jú til Havnar og kom at vera
so nógv burtur. Genturnar máttu
sjálvsagt eisini taka síni tørn.
Mamma hevði arbeiðskonu,
sum vanligt var tá. Tað hevði hon
eisini eini 45 ár eftir, at pápi var
deyður. Men hetta gjørdist ov
dýrt, 20 krónur um mánaðin! Tað
var tað frægasta, summar fingu
15 krónur. Børnini vuksu eisini
til, so tað gjørdist ikki tann stóri
tørvur longur fyri arbeiðskonu.
Arbeiðskonurnar búðu inni og
vóru sum ein partur av húskinum.
Sum tað er nógv broytt við
arbeiði hjá teimum ungu. Tá ið
genturnar vóru konfirmeraðar,
fóru tær út at tæna. Har lærdu
tær at passa eini hús. Tað var
ikki tann ringasti lærdómurin.
Tær lærdu nógv í teimum ymisku
húsunum, tí tað vóru ordilig fólk,
tær vóru hjá. Tá ið tær so giftust,
dugdu tær at halda hús og eisini
at læra frá sær.
Mammurnar
vóru hetjur
Alt gott um menninar, men eg
havi altíð hildið, at tær veruligu
hetjurnar, sum hava livað her á
landi, eru mammurnar. Mamma
var 43 ár, tá ið hon gjørdist
einkja. Hon hevði eina so sera
góða heilsu. Eg sá hana ongantíð
vera sjúka. Hon hevði ongantíð ilt
í høvdinum og beinini vóru góð.
Hon gjørdist eisini 92 ár. Eg má
beundra hesar konurnar.
Pápi helt Politiken og eitt ann
að danskt blað. Politiken segði
mamma frá okkum. Telefon høvdu
vit eisini. Hana segði hon eisini
upp fyri at spara tær krónurnar.
Tá ið børnini vóru
farin í song, fór hon at
spinna á lítlastrá. Hon
Steingrim Kristoffersen:
Gjørdist húsmaður 12 ára gamal
Í seinna parti av frásøgnini hjá Steingrim greiðir hann frá lívinum eftir, at pápin var
gingin burtur við Neptun. Hann kom sjálvur 12 ára gamal at taka ábyrgdina sum
húsmaður fyri síni sjey yngri systkin
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Hetta er lanterna hjá Neptun, sum stóð eftir, tá ið teir fóru seinasta túrin. Her síggja vit f.v. Óla Jákup, Steingrin og
Trygva Kristoffersen. Óla Jákup er uppkallaður eftir abbanum. Hann er sonur Kristoffur