mikudagur 13. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
10
nr. 90 • 13. mai 2009
karaði eisini. Hesir karar eru fram
vegis í barndómsheiminum, og í
teimum sæst kullan, sum tummul
in hevur sett eftir seg. Og so at
binda tað hon kundi. Annars vóru
tvær konur í bygdini, sum høvdu
bindimaskinu, og tær plagdu at
binda undirtroyggir og undirbuksur
fyri fólk, eisini fyri okkum.
Nú verða klæðir blakað burtur,
tá hol kemur á, ella kanska fyrr
enn tað. Hetta lýsir tann stóra
munin á tíðini tá og nú.
Mamma fór eins og einkjurnar
tá í kolsvørt klæðir. Hon fór ikki
eingong í ljósar sokkar. Tað gjørdu
nakrar av einkjunum kortini, men
ikki mamma.
Stórsinnið hjá Sámali
Annars gekk tað, sum eg minnist,
væl við tí vanliga lívinum. Men
eg undrist nú meira og meira
yvir, at tað yvirhøvur bar til. Tað
manglaði okkum ongantíð nakað.
Vit høvdu eina kúgv og nakrar
seyðir, men tað skuldu pengar til
eisini. Tryggingin var tá betri, enn
hon hevði verið frammanundan.
Men pápi skyldaði pengar til
sparikassan, tað sama sum aðrir.
Vit áttu 10 gyllin av jørð. Sjey í
Nesinum og tríggjar í Fjallinum.
Nú máttu vit so selja tríggjar
gyllin burturav fyri at gjalda
skuldina. Sýslumaðurin Gunnar
Dahl Olsen hjálpti okkum við
hesum. Jørðin varð lýst til sølu
í bløðunum, og vit seldu tríggjar
gyllin. Sámal í Jákupsstovu segði,
at “nú skal eg keypa jørðina fyri
3.000 krónur, 1.000 fyri hvørja
gyllin, men um tit kunnu fáa
meira fyri jørðina seinni, so skullu
tit fáa jørðina aftur móti at gjalda
mær hesar 3.000 krónurnar aftur,
so fáa tit munin.” Kona Sámal og
mamma vóru systkinabørn, báðar
vóru úr Hvalvík.
Tað gingu so nøkur ár, tá seta
vit aftur jørðina til sølu. Tá er
tað ein annar maður, sum bjóðar
kr. 7.500 fyri jørðina. Vit fingu
so hesa upphædd og lótu Sámal
sítt, tá vóru 4.500 kr. eftir. Tað má
sigast at vera stórsinnað. Hetta
var ein beini, sum kom væl við tá.
Sámal gekk burtur stutt eftir.
Hann var skipari á Vesturfarinum.
Tann 23. mars 1942 fóru teir av
Hornafjørðinum til Onglands at
selja. Teir vóru væntaðir inn í
Føroyum á vegnum, men komu
ongantíð fram. Við vóru átta
mans. Sjey av teimum vóru úr
Vestmanna, meðan tann áttandi
var úr Hvalvík. Hetta var Haldor
Olaf Edvard Joensen, systkina
barn mammu. Hann var beiggi
konu Sámal. Her kann vera nevnt,
at Hans Jacobsen, sum fórst við
Neptun, eisini var úr Hvalvík.
Eg haldi, at tað vóru einar
1.500 kr. sum vóru eftir, tá alt
annað var goldið. Eg fór so ein
dag í sparikassan og lat teimum
1.500 kr. Tá var slætt borð har.
Gamli moturin á
Neptun kom at
standa sína roynd
Neptun fekk sum nevnt motorin,
sum var ætlaður Doru. Nú stend
ur gamli motorurin á Neptun í
einum pakkhúsi í Vestmanna.
Jákup Strømsten, eisini kallaður
Oyra Jákup, var farin at sigla við
koli við Coraliu. Við honum sigldu
synirnir Severin og Kaj. Kona
Jákup var eisini við.
Nú hevði Jákup fingið uppí
lastina av eingilskum koli og kom
á Vestmanna at selja.
Jákup visti av, at Neptun hevði
skift motor. Hann kemur niðan
til okkara at spyrja, um vit høvdu
viljað selt honum motorin at
seta í Coraliu. Vit vistu, at um
motorurin ikki varð seldur, so
bleiv hann standandi, til hann
eina ferð varð burturbeindur.
Jákup segði, at fekk hann
motorin, skuldu vit fáa tvey tons
av enskum koli afturfyri. Tað var
ikki so galið, tí motorurin var so
lítið verdur, og tvey tons av koli
var til eitt ársforbrúk.
Mamma spurdi so Gunnar Dahl
Olsen, hvat hann helt. Hann helt,
at hetta mundi vera tað frægasta
at gera. Tað var jú ikki hvør sum
helst, sum kundi fáa gagn av
hesum motori.
Ein góðan dag nú troppar
Oyra Jákup upp við Coraliu við
tveimum tonsum av koli. Tað vóru
40 sekkir. Tveir bilar vóru í bygd
ini tá, og teir koyrdu kolið til hús.
Teir bóru kolið inn í fjóskjallaran
og stúrtaðu kolið úr sekkunum.
So var at fáa motorin umborð.
Coralia lá har við brúnna hjá Ólavi
á Heygum.
Tað var langt niður á dekkið.
Motorurin mátti takast sundur
væl og virðiliga fyri at fáa hann
umborð. Eg fór so oman at hyggja
at teimum. Dreingirnir hjá Jákupi
knúlvaðu við motorin. Teir vóru so
ótrúliga hegnigir og dugdu so væl
at arbeiða. Eg var so hugtikin av
hesum monnum. Gamli var eisini
við, men tað vóru teir báðir, ið
gjørdu arbeiðið.
Eg hugsaði, at tað verður ringt
hjá teimum at fáa settan motorin
saman aftur, sum hann var komin
umborð í stykkjum.
Men eina ferð kemur Coralia
aftir við koli, og motorurin gekk
sum klokkan. Hann stóð fleiri ár í
Coraliu.
Vit kunnu bert rósa Oyra Jákup.
Ein onnur søga um hann er, at
tá ið sjómansheimið í Havn varð
bygt, lat hann sandin ókeypis.
Coralia endaði vist sínar dagar
í Gøtu sum sandbátur við Oddfríð
Gregersen sum skipara.
Meslingarnir
Í desember 1935 var tann kenda
meslingagrindin í Gøtu. Mesling
ar gingu í Gøtu, og grindamenn
úr nógvum bygdum bóru smittuna
við sær til heimbygdina. Nógv
blivu sjúk og fleiri doyði.
Heima hjá okkum blivu øll
systkini sjúk. Sjálvur bleiv eg
sera ringur og fór so illa at bløða
næsablóð, sum var vanligt við
meslingum. Mamma hevði úr at
gera at passa okkum hesa tíðina.
Hon bleiv ikki sjúk. Mamma hevði
havt meslingar sum lítil í Hvalvík.
Hetta kom okkum til góðar í
hesum førinum.
Hýsuævintýrið
Tað hevði einki verið at fiska
í langa tíð, í hvussu er her hjá
okkum. Men so knappliga í
1936, tá kom hýsan. Hýsa hevði
ikki verið at fingið her á okkara
leiðum, tað menn vistu um.
Ein dagin, táið eg var 14 ár,
stóðu ein dagin nakrir mans undir
einum húsum. Teir vóru abbi
mín Grækaris, Kristoffur, sonur
hansara, og Fjarða Pól, ein eldri
maður. Eg fór at lurta. Tá fortelur
Kristoffur, at hann hevur hoyrt
niðri í bygdini, at saksuningar
høvdu fingið hýsu á snøri. Hann
sigur eisini, at fæst hýsa á snøri,
so fæst hon betri á línu. Hann
tekur aftur í aftur, at “eg veit
einki um at hýsa hevur verið
at fingið her um okkara leiðir í
mínari tíð.” Tá var hann mitt í
60unum. Tá svarar abbi til, hann
var tá 87 ár: “Jú eg minnist væl
hýsu á sandbotninum fra Saksun
vestur á Dalarnar.” Kristoffur
svaraði til, at hann mintist ikki
hýsu á sandbotninum, men hann
mintist tosk. Tá segði Kristoffur:
“Eg eigi eitt sindur av línu og fari
beinan vegin at seta hana í stand,
so fara vit til útróðrar.”
Eg fari so við. Tað varð nógv
hýsa at fáa, og hon kom at standa
víða hvar á sandbotni eisini aðra
staðni. Hýsan kom fyrst í mai
og bleiv standandi til ólavsøku.
Hetta vardi til mitt í 60unum,
tá bleiv hýsan burtur. Men hon
bjargaði fólkinum her í bygdini
tá. Eg veit ikki, hvussu tað hevði
verið vorðið, um hýsan ikki var
komin beint uppundir kríggið.
Eingin livdi bara av útróðri, sum
hann var. Menninir, sum sigldu,
vóru jú uppá seg fáir í tali undir
krígnum. Hetta gjørdi tað ikki
lættari.
Nettup hesi fyrstu árini var
trolaraflotin so stórur sum
ongantíð. So merkiligt kundi tað
vera.
Fyrstu árini varð hýsan sera
smá. Hon varð saltað í tunnur
til egið brúk. Prísur fekst ikki
fyri hana, bert 5 oyra pundið.
Vit avreiddu eitt sindur, men tað
loysti seg illa. Saltað hýsa
var fínur matur. Men
tá vóru fólk heldur
ikki so kræsin sum
Minnisvarðin í Vestmanna
Í Vestmanna vóru nógv skip. Málningur hjá Kristin í Geil
Tummas Christoffersen
Christoffer Christoffersen.
Hesir tríggir vóru brøður Óla Jákup
➘
Elias Christoffersen