mikudagur 13. mai 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 90 - 13. mai 2009
Tá Smyril hóskvøldið
fór til Suðuroyar,
stóðu 50 bilar eftir á
bryggjuni í Havn
SamferðSla
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað hendir meir enn so,
serliga tá høgtíðir eru, at
Smyril er ov lítil. Hós
kvøldið stóðu 50 bilar eftir
á bryggjuni, tá Smyril fór
til Suðuroyar.
Fólk, ið vóru við, hava
harmast um, at eftir teirra
tykki var ov illa stúvað, og
eina hillin til bilar fekst ikki
niður, tí bingjur og farma
bilar tóku ov nógv pláss.
Men hóast hendingin er
óheppin, og ikki eindømi, so
er ikki nógv at gera við hetta.
Hatta er ikki fyrstu ferð,
og
neyvan
síðstu
ferð
heldur, men tað er soleiðis,
at frakt og farmur hevur
fyrsta rætt. Tað stendur
skrivað, og hesum treytum
mugu vit arbeiða undir,
sigur Conrad Gaard Joen
sen, rakstrarleiðari á Strand
ferðsluni, sum beinanvegin
kannaði málið, tá vit fregn
aðust.
Tað er so, at manningin
beyð sær til at koyra bilarnar
umborð í fríggjamorgun,
og fáa teir suður, um fólkini
komu suður hóskvøld. Og
manningin koyrdi eini 20
bilar umborð í fríggja
morgunin, og hetta er bert
ein eyka tænasta, sigur Con
rad G. Joensen.
Tað hendir, at fólk
standa í bíðirøð í langa tíð,
men mugu síggja farmabilar
fara framum, og so sleppa
tey at enda ikki við. Sama
er galdandi á leiðini um
Skopunarfjørð. Men hesum
treytunum arbeiða vit undir,
og skulu broytingar gerast,
so má Vinnumálráðið uppí,
sigur rakstrarleiðarin, sum
leggur afturat, at tey á SSL
hava arbeitt við ymsum
ætlanum viðvíkjandi farmi,
men at onki enn er ítøki
ligt.
Vagn Foldbo
nýggjur
skúlastjóri
settur í Fugla
fjarðar skúla
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, hevur
sett Vagn Foldbo sum
skúlastjóra í Fuglafjarðar
skúla.
Vagn er 39 ára gamal
og hevur starvast bæði
sum lærari og leiðari í
fólkaskúlanum.
Hann
varð settur í starv sum
lærari í Eiðis skúla í
august 1996 og var í hes
um starvi í tvey ár, tá
hann varð settur sum
skúlaleiðari í sama skúla.
Vagn var fyristilærari í
Eiðis skúla til 2004, tá
hann fór í leiðarastarv
sum
aðalskrivari
hjá
Heimamissiónini. Skúla
árið 2008/09 hevur Vagn
verið lærari í Hornslet
skúla í Jyllandi.
Vagn hevur lærara
útbúgving
og
hevur
nomið sær eftirútbúgving
í leiðslu. Hann hevur tik
ið útbúgving í persónlig
ari leiðslumenning, sum
Mentamálaráðið
hevur
skipað fyri og diplom
leiðaraútbúgving á Før
oya Handilsskúla um
framt onnur styttri skeið
innan leiðslu. Eisini er
Vagn í holt við master
útbúgving á Århus Uni
versiteti, har hann lesur
”master í etik og værdier
i organisationer”.
Harumframt
hevur
Vagn verið limur í nevnd
ini í Skúlaleiðarafelag
Føroya og seinni skrivari
hjá felagnum.
Vagn Foldbo tekur við
starvinum
1.
august
2009.
Sluppu ikki við Smyrli
Umborð á Smyrli hóskvøldið
Í Grønlandi heldur
Hans Enoksen fast
um, at hann er
landsstýrisformans
evni hjá Siumut,
nú val stendur
fyri durum, men
Aleqa Hammond,
fyrrverandi fíggjar
málaráðharri, sigur,
at hon hevur betri
hegni til at tryggja,
at politikkurin hjá
landsstýrinum kann
halda fram
Grønland
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Aleqa Hammond bjóðar
Hans Enoksen av. Á lands
fundinum hjá Siumut í fjør
stillaði hon upp ímóti Hans
Enoksen
sum
floksfor
manni, men tapti valið.
Hetta er heldur ikki fyrstu
ferð, at stríð ella kapping er
um sessin sum formaður í
landsstýrinum, tí undan
valinum fyri fýra árum síð
ani kunngjørdi Lars Emil
Johansen, at hann ætlaði
sær formanssessin. Men so
varð ikki.
Hans Enoksen sigur við
grønlendska
kringvarpið
KNR, at í teimum broyting
artíðum, sum Grønland er í,
noyðist landsins leiðslan
javnan at taka avgerðir, sum
ikki fella í góða jørð
allastaðni. Tí skilir hann
væl, at onkur hevur hug at
finnast at sær. Eisini floks
felagar. Hann ásannar, at
tað eru bólkar og ymsar
áskoðanir í Siumut, men at
tað er ikki annað enn í øð
rum flokkum.
Og so er tað okkara
styrki, at so nógvir førleika
sterkir limir taka lut í orða
skiftinum, sigur Hans Enok
sen, sum samstundis kann
vísa á, at floksleiðslan í Siu
mut hevur ikki sett spurnar
tekin við hansara formans
starv.
Veljararnir vilja tað
Hóast hon fekk umleið 200
atkvøður færri enn Hans
Enoksen á formansvalinum
í Siumut í fjør, heldur Aleqa
Hammond ikki, at allar
súður eru syftar, og hon er
sannførd um, at hon er bet
ur egnað enn formaðurin
til at standa á odda fyri eina
rum miðvísum politikki. Í
hesum sambandi vísir hon
til eina meiningakanning
herfyri, sum vísti, at fleiri
veljarar vilja hava hana til
formann í landsstýrinum.
Í fjør fór Aleqa Hammond
úr starvinum sum lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
tí hon fekk ikki undirtøku
fyri sínum búskaparpoli
tikki. Í dag sigur hon, at tíð
in hevur víst, at hon hevði
rætt tá, og at tað hevur
sannført hana um, hvussu
umráðandi tað er hjá einum
landsstýri at halda ta settu
kósina. Eins og Hans Enok
sen heldur hon tað vera eina
styrki fyri flokkin, at fleiri
eru um boðið.
Tað vísir styrki, at flokk
urin hevur fleiri, sum eru til
reiðar at taka róðrið, um
høvið býðst. Vit eru samd
um tey grundleggjandi mál
ini, men eg havi valt at
bjóða meg fram, tí ein mein
ingakanning hevur víst, at
fólk vilja hava meg, sigur
hon við KNR.
Aleqa Hammond bjóðar Hans Enoksen av
Hans Enoksen heldur seg hava røkt formansstarvið í landsstýri
num so mikið væl, at hann eigur at halda fram
(Mynd: KNR)
Hóast hon tapti formansvalið í Siumut í fjør, bjóðar Aleqa
Hammond formanninum av eina ferð enn
(Mynd: KNR)
Ósemja um fiskaútflutning
Nýggja stjórnin í Íslandi hevur sett sær fyri at fremja tiltøk, sum
skulu forða fyri, at ov nógvur fiskur fer óviðgjørdur av landinum.
Málið hjá stjórnini er, at fiskur, sum verður veiddur undir Íslandi,
skal virkast í Íslandi, tí tað fer at geva fleiri arbeiðspláss. Jón
Bjarnason, fiskimálaráðharri, dugir ikki at siga, hvørji tiltøk verða
sett í verk, tí tað hevur stjórnin ikki avgjørt enn, sigur hann. Sævar
Gunnarsson, sum er formaður í íslendska sjómannasambandinum,
er ímóti tiltøkum, sum skulu avmarka møguleikarnar at selja fiskin
uttanlands, tí tað merkir minni úrtøka til fiskimenninar, sigur hann
við Morgunblaðið.