Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 90 - 13. mai 2009 Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, er sannførdur um, at stuðulin, sum verður latin fiskivinnuni bara ger hana minni lønsama. – Sjó­ mannafrádráttur og minstaløn syrgja fyri, at vinna uttan vinning heldur fram, og landið missir pening. Orsøkin er, at meira peningur verður nýttur at fáa toskin upp á land, enn virðið á toskinum er, sigur Jóannes Jacobsen Fiskivinna Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fyri døgum síðan greiddi Jacob Vestergaard frá í Sosi­ alinum, at landsstýrið ikki ætlar at gera nakað við stuð­ ulin til fiskivinnuna. Hesum tekur Jóannes Jacobsen, bú­skaparfrøðingur, ikki undir við á nakran hátt. – Stuðulsskipanirnar er til bága fyri samfelagsbú­­ skapin, tí tað kann gera tað sama, hvussu nógvar toskar tú­ fært upp á land, um tú­ letur meiri pening í studn­ ingi til skipini, enn virðið av toskinum, so tey kunnu halda fram at bera seg. So avgjørdur er Jóannes Jacobsen, bú­skaparfrøðing­ ur, um ymisku stuðulsskip­ anirnar, sum fiskivinnan í løtuni fær. – Jan Højgaard nevndi eisini í einum øðrum saman­ hangi, at summir fiskimenn bara fáa 40 krónur um tíman umborð. Hetta sigur mær ikki, at vit skulu lata monnunum pening, so teir kunnu vera verandi umborð. Tað sigur mær, at fiskimenn­ inir skulu fara í okkurt ann­ að stað, tí megnar tú­ bara at produsera fyri 40 krónur um tíman í Føroyum, so pro­ duserar tú­ ikki nóg mikið, staðfestir hann. Jan Højgaard er formaður í fiskimannafelagnum. Oyðileggja fyri hinar Somuleiðis er Jóannes Jac­ obsen sannførdur um, at studningurin, ið verður latin fiskivinnuni oyðileggur løn­ semið hjá hinum, sum eru í somu vinnu, og sum kundi vunnið pening. – Hevði mann eina fría vinnu, so fóru tey vánalig­ astu og minst effektivu skip­ ini á hú­sagang, og so var meiri eftir hjá hinum, sum kunnu fáa meiri burturú­r. Hevði minstalønin ikki verið, fóru órentablu skipini ikki ú­t at fiska, og so høvdu hini fingið meiri burturú­r, sigur bú­skaparfrøðingurin. Hann leggur afturat, at tað ongantíð kann loysa seg samfelagsbú­skaparliga at stuðla vinnum, sum ikki bera seg. Heldur ikki, tá støðan er háttað sum í dag, tí hóast mann kundi argu­ menterað við, at mann vil halda fast við eina vinnu við stuðli, so hon kann vera klár, tá tilfeingi aftur er, so heldur Jóannes Jacobsen ikki, at hetta skal vera ein uppgáva hjá landinum. – Tað eigur at vera ein spurningur millum fígging­ arstovnar og vinnu. Tað kann ikki vera nakað, sum landið eigur at blanda seg uppí, sigur hann, hóast lond­ ini vit kappast við alla tíð­ ina veita sínum tilfeingis­ vinnum stuðul. Fiskur er sosial skipan Hóast onnur lond veita sín­ um tilfeingisvinnum stórar peningarupphæddir fyri at halda teimum í gongd, so er tað als ikki ein gongd leið fyri Føroyar. – Noreg letur stuðul til fiskivinnuna, fyri at fólk skulu bú­gva í ávísum økj­ um, og tað er tað sama í Norðurspania. Har ber tað til, tí vinnurnar eru so mikið lítlar, og eru eitt slag av sosialum tiltøkum. Soleiðis er ikki í Føroyum, tí tað er størsta vinnan, og jú­st tí, at fiskivinnan er so stór, so má hon rekast so optimalt sum gjørligt, greiðir Jóann­ es Jacobsen frá. Vinnan kappast um fólk Jóannes Jacobsen er eisini vísur í, at tað ikki er stuð­ ulin, sum onnur lond veita síni fiskivinnu, sum hevur við sær, at føroyska fiski­ vinnan hevur trupulleikar. – Treytirnar eru mest inn­ an føroysku vinnuna, tí prís­ urin á heimsmarknaðinum er eitt faktum, mann ikki fær gjørt nakað við. Hin­ vegin er tað kappingin um fólk millum ymisku partar­ nar av Føroyska arbeiðs­ marknaðinum, sum hava nakað at siga. Tá tú­ kanst vinna meiri pening uppi á landi enn umborð, so fara fólk í land, og sjálvandi skal mann ikki noyða fólk umborð við at veita teimum stuðul, tá tað ikki loysir seg, staðfestir hann. Tað almenna skal hjálpa øllum Hinvegin heldur hann, at tað almenna skal seta inn í verri tíðum, men tað skal ikki gerast við at leggja pen­ ingin í eina ávísa vinnu. – Tá tað gongur verri í einum landi, so skal tað almenna inn at tryggja borg­ ararnar, men tað skal ikki gerast við at velja ein ávísan bólk burturú­r. Tað skal vera eins allastaðni, og tí er tað vit hava skipanir sum arbeiðsloysisskipanina og so framvegis, greiðir Jóann­ es Jacobsen frá. Hann leggur afturat, at tá tað gongur illa í summum vinnum, so eiga tað at vera aðrar, ið taka yvir. Fiskurin ávirkar alt Tó eru Føroyar í einum slagi av serstøðu, tí tá tað gongur illa í fiskivinnuni, so gongur tað eisini illa aðrastaðni, men loysnin til henda trupulleika er ikki at stríðast fyri at fáa meira upp á land, tá minni er. – Tað sigur seg sjálvt, at tá lítið av fiski er, so nyttar onki at halda fram at týna stovnarnar, tí so verður pro­ fitturin minni, og tað er ikki ein spurningur um at hava so nógv fólk í vinnuni sum gjørligt. Tað er ein spurning­ ur um at fáa so nógv sum gjørligt burturú­r fiskinum, sum er, sigur Jóannes Jacob­ sen. Stuðul ger støðuna verri Sostatt er bú­skaparfrøðing­ urin sannførdur um, at stuð­ ulin, ið verður latin fiski­ vinnuni bara ger støðuna verri, tí tað heldur skipun­ um, sum ikki geva avkast siglandi. – Tú­ gevur partinum av fiskivinnuni, sum ikki loysir seg kunstigan anda­ drátt, og minkar um møgu­ leikarnar hjá partinum av vinnuni, sum kundu loyst seg, tí marknaðurin skuldi nokk funnið ú­tav, hvat loys­ ir seg og ikki. Og tað er jú­st tí, tað ikki ber til at siga, at fiskivinnan koyrir illa, tí tað er sum at siga at kiosk­ vinnan koyrir illa. Tað er sjálvandi munur á kioskum, og tað veldst alt um, hvar hon er og so framvegis. Tí er tað nevniliga, at vit skulu lata partin av vinnuni, sum ikki loysir seg, fara, tí so fær vinnan, sum loysir seg betri møguleikar, sigur bú­skaparfrøðingurin. Koyr dangurnar á húsagang Hóast stuðul syrgir fyri, at nógv skip sigla í løtuni, og at menn fáa løn, so er stuðulin útfrá einum búskaparligum sjónarmiðið til stóran bága fyri vinnuna Nógv línuskip bera seg illa í løtuni, og skuldi verið bori rætt at, sambært Jóannesi Jacobsen, so skuldi mann latið tey minst gevandi farið á tvang Mynd: Vilmund Jacobsen Grønland skerjir CO2-útlátið Skulu grønlendingar gera sær vónir um at halda ásetingarnar í Kyoto­ sáttmálanum og at skerja CO2­ú­tlátið innan 2012, er tað umráðandi, at tær stóru fyritøkurnar reka ein ábyrgdarfullan veðurlagspolitikk. Umleið 40 prosent av tí grønlendska CO2­ú­tlátinum stavar frá fiskivinnu og flutningi, og nú­ er avgjørt, at almenna flutningsreiðaríið Royal Arctic Line skal skerja sítt ú­tlát fimm prosent innan 2012. Kunningarstjórin í felagnum, Jakob Strøm, sigur við KNR, at felagið kann røkka tí ásetta málinum. Hann sigur, at skipini hjá reiðarínum sigla so spakuliga, sum til ber, tí tað gevur minni nýtslu og minni ú­tlát.