mikudagur 13. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 13. mai 2009
15
Foreldur at verandi børnum
og komandi børnum í
frítíðarskúlanum,
Sorn
húsið, vilja hervið gera vart
við okkara misnøgd við
avgerðina
um
at
flyta
frítíðarskúlan út í Húsið.
Á fundi millum foreldur í
Sornhúsinum
týskvøldið
12. mei varð hetta málið
umrøtt. Full semja var á
fundinum um, at avgerðin
at flyta frítíðarskúlan er
ikki nóg væl umhugsað, og
ilt er at fáa eyga á sparingina,
sum hevur verið førd fram
sum
grundgeving
fyri
avgerðini.
Harafturat
ørkymlar tað okkum enn
meiri, at talan er um eina
fyribilsloysn.
Og
vit
seta
stórt
spurnartekin við trygdina
hjá okkara børnum, tá tey
skulu ganga frá skúla til
frítíðarskúla eftir Klaks
víksvegnum,
har
mest
ferðsla er í býnum. Har
afturat skal havast í huga, at
flestu børn hava eitt hvørt
frítíðarítriv, sum er í nær
umhvørvinum, har Sorn
húsið nú húsast.
Útfrá verandi upplýsing
um er tað púra greitt fyri
okkum, at trivnaðurin í
frítíðarskúlanum eftir flyt
ingina
verður
munandi
skerdur. Sparingin er iva
som, og trygdin verður
verri, tí farleiðin út í Húsið
kann als ikki samanberast
við farleiðina til Bøgøtu.
Vit skilja als ikki, at
stovnsleiðarar og vit ikki
eru tikin við upp á ráð í hesi
tilgongd. Eisini tá hugsað
verður um, at tað eru
ymiskir aldursbólkar, sum
upp á ymiskar fortreytir
eftir ætlan koma at húsast
undir somu lon.
Um einasta grundgeving
er fíggjarliga sparingin,
vilja
vit
spyrja,
um
myndugleikarnir hava tikið
hædd fyri møguleikanum at
hækka mánaðargjaldið og/
ella lækka húsaleiguna í
Bøgøtu, áðrenn avgerðin
varð tikin?
Hetta brævið verður latið
Sosialu nevnd í býráðnum,
so tað kann koma við á
nevndarfund í dag, tann 13.
mei. Og fríggjadagin 15.
mei verða undirskriftir frá
foreldrunum
handaðar
Gunvá við Keldu, borgar
stjóra.
Vit vilja inniliga heita á
politiska og umsitingarliga
myndugleikan at endur
skoða avgerðina, sum er
tikin, soleiðis at børn okk
ara kunnu húsast í tryggu
og vælvirkandi karmunum
í Sornhúsinum í Bøgøtu.
Vegna foreldur í frítíðar
skúlanum, Sornhúsið
Súsanna Lydersen,
Solby Eliasen,
Talan er um eitt
gerðabýti millum
Vágs Kommunu og
almennu myndug
leikarnar, ið býta um
skrivstovubygningar í
Vági. Brúkaraumboðs
maðurin og eftirlitis
fólk til alivinnuna
flyta í hølini hjá
Vágs Kommunu og
kommunan flytir, har
Miðnámsskúlin helt til
Kommunur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Miðnámsskúlin er fluttur úr
Vági, og Mentamálaráðið
hevur boðað frá, at ikki er
brúk fyri húsinum, har
skúlin helt til.
Vinnumálaráðið
hevur
sett
brúkaraumboðsmann
og eftirlit við alivinnuni.
Talan er ikki um so nógv
starvsfólk, og tí er hugskotið
komið um, at Vágs Komm
una og almennu stovnarnir
býta
um
hølir.
Vágs
Kommuna sigur soleiðis á
síni heimasíðu:
Vágs kommuna hevur
víst bygninginum áhuga, og
hevur
Mentamálaráðið
skotið upp eitt gerðabýti,
soleiðis at býráðið í eitt
ávíst áramál ókeypis fær
brúksrættin til bygningin,
og at Vinnumálaráðið sama
áramál ókeypis fær brúks
rættin til verandi skrivstovu
hølir, ið býráðsskrivstovan
húsast í.
Mentamálaráðið
letur
býráðnum brúksrættin til
ognina
undir
ávísum
treytum:
býráðið yvirtekur allan
rakstrar og viðlíkahalds
kostnaðin av ognini
Landsverk hevur eftirlit
og átalurætt um nýtsluna og
røktina av ognini
Landsverk skal góð
kenna allar møguligar broyt
ingar av húsinum, áðrenn
hesar verða framdar.
Vágs
býráð
fær
forkeypsrætt til ognina.
Líknandi
treytir
um
kommunskrivstovuna
eru
settar Vinnumálaráðnum:
Vinnumálaráðið yvirtek
ur allan rakstrar og viðlíka
haldskostnað av ognini.
Vágs kommuna kemur at
hava eftirlit og átalurætt um
nýtsluna og røktina av
ognini.
Vágs
kommuna
skal
góðkenna allar møguligar
broytingar
av
húsinum,
áðrenn hesar verða framdar,
skrivar Vágs Kommuna á
síni heimasíðu.
Vágs Kommuna letur í
dag upp í nýggju hølunum,
har Miðnámsskúlin helt til.
Hesin bygningur verður
eisini róptur Gamla Post
hús.
Føroyskt Hetlendskt Vinafelag hevur fingið heimasíðu.
Vinafelagið virkar fyri samstarvi og vinalagi millum
Føroyar og Hetland. Felagið skal eisini kunna felagslimir
og føroyingar annars við hetlendsk viðurskifti. Heimasíðan
er liður í hesum kunningararbeiði. Á síðuni eru upplýsingar
um felagið, myndir og tíðindi.
Heimasíðan hevur heitið: www.faroeshetland.org.
Føroyskt Hetlendskt Vinafelag fer til heystar og komandi
vetur at skipa fyri kunning og fyrilestrum um Hetland, og
roynt verður at skipa fyri ferðum til Hetlands komandi ár,
hóast ferðasambandið ikki longur er tað besta.
Vinafelagið hevur áður gjørt vart við, at tað er stórt
spell, at gott ferðasamband millum Føroyar og Hetland
ikki er longur, tí tað hevur altíð verið gott samband millum
føroyingar og hetlendingar. Hetland er ein av okkara næstu
grannatjóðum og er áhugavert ferðamannaland, við ríkari
søgu, náttúru og mentan.
Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg í Føroyskt
Hetlendskt Vinafelag hjá einum av nevndarlimunum.
Mótmæli frá foreldrum í Klaksvík
ímóti at flyta frítíðarskúlan
Vinafelag fingið heimasíðu
Vágs Kommuna í nýggj høli
TíðindasKriv
Demokratia
Hvussu
sær
politiska
landslagið í Danmark út
eftir forsætisráðharraskift
ið? Hvørji eru tey mest
átrokandi
málini
fyri
nýggja javnstøðuráðharran
í Danmark? Og hvørji
tiltøk kunnu setast í verk
fyri at fremja javnstøðu?
Hesar og aðrar spurn
ingar fer Hans Engell,
fyrrverandi politikari og
blaðstjóri í Danmark, at
viðgera í Miðlahúsinum í
Havn Kristi himmalferðar
dag.
Tað er Demokratia, sum
skipar
fyri
tiltakinum,
hvørs endamál er at økja
um áhugan fyri spurning
um, sum viðvíkja øktari
javnstøðu í politikki.
Hans Engell hevur verið
fólkatingslimur, løgmála
ráðharri í stjórnini hjá
Poul Schluter og seinni
løgmálaráðharri.
Eisini
var hann leiðari í Kon
servativa Fólkaflokkinum
frá 1993 til 1997. Frá 2000
til 2007 var hann blaðstjóri
á Ekstrablaðnum.
Høvi verður hjá áhoyrar
unum at seta spurningar.
Rigmor
Dam,
blað
kvinna, verður orðstýrari.
Hans Engell gleðir seg
til tiltakið í Miðlahúsinum
og vónar at fáa nógvar
spurningar um politikk og
um javnstøðu.
Tiltakið, sum er alment
og ókeypis, verður í Miðla
húsinum í Havn Kristi
himmalferðardag, tað er
hósdagin 21. mai klokkan
19.30.
Hans Engell í
Miðlahúsinum Kristi
himmalferðardag