mikudagur 13. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 90 - 13. mai 2009
Glaðir pensionistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Ein kann ikki rættiliga lata vera
við at leggja til merkis húsini hjá
Finni Johansen, tá ein kemur
gangandi eftir Hoydalsvegnum.
Tað eru tey næstovastu á Hoydals
vegnum, á somu síðu sum viðar
lundin. Tey eru lág við flagtaki
og einum serstøkum torni. Húsini
eru ikki nýggj. Tey vóru bygd í
1963, og bygt varð upp í húsini
umleið 1015 ár seinni. Seinni
nýtti norski arkitekturin, Ola
Steen húsini hjá Finni sum fyri
mynd til byggingina av Norður
landahúsinum. Og fyri trimum
árum síðan kom ein journalistur
á gátt, sum var so hugtikin av
húsunum, og vildi hava myndir
og eina grein um húsini blaðið.
Men eg havi ongantíð sæð nak
að til greinina hjá hesum journal
istinum, sigur Finnur Johansen.
Sjálvur er Finnur Johansen
útbúgvin verkfrøðingur. Hann
gavst at arbeiða fyri 10 árum
síðan, og kundi tá fara frá við
góðari samvitsku, vitandi um at
hann hevði tænt fyri seg.
Eg fór til Keypmannahavnar
at lesa verkfrøði sum 20 ára
gamal, og kom aftur 10 ár seinni.
Tá var einki arbeiði til verkfrøð
ingar í Føroyum. Men eg eri sann
førdur um, at tekniska menningin
byrjaði tá verkfrøðingarnir komu
heim aftur til Føroya.
Klakti 1000
maskinmeistarar
Verkfrøðingar vóru í 1960
árunum nýggir í Føroyum, um
tað mundi tá Finnur saman við
familjuni flutti aftur til Føroya. Í
Føroyum var einki arbeiði at fáa
í Havn, og fór hann fyrst á Skála
Skipasmiðju at arbeiða eitt skifti.
Men so fekk eg arbeiði á Mask
inmeistaraskúlanum. Eg var við til
at stovna skúlan í sínari tíð.
Finnur Johansen gjørdist lekt
ari á skúlanum, har hann helt
fram tey næstu 25 árini. Nógv ár
seinni, í 2005, gav hann út bók
um Maskinskúlan.
Eg plagi at siga, at eg havi
verið við til at útbúgva 1000
maskinmeistarar, sigur hann
flennandi.
Finnur Johansen var eisini við til
at stovna verkfrøðingafelagið í Før
oyum, hóast tað bert vóru 10 verk
frøðingar í landinum. 510 ár
seinni hevði felagið fleiri enn 100
limir.
Tá Finnur Johansen gavst á
Maskinmeistaraskúlanum, tók
hann við starvinum sum sam
ferðslustjóri, sum hann røkti væl,
og í 1972 stillaði hann upp til
býráðsval og kom inn.
Borgarstjóri í ein dag
Politikkur var ikki fremmandur
heima hjá okkum. Foreldrini hjá
mær fluttu til Vágs at arbeiða sum
lærarar, har pápi mín sat sum
býráðslimur í 20 ár, harav seks ár
sum formaður. Beiggi mín sat
sum býráðslimur í danskari komm
unu í 25 ár, og systir mín, Marita
Petersen, gjørdist jú løgmaður,
greiðir Finnur Johansen frá.
Tað kom tískil ikki óvart á
nakran, at Finnur eisini fór upp í
politikk. Tað endaði við at hann
var sitandi í býráðnum í trý
valskeið, frá 197284. Fyrst sat
hann sum formaður í fíggjar
nevndini, síðan sum formaður í
mentamálanevndini, og seinastu
fýra árini sat hann sum 2.
varaborgarstjóri.
Hetta var ein spennandi tíð í
Føroyum. Tá var verri statt enn í
dag, tí eingin fekk grundstykki
um hesa tíðina. Nógv kjak var
um útstykking á Konmansmýru.
Men tað var samstundis stór
mótstøða um at stykkja økið út,
tí ivamál var um frárenning og so
víðari.
Kortini var arbeiðið við at
stykkja Konmansmýru út komið
so væl áleiðis, at tað bert var
eftir at bjóða út. Tað hendi so
tað, at bæði borgarstjórin og vara
borgarstjórin vóru burturstaddir,
og Finnur sá sín møguleika til at
taka eina avgerð, sum formaður í
fíggjarnevndini. Saman við býar
arkitektinum avgjørdi hann at
bjóða Konmansmýru út, teir
lýstu við útbjóðingini í bløðun
um, og upplýstu um at útbjóðing
artilfarið kundi heintast á komm
unuskrivstovuni mánadagin eftir.
Og tað gekk. Í dag er Kon
mansmýra eitt fantastiskt øki.
Høvdu vit ikki gjørt tað á handa
hátt, hevði Konmansmýra neyvan
verið boðin út enn. Soleiðis
upplivdi eg at vera borgarstjóri í
ein dag, sigur hann og flennir.
Eg orki ikki fyri bingo
Í heyst vera 10 ár síðan Finnur
Johansen gavst at arbeiða, og
fyllir hann um sama mundi 77 ár.
Ein virkin maður sum hann,
hevur ongar trupulleikar við at
fáa tíðina at ganga. Sínar royndir
sum formaður og stjóri koma væl
við, nú hann er vorðin formaður í
pensionistafelagnum í Havn.
Við pensionistafelagnum
hittast vit í Losjuni hvønn miku
dag, og vit hava ríkiligt av tiltøk
um at ganga upp í. Tann 11. juni
fara vit saman við pensionista
felagnum í Runavík til Lemvig í
Danmark ein túr. Vit vera eini
100 fólk. Tað er bara eitt, eg ikki
orki fyri. Tað er bingo. Eg orki
ikki fyri at spæla bingo, og tað
gevur heldur ongar pengar. Men
hava limirnir tað stuttligt, so er
alt í lagi, sigur hann smílandi.
Harafturat skrivar hann fram
vegis, og hevur altíð gongd í
onkrum. Ein nýggj bók um Havn
ina er ávegis, og er hon í sama
stíli sum undanfarna bók, bara
við nýggjari myndum.
Tann nýggja bókin fer at hava
myndir úr Havn frá 19001940,
sum eg havi roynt at tíðarfest og
greitt frá, hvat hendir á myndun
um. Tann fyrra snúði seg um
Havnina frá 18601900. Hon snýr
seg sjálvsagt um Havnar søgu,
men eg havi skrivað hana út frá tí,
eg veit og havi hoyrt. Eg ætlaði at
hon skuldi koma út á ólavsøku,
men tað verður altso útsett.
Saman við tveimum av trimum
synum, húsast hann framvegis
við Hoydalsvegin. Sjálvur er
Finnur Johansen bygdamaður.
Pápin varð ættaður úr Vík, og
mamman av Viðareiði, men tey
fluttu til Vágs at vera lærarar.
Kortini er Havnin heimið fyri
Finn Johansen, og einasta stað,
hann kundi hugsað sær at búð.
Eg plagi at siga, at Havnin er
myndað av bygdafólki, sum hava
búsett seg her, sigur hann við
einum skálkabrosi.
Havnin er myndað
av bygdamentan
Bygdamaðurin, sum elskar Havnina, tað er Finnur Johansen. Hann sigur, at Havnin
er tað, sum bygdafólk hava gjørt hana til. Undir serligum umstøðum fekk hann sum
býráðslimur útstykkingina á Konmansmýru útbjóðaða til svongu borgararnar í
1970 árunum, og í dag er hann formaður í pensionistafelagnum í Havn. Tað er bara
eitt, hann ikki orkar fyri. Tað er bingo spæli
pensi
nistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
gladir
Húsini hjá Finni Johansen við Hoydalsvegin í Havn, eru umringað av vøkrum grønum umhvørvi. Havnará rennir framvið húsunum, og í túninum trívast
rabarburnar væl. Gamli brenniovnurin frá fiskaplássinum á Nabb tekur seg eisini væl út í garðinum.
Myndir: Álvur Haraldsen