Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 90 - 13. mai 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum gleddu meg á 90 ára føðingardegnum. Harrin signi tykkum øll. Heilsan Andrias Nielsen, Sandavágur Dagurin 13. mai, Ingenuus. Rómverskur kristin hermaður, sum keisarin Decius læt drepa. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Rætting Í minningarorðunum um Miu Gaard í Oyndarfirði í leygardagsblaðnum kom av misgávum at standa Jákup Lützen, keypmaður. Rætta eftirnavnið er Jákup Olsen, og Lützen kom seinni at handla í Víkum. Heilsan Jústinus Leivsson Eidesgaard Nú sorg er í túni, nú Kittan er farin, oss vitbrandur búni við grøði í garði. ---- Tú vart oss ein viti, ein varði í minni, sum fargaði lívið við góðskunnar liti, við hugna í heimi og stovuni inni. Tú møtti oss altíð við orðinum blíða, tú greiddi oss søgu um eitt og um alt, tú tolin í sinni við mótgang sást stríða, tá onkuntíð ógævu grimu tað galt. --- Tó mest er tað hugnan í Toftum vit minnast, tá blíðskapur borin í fang okkum varð og frásøgn, sum bert hjá tí vitra man finnast, vit minnast, at Kittan so vís okkum bar. --- Tú tráddi tær leiðir, sum ættfólk tey gingu, sum aldu upp komandi ættarlið, frá teimum og tær okkar søgu vit fingu, til sjálv tú nú fórst í hin æviga frið. Vit minnast og sakna teg somu stund, nú deyðin við teg gjørdi sátt, nú hvílu tú fanst tær á Himinsins grund, sov søtt og so blítt og so gott. pmp Kittan í Toftum 23. juni 1924 – 9. mai 2009 - in memoriam Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í 2007. Her er eitt fimleikalið, har tey flestu eru læraraskúlanæm­ ingar, sum fingu prógv í 1929. Aftara rað f.v.: Jákup Heinesen úr Mykinesi, Jákup við Á (Follend) úr Vestmanna, Jákup Heinesen úr Kunoy, og Leifur Trónd­ arson úr Skálavík. Miðraðið f.v.: Olaf Krossteig úr Leirvík, Niklái Petersen av Kirkju, Hans David Petersen úr Vági, Napoleon Petersen úr Sør­ vági, Hans Mikal Jacobsen av Kirkju, Svend Poulsen (á Grundini), Johan Olsen úr Havn, og Andreas Andreassen úr Vestmanna. Fremst f.v.: Sanna (kona Svend á Grundini), Anna Dalsgarð (Petersen) av Velbastað, Eisabeth Kamb­ an (Andreassen) úr Havn, Helga Christiansen (Øre­ gaard) úr Kvívík, og Johanna Z. Djurhuus (Jac­ obsen) úr Fuglafirði.. Um onkur hevur okkurt at viðmerkja til myndina ella hevur hug at ogna sær hana, er viðkomandi væl­ komin at venda sær til Jór­ unn Dánjalsdóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 259). Myndaeigari: Fornminnissavnið Læraraskúlanæmingar sum fimleikarar