Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 13. mai 2009 19 tíðindi Hóskvøldið 14. mai og leygardagin 16. mai verður høvi at hoyra áhugaverdar og for vitnis ligar tónar úr sveisisku Alpunum við nútíðar íblástri, sum Duo Stimmhorn fara at borðreiða við Konsertir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru teir báðir, Christian Zehnder og Balthasar Streiff, sum fara at framføra, ávika vist í Mentan ar húsi­ num í Fuglafirði hóskvøldið klokk an 20 og í Norður­ landa húsinum leygardagin klokkan 16. Duo Stummhorn, sum teir rópa seg, hevði sína fyrstu framførslu í 1996. Christian og Balthasar syngja/ jodla og brúka nógv ymisk ljóðføri í sínum fram førslum. Serliga er tað fo r kunnuga alphornið, sum er kent úr sveisisku Alpu­ num, ið setir sín dám á hjá teimum báðum. Hetta er eitt træhorn, sum upp runa­ liga er bygt úr granni og boygnar av trýsti frá kava­ num, meðan tað veksur. Büchel er ein minni útgáva av alphorni, og alpofon er ein uppfinning hjá Balt ha­ sar Streiff. Náttúrutrompetir og horn eru konisk blástur­ ljóðføri, sum ikki hava nakr ar ventilar ella hol. Hesi verða fyri tað mesta bygd úr træ, horni ella metalli. Á konsertunum fara fólk at hoyra tað forna og upp­ runa liga, sum á serstakan hátt verður blandað saman við nútíðartónleiki. Góð ummæli Tað eru Konsertfelagið og Norðurlandahúsið, sum standa aftanfyri konsert til­ Forvitnisligir tónar og ljóð føri úr sveisisku Alpunum tøkini hjá Duo Stummhorn. Fyrireikararnir siga, at ljóð føri og sangur hjá teim­ um báðum, Christiani og Balthasar, eru heilt serlig og forkunnug. ­ Til yvirtónasang verður ein serligur teknikkur nýttur. Til ber at syngja upp til 14 yvirtónar frá einum ein støkum grundtóna. Tann, sum fær kontroll á hesum, ofta sera skjóttgangandi tón um, kann syngja í fleiri stemm um, siga fyri reikar­ ar nir. Duo Stimmhorn hava lut­ tikið á jazz­ og teater festi­ val um, klassiskum kon sert­ um, verið við til framførslur av sjónleikum, operum og øðrum listagreinum. ­ Ummælini, teir hava fing ið, eru sera góð. Teir eru ikki bundnir at nøkrum ávísum stíli, men arbeiða bæði við gomlum kendum og nýggjum ókendum ljóð­ um. Teir hava vunnið virðis­ lønir, eins og nógvur tón­ leikur er skrivaður til teir. Christian Zehnder er fødd ur í Zürich í 1961. Hann býr og arbeiðir í Basel. Balthasar Streiff er føddur í Baden í 1963 og býr eisini í Basel. Báðir hava teir tón leika­ út b úgvingar og drúgvar royndir á sínum øki, eins og leggjast kann aftrat, at Balthasar eisini er útbúgvin myndahøggari. Ummælini, sum Duo Stimmhorn hava fingið, eru sera góð. Teir eru ikki bundnir at nøkrum ávísum stíli, men arbeiða bæði við gomlum kendum og nýggjum ókendum ljóðum Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Kilowatt, Krónur og Koltvísúrni Landsstýriskvinnan í innlendismálum hevur tikið stig til at seta tiltøk í verk til tess at minka um orkunýtslu í almennum bygningum og harvið eisini at minka um CO2-útlátið. Landsverk er tí farið undir at kanna al- mennar bygningar og at skráseta møgu- leikarnar at minka um orku nýtsluna. Síðani verður farið undir at fremja ítøkilig orkusparandi tiltøk, sum kunnu vera alt frá at skifta og broyta bygningslutir til at broyta nýtsluatburð. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri ráðstevnu við heitinum Kilowatt, Krónur og Koltvísúrni , sum fer at snúgva seg um orkusparing í húsum og bygningum. Ráðstevnan verður í Norður landa húsi­ num 20. mai kl. 09.00 Ráðstevnan vendir sær til ráðgevarar, byggimeistarar, stovnsleiðarar, hús a- vørðar og byggimyndugleikar. Á ráð- stevn uni verður møguleiki at fáa innlit í hugsanir og vitan hjá serfrøðingum. Skrá fyri dagin Kl. 09:00 Skráseting og morgunkaffi Kl. 09.30 Ráðstevnan verður sett av Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum. Kl. 09.45 Bygging og orkunýtsla í Føroyum. Ole Jensen, arkitektur, Landsverk Kl. 10.15 Varandi orka Jarðfeingi Kl. 10.45 Steðgur Kl. 11.00 Orkusparandi tiltøk í verandi bygningum. Kim Wittchen, senior forsker, Statens Bygge forsknings- institut – Energi og miljø Kl. 11.45 Matarsteðgur Kl. 13.00 Avleiðingar av orkusparandi tiltøkum. Anna Pia Koch, senior konsulent, Tekno logisk Institut – fugt og inde klima. Kl. 13:45 Steðgur Kl. 14.00 Orkusparing og/ella byggilist. Mikael Koch, arkitektur, Danske Arkitekter, ráðgevi innan burðardygga bygging, Kl. 14.45 Samandráttur – kjak Ráðstevnan endar umleið kl. 15.30. Fyrilit verða tikin fyri broytingum í skránni. Kostnaður og tilmelding Tilmelding til ráðstevnuna fer fram við at senda ein teldupost til ligr@lv.fo ella við at ringja á tlf. 540 806. Luttakaragjald er 800 kr. og verður at flyta á konto 128 2206 í Eik banka. Viðmerkið ”Orkuráðstevna”. Freistin at tekna seg er 18. mai 2009, kl. 12.00. Eru spurningar til ráðstevnuna, ber til at venda sær til: Ole Jensen á 540 875 ella olej@lv.fo Ráðstevna Ráðstevna um orkusparing í húsum og bygningum Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.