Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 90 - 13. mai 2009 Tórshavnar Sløkkilið hevur fingið tveir brandbilar, tveir sonevndar ATV (All Terrain Vehicles), sum kunnu koyra í bø og haga. Kartni Jacobsen, sløkki­ liðsleiðari, sigur, at bilarnir skulu nýtast í smáu bygdun­ um í Tórshavnar kommunu. Teir eru útgjørdir við tí mesta sum hoyrir til ein brandbil sum t.d. vatntanga, hátrýstpumpu við skúmi, útrykninsljósum og sirenu. Bilarnir eru amerikanskir, av slagnum Polaris Ranger 4x4, sum eru uppbygdir til brandbilar hjá Rosenbauer International í Eysturríki. Teir hava ikki vanligan girkassa, men bert høg og lág gir, umframt bakkgir. Fyrimunurin við hesum bilum er at ístaðin fyri at draga sløkkiamboðini á ein­ um vogni, er nú alt í einum væl útgjørdum bili, sum kann koma fram allastaðni, sigur Kartni Jacobsen. mg SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 Bilar Brandbilar til bø og haga Trucker Festivalurin, sum vanliga er í august, er fram­ skundaður til fyrst í juni. Sum nakað nýtt verður ein flottur showbilur við á festivalinum. Eins og í fjør verður Trucker Festivalurin í Klaks­ vík, men hesaferð verður hann 6­7 juni, ístaðin fyri í august, sum hevur verið vanligt. Ein orsøkin til at festval­ urin er framskundaður er, at tað er eydnast fáa fatur á einum sonevndum showbili til festivalin í juni. Bilurin hevði ikki kunna komi í august, tí tá er størsti truck­ erfestivalur í Norðurlond­ um, Nordic Trophy. Eisini hevur ynski verið frammi um at hava festivalin á Norð­ oyastevnu. Hetta er gjørt í samráð við Carsten Nielsen (sum eigur showbilin), Klaksvíkar Býráð og NFÍ. Í sambandið við at Trucker Festivalurin tekur hendan showbilin heim, hava fyri­ skipararnir eina sms­kapp­ ing (lutaseðil) koyrandi við hópin av vinningum. Luta­ seðil kann ognast við at senda ”lastbil” til 1919. Hvørt sms­ið kostar 15 krón­ ur + vanligan sms takst. Vinningarnir er at síggja á: www.trucker.fo Tilmeldingin fer fram á tel. 281992, 590260 ella við at senda teldupost til: hugo@ trucker.fo, leif@trucker.fo Ein flottur showbilur verður við á festivalinum Trucker Festivalurin framskundaður Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari, við báðum Polaris Ranger 4x4 brandbilunum. Leggið til merkis ar forrúturin kann latast upp Bilarnir eru sonevndar ATV (All Terrain Vehicles), sum kunnu koyra í bø og haga Bilarnir eru útgjørdir við tí mesta, sum hoyrir til ein brandbil