hósdagur 14. mai 2009síða 1
Tekstur á síðuni
Nr. 91 • Hósdagur • 14. mai 2009 • 83. árg. • Kr. 20,00
Simon Anholt:
Føroyar – ein
fjaldur gim
steinur
Jógvan á Lakjuni:
Krevur
um ber ing frá
Anniku
Nýggj
byrjan í
føroyskum
fótbólti
Internet á
fartelefon:
3.000
kr. fyri
10 klikk
Síða 6
Síða 13
Einasta familjan í Koltri
er nú økt úr fýra upp
í fimm. Týsdagin átti
Malan Patursson eina
gentu, sum er fyrsta barn
í oynni í góð 30 ár. Í Koltri
kann lítla diddan gleða
seg til at spæla í heimsins
størsta sandkassa
Nr. 91 - 14. mai 2009
17
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Góðu gestir, góðu bygdarfólk og góðu
bátar. Vælkomin á bátastevnu, vælkomin
til Vestmanna.
Orðið “stevna” hevur fleiri merkingar.
Ein er at stevna móti onkrum, seta kós –
henda merking hóskar sera væl til hetta
høvi; onnur hóskandi merking er at seta
onkrum stevnu, sum merkir at hittast. Hetta
er áttandu ferð, at kós er sett móti Vest
manna, og at vit hittast á bátastevnuni.
Bátastevnan er øðrvísi enn flestu aðrar
stevnur; summarstevnurnar eru sera líkar,
tær eru í stóran mun merktar av ítrótti,
kapping, penganýtslu og eisini skundi.
Bátastevnan er savnað um bátar, samveru
og hugna – og fólk hava stundir at práta.
Tað er ongin loyna, at nógv gleða seg meir
til bátastevnuna enn til summarstevnurnar.
Eg eri sjálvur ein teirra.
Allar bátastevnurnar higartil hava verið
góðar, hóast veðurlíkindini onkuntíð hava
verið minni góð. Orsøkin til, at bátastevnur
nar hava eydnast væl, er partvíst góð fyrirei
king, og at eldsálir skipa fyri. Lat okkum
takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at teir
halda fram og duga at seta gott fólk við.
Martin Joensen byrjar sína kvøðu til
heimbygdina við hesum ørindi, sum lýsir
løtuna, tá fyrstu vestmenningarnir komu til
bygdar:
Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin Vestmanna.
Árstíðin er skeiv, men eg vænti tó, at
bátastevnugestirnir fara at hava somu
kenslu 16. mai sum ímyndaðu niðursetu
fólkini: Her er trygg havn, og Vestmanna
tekur móti tykkum við opnum favni. Enn
einaferð: Vælkomin til Vestmanna.
Karl A. Olsen
borgarstjóri
At seta kós og hittast
Síða 10-11
Síða 9
FyrstA
Kolturs
bArN í
30 ár
lakkering plátuarbeiði umvælingar
Bilaleiga
b i l a s ø l a
Verkstaður
D e k k s ø l a
449111
www.bbr.fo
Síða 4
12 síður í blaðnum