hósdagur 14. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 91 - 14. mai 2009
Tað var ein skelk aður
27 ára gamal maður,
sum í grund lógar
av hoyring í Føroya
Rætti í gjár fekk
hand tøku na longda í
upp til tríggjarferðir
24 tímar. Ætlanin
var bara, at bileigarin
skuldi klóra sær í
høvdi num og spyrja
seg sjálvan hvat var
hent, tá hann sá tað,
førdi skuldsetti fleiri
ferð ir fram
SKOTTILBURÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Maðurin, sum seinnapartin
týs dagin skjeyt tvær ferðir
móti einum perkeraðum
bili í R.C. Effersøesgøtu,
varð seinnapartin í gjár
fram still aður í grund lógar
av hoyr ing í Føroya Rætti.
Skuldsetingin var í trim
um punktum.
Í fyrsta lagi er maðurin
skuld settur eftir §252 fyri
»ved grov kådhed eller på
anden lignende vis« at hava
»bragt personer i over
hæng ende fare«, í øðrum
lagi eftir §266 at hava framt
hóttanir eftir lívinum og í
triðja lagi eftir §291 at hava
framt grovt herverk.
Maðurin kundi við ur ken
na skuldsetingarnar, men
kundi ikki játta seg sek an í
§§252, 261 og 291, stk 2.
Dómarin noktaði einari
áheit an frá verjanum um
aftur latnar hurðar, men setti
fram navnabann og tað
merk ir, at miðlar ikki mugu
nevna navnið á skuldsetta
manni num,
viðkomandi
vitn um og heldur ikki nevna
per sónlig viðurskifti, sum á
nakr an hátt kunnu geva
ábend ingar um, hvørji hesi
eru.
Skuldsetti maðurin greid
di frá, at hann væl visti,
hvør átti umrødda bilin.
Sam an við trimum vin
monn um hevði hann verið
úti og eti, og síðani koyrdu
teir ein biltúr. Í bilinum
varð tosað um at ræða
eigaran av bilinum, men at
æt lanin tó bert hevði verið
um at skjóta forlyktirnar
inn ella okkurt líknandi.
Ætlanin var bara, at bil
eigar in skuldi klóra sær í
høvdi num og spyrja seg
sjálv an hvat var hent, tá
hann sá tað, førdi skuldsetti
fleiri ferðir fram.
Teir høvdu fleiri ferðir
koyrt fram við bilinum,
sum alla tíðina stóð parker
aður framman fyri bygn
ing in í R.C. Effersøesgøtu,
har
Kommunusamskipan
Før oya heldur til.
Royndi tvær ferðir
Onkursvegna kemur ein
luft byrsa, sum ein í bilinum
eigur, upp á tal, og tá er tað
hug skotið birtist at nýta
hesa luftbyrsuna at skjóta
móti bilinum við.
Talan er um eina Airforce
200
bar
luftbyrsu
við
kikara sikti. Hon nýtir van
lig høgl, sum kunnu keypast
í handlunum.
Koyrt var síðani heim til
tann, sum eigur luftbyrsuna,
og har royna teir so at trekk
ja hana upp nakrar ferðir.
Hon var eitt sindur trek, tí
tað var langt síðani hon var
brúkt. Teir royndu so at lata
eitt skot av við ongum høgli
í, bara við luft, og tað tóktist
rigga.
Í bilinum ladar skuldsetti
so við einum høgli. Teir
koyr du so nakrar ferðir
fram við parkeraða bilinum.
Skuld setti sat vinstru megin
á baksetrinum.
So tá tað er rímiliga
menniskja tómt, rulla teir
høgra bakrút niður, og með
an teir spakuliga koyra fram
við,
stingur
skuldsetti
byrsu pípu na út gjøgnum
opna rútin og skjýtur móti
bili num.
Tað tóktist kortini sum
einki hendi. Teir koyra tí
nið an til rundkoyringina
við SMS og venda oman
aftur. Heldur ikki nú duga
teir at síggja, at nakað er
hent við parkeraða bilinum,
so teir halda fram og koyra
oman til rundkoyringina
við Havnagøtu, har teir
ven da og koyra niða aftur.
Tá teir framvegis eingi
fólk síggja, verður gjørt av
at royna einaferð aftrat.
Aftur verður koyrt spaku
liga fram við parkeraða
bili num, og skuldsetti skjýt
ur. Nú ljóðar eitt hart brak
og teir síggja, at síðurúturin
aftan er farin í sor. Teir
gerast ógvuliga skakkir og
kvika sær burtur frá stað
num.
Eg trúði ikki, at ein luft
byrsa kundi gera so stóran
skaða, segði skuldsetti.
Bønaði og bað
Teir koyrdu so heim aftur
við luftbyrsuni og síðani á
eitt bilverkstað, tí okkurt í
bilinum var farið at leka.
Skuldsetti trúði kortini,
at málið fór at dosna niður
og at ikki meiri fór at henda.
Men so ringir ein vinmaður
og spyr, um hann hevur
hoyrt um bilin hjá NN. Tá
hann ikki sigur seg vita
nak að greiðir vinmaðurin
frá, at økið kring bilin er
av sperrað og har íðir við
løg reglu fólki og –bilum.
Skuldsetti koyrir síðani
fram við staðnum aftur og
fær seg ikki at trúgva øllum
hóvastákinum, ið verður
gjørt burtur úr. Tá gjørdust
teir skelkaðir, og álvarsemið
í hendingini byrjaði at
ganga upp fyri teimum.
Tit mugu skilja, at hetta
ongan tíð var meiningin,
segði skuldsetti mestsum
bøn andi við dómara og
á kæra.
Hann helt, at málið varð
blást
burtur
úr
øllum
saman hangi av fjø l mið lu
num.
Vit keddu okkum bara
og ætlaðu at ørðkymla
hann, segði ákærdi.
Ákærin, Finn Ougaard,
vísti síðani á, at luftbyrsan
var so kraftig, at skotið var
farið gjøgnum báðar aftaru
síðurútarnar og víðani inn í
múrin á bygninginum aftan
fyri, har týðiligt merki við
glassplint frá rútinum sást
1,72 metrar upp frá gøtu
støði. Hann segði víðari, at
ein teknikari úr Danmark í
dag skuldi koma til Føroya
at gera tekniskar kanningar
av staðnum og meta um,
hvussu vandamikil hend
ingin í veruleikanum hevði
verið.
Hann bað tí dómaran um
at leingja handtøkuna við
upp til tríggjar ferðir 24
tím ar.
Verjin, Óla Jákup Kris
toffer sen, kravdi hinvegin,
at skuldsetti varð leyslatin.
Hann vísti á, at skuldsetti
bert hevði í kvittanum at
gera eitt lítið herverk, og at
ákæru valdið hevði framt
allar viðkomandi av hoyr
ing ar.
Somuleiðis vísti hann á,
at løgreglan longu hevði
um røddu luftbyrsu í varð
veitslu, og tí kundi gera
allar tekniskar kanningar,
teim um lysti. Og at hetta
kun di eins væl gerast, um
skuldsetti sat í arrestini ella
heima.
Men hóast maðurin mest
sum bønaði og bað dómarin
um ikki at leingja hand
tøkuna, tí hann var á marki
num til nervasamanbrot, so
metti dómarin, at grundar
lag var hjá ákaruvaldinum
at fáa longda handtøku, og
tað varð so gjørt við upp til
tríggjar ferðir 24 tímar.
Hatta var ongantíð ætlanin
Skuldsetti 27 ára gamli
maðurin verður her
førdur inn í Føroya
Rætt væl vardur
av heilum trimum
kriminalløgreglumonnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Influensan hasar av
Tað hava ikki verið so nógvir nýggir tilburðir av
svínakríminum í Meksiko, sum heilsumyndugleikarnir stúrdu
fyri, og nú halda teir, at sjúkan hevur og fer ikki at krevja
fleiri enn umleið hundrað mannalív har. Tað segði
heilsumálar áðharrin, Jose Angel Cordova, við fjølmiðlarnar í
gjár. Hann segði, at frá sjúkrahúsum um alt landið eru boðini,
at altsamt færri fólk gerast sjúk av kríminum, og at bara
nakrir heilt fáir tilburðir hava verið teir seinastu dagarnar.
Meksikonsku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at í hvussu er
60 fólk eru deyð av svínakríminum, men at tað veruliga talið
ivaleyst er nakað størri. Kanska umleið 100.
Avsannar allar ákærur
Forsetin í Sudan, Omar Hassan alBashir, vísir aftur
øllum skuldsetingum ímóti sær um ágang og
krígsbrotsverk í Darfur. Sambært forsetanum er ikki
talan um annað enn eina roynd at spilla Sudan og
landsins forseta út. Altjóða Revsidómstólurin ICC
hevur skuldsett sudanska forseta fyri at hava
ábyrgdina av, at 300.000 fólk hava latið lív í
landspartinum Darfur, og at 2,7 milliónir fólk eru
rikin frá húsi og heimi. Út frá hesum skuldsetingum
hevur ICC givið boð um, at sudanski forsetin og
tveir av ráðharrum hansara skulu handtakast.