mikudagur 13. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 13. mai 2009
MIÐvIkaN
27
í dag! Ì dag vildi saltað hýsa ikki
verið søluvøra.
Í 1939 fara skipini at taka
hýsu at sigla niður til Aberdeen
at selja. Tá hækkaði prísurin so
spakuliga. Eg minnist, at í 1941
kemur William Martin inn á
Vestmanna, og teir vildu keypa
hýsuna fyri 60 oyru kg. Tað var
ein veldigur prísur. Tá fór maður
av húsi at fiska hýsu!
Tímalønin 20 oyru
Eg gekk í privatskúla. Barna
heimið, sum tá var í Vestmanna,
fekk sær skúla í missiónshúsin
um. Har komu so fleiri onnur at
ganga. Ingebeth Højgaard var
lærari hjá okkum. Tann dagin
eg fylti 14 ár, tók eg í hondina á
Ingebeth og takkaði henni fyri
tíðina og fór úr skúlanum.
So fór eg til Jákup hjá Póli,
hann var pápi Poul Hansen, sum
gjørdist kendur heilsølumaður og
reiðari í Havn. Hann hevði handil,
har hann eisini keypti og turkaði
fisk, eisini útróðrarfisk. Hann átti
í onkrum skipi.
Jákup var blíður og tíður og
spurdi: “Nú gamli, hvat sigur
tú?” “Jú, eg ætlaði at spyrja, um
eg ikki kundi sleppa at arbeiða
fisk hjá tygum.” Tað var leyst
og liðugt beinanvegin. Og lønin
segði hann vera 15 oyru um
tíman, og teir, sum eru raskir, fáa
20 oyru um tíman.
Hetta var ikki so galið. Tá ið
eg gekk niðan aftur, segði eg
við meg sjálvan, at nú skuldi eg
royna at vera so raskur, at eg kom
at fáa 20 oyru um tíman.
Jákup var góður arbeiðsgevari.
Vit fingu avroknað eina ferð um
vikuna, hetta var ikki vanligt tá.
Eg fái so avrokning eftir fyrstu
vikuna. Tað vísti seg, at eg hevði
fingið 20 oyru um tíman. Tá var
eg erpin!
Eg var so í fiski hjá Jákupi, til
eg fylti 17 ár. Hetta var strævið,
tað var jú eisini so nógv at gera
heima.
Slapp við trolara
So eg helt, at tað kundi verið
stuttligt at farið til skips við onkr
um. At arbeiða fyri 20 oyru um
tíman gjørdist ov lítið í longdini.
At fara við slupp segði mær
ikki so nógv, inntøkan var eisini
so lítil. Men tá vóru trolararnir
byrjaðir at koma. Nakrir vóru
komnir fyrst í 30unum, men teir
flestu komu í seinnu helvt av
30árunum.
Eg visti, at inntøkan við trolar
um var so nógv meira. Har mundi
inntøkan liggja um einar 500 kr.
fyri eina last av saltfiski, sum
tað vanliga tók tveir mánaðir
at fáa. Hetta var hildið at vera
gott, tí tað var nærum eins nógv,
sum teir fingu við sluppunum fyri
árið. Dreymurin var at sleppa við
einum trolara, men eg tordi so
illa at fara at tosa við nakran av
hesum monnunum.
Reiðariið Uvak fekk Norðstjørn
una í 1938, og í 1939 fingu teir
tann eitt sindur størri trolaran
Norðbúgvan. Eg hugsaði bert um
at sleppa við einum av hesum
trolarum.
Ein dagin í 1939 fari eg oman á
kajuna. Tá møti eg sýslumannin
Gunnar Dahl Olsen. Hann var ein
so rættskaffin og hjartagóður
maður. Gunnar spyr meg: “Nú
gamli, hvat gert tú?” Nei, eg visti
líka, “men eg hevði viljað sloppið
til skips. Og hevði eg bara sloppið
við einum trolara.”
Eg visti, at Gunnar var so væl
kendur við teir í Uvak. Oddamenn
inir vóru Leif Waagstein, Niels
Mortensen og Christian Holm
Jacobsen.
Gunnar sigur: “Ja gamli, nú fari
eg til hús, og eg skal ringja til
Uvak beinanvegin at vita, um tað
er pláss fyri tær.”
Fyrrapartin dagin eftir buldrar
úti í gongini. Tá er tað sýslumað
urin. Og boðini vóru góð: “Tú
gamli, um tú kann vera í Havn
á miðdegi í morgin, so hevur tú
kjans við Norðbúgvanum.”
Har stóð eg, einki hevði eg
sagt við mammu, tað hevði eg
ikki torað. Eg svaraði ja, eg skal
verða klárur í morgin. Tað er fínt,
sigur sýslumaðurin, og so spyr
hann mammu, um drongurin
hevur nóg mikið av klæðum at
hava við sær. Túrurin varir vist
einar tveir mánaðir. “Ja,” sigur
hon, “eg fái skavað so mikið frá
hinum dreingjunum, at hann fær
klárað seg ein túr.” Esmar Fuglø
var skipari. Jakku og Gimmi hjá
Gustav á Sundi vóru við. Jakku
hevur fyrr greitt frá hesi sigling í
Miðvikuni.
Eg møtti so upp dagin eftir, og
vit fóru so avstað. Norðbúgvin
hevði verið ein túr á Suðurlandi
num, og tann 12. mai fóru vit
eystur eftir í Barentshavið.
Mánaður um
fulla last
Vit vóru í Tromsø, har vit skuldu
taka kol, tann 17. mai, tjóðar
dagin hjá norðmonnum. Esmar
sigldi við ongum loðsi líka frá
Vestfjørðinum til Tromsø, so hann
hevur verið væl kendur á hesum
leiðum.
Tað var so sera nógvur fiskur at
fáa. Hetta var sum at lossa inn á
dekkið. Vit vóru bert ein mánaða
um tann fyrsta túrin. Vit fóru til
Vágs at landa til J.A. Godtfred,
har Mikkjal Godtfred var stjóri.
Lastin var full, men fiskurin var
ikki umrivin, sum vanligt er við
saltfiski. Hetta tók Esmar sær ikki
tíð til, so nógvur sum fiskurin var.
Tá tók hann heldur ikki so nógv í
lastina, men kortini var hetta ein
roktúrur.
Vit fara avstað aftur, og tað er
líka nógv at fáa. Nú fingu vit tað
manøvrera soleiðis, at vit skuldu
inn í Petsamo at landa. Í dag er
Petsamo ein russiskur býur norður
móti Íshavinum, men tá var hann
finskur.
Italienarar høvdu sent ein damp
ara upp hagar. Teir høvdu nakrar
trolarar, sum eisini føroyingar
vóru við. Teir kallaðust Katuma,
Angiuilla, Tonnu og Gismondi.
Í Petsamo sluppu nakrir
føroyskir trolarar at landa, millum
hesar vit og Vesturvarði. So
út aftur triðja túrin. Tað var á
sama hátt. Vit fingu skjótt uppí
Norðbúgvan fyri triðju ferð. Tá
fóru vit heim. Nú hevði eg verið
tríggjar túrar í tríggjar mánaðir.
Vit vóru aftur á Vestmanna tann
19. august.
Inntøkan fyri hesa tíðina hevur
verið um 1.500 krónur, og hetta
var heilt óført. Hevði eg arbeitt
tímaløn hesa tíðina, hevði tað
givið millum 100 og 200 krónur.
Tað vóru fleiri raskir menn við,
eisini av Eiði. Hesir vóru Poul
Vesturdal, Gjáar Heini og Mourits
í Jógvanstovu. Mourits dugdi so
væl at syngja.
Nú var mitt í hoyggingartíð,
og vit høvdu so nógv at hoyggja.
Hoyggj var treytin fyri at hava
kúgv. Tað var eisini so óhøgligt,
har vit hoyggjaðu, hetta gjørdi tað
ikki lættari.
Kúgvin mátti so bjargast. At
missa hana fór ikki at loysa seg.
So eg ringdi til Uvak og segði,
at eg kom ikki við aftur. Eg mátti
vera heima nú hoygging og eisini
fjallið kom fyri.
Lív sum sjómaður
Eg havi so verið sjómaður alt
lívið. Eg var sjey túrar undir
krígnum. Tað var fyrst við Norð
búgvanum í 1941 og so við í 1943
við gamla Skálaberg við gamla
Mortan sum skipara.
Mammu dámdi einki, at eg
sigldi, serliga eftir at Emanuel
varð søkt av týskarum í 1941 og
tríggir mans doyði. Av teimum
vóru tveir úr Vestmanna.
Eg var við Løjtnantinum í 1944.
Vit vóru lastafar hjá Stella Argus.
Tað var so nógvur fiskur, at fyrst
varð fiskað uppí Løjtnantin, sum
so fór til markna. Síðan fiskaðu
teir uppí Stelluna sjálva, sum so
fór til Bretlands. Hetta riggaði
væl fyrsta túrin. Næsta túrin
fingu vit eina rúgva av smáum
upsa. Hann var eisini gamal, tá ið
vit komu til Fletwood við honum.
Vit sluppu als ikki av við hann.
Eg var við einum Aberdeen
trolara í 1945. Hetta var ein av
hesum reyðu trolarunum, sum
ofta komu inn á Vestmanna at
fáa sær ein ella tveir mans, tí
teimum manglaði fólk. Hetta var
eitt kvett. Lønin var 1,5 pund um
dagin og pundið var 22,40. Hetta
gav 3334 kr um dagin og var ein
góð dagløn tá í tíðini.
Mær dámdi so væl at sigla
millum teir menninar. Teir vóru
sera fyrikomandi. Stóð eg til
róður komu teir altíð
við eini sigarett til
mín. Teir meintu tað í ➘
Manningin á Doru á Eysturlandinum í 1915. Fremsta rað f.v. Jógvan Olsen, Hvalvík, Ólavur Joensen, Sørvágur og
Tummas Simonsen í Nesinum Vestmanna. Miðraðið: Djóni Christiansen, Sørvágur, Poul Johannesen á Skarpheyggi,
Vestmanna, Óla Jákup Kristoffersen, Vestmanna, skipari, Andreas Davidsen, Sørvágur, Tummas Gudmundsen í
Gerðinum, Vestmanna. Aftasta rað: Rasmus Hansen, Sørvágur, Karl Isaksen í Skálum, Vestmanna, Jákup Hansen,
Sørvágur, Julius Joensen, Vestmanna og Gunnar í Fjørðinum, Vestmanna. Av hesum monnum fórust Óla Jákup og
svágurin Julius við Neptun. Teir hava so siglt saman í eini 20 ár í minsta lagi. Julius fiskaði so sera væl
Jákup Strømsten keypti motorin av Neptun fyri tvey tons av enskum koli.
Her saman við konuni Siggu