Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 90 • 13. mai 2009 Vestmanna hevur verið rakt av fleiri skipavanlukkum undan Neptun. Tær sum hava kostað flest mannalív munnu vera Rutland og Dora og skulu tær nevnast her: Aðrar vanlukkur Magnus Ditlev Olsen var fiskiskipari á Doru Jóan Magnus Olsen var skipari á Ruthland Dora helst í 1923. Aftastur sitandi í lúnningini er skiparin Poul Christoffersen. Triði fremstur er beiggi hansara Elias. Báðir brøður Óla Jákup. Sum tað sæst er nógvir av beiggjunum sjómenn hvussu er væl. Tað var ikki frítt fyri, at vit fiskaðu innan fyri mark. Eina ferð, vit høvdu trolið á dekkinum, kom eitt íslendskt verjuskip fram á okkum. Skiparin setti fulla ferð á og verjuskipið aftaná. Teir skutu fleiri ávarðingarskot at fáa okkum at steðgað. Men skiparin latst ikki um vón. Tað eydnaðist íslendska verjuskipinum at fáa okkum aftur og at seta fólk umborð, meðan siglt var í fullari ferð. Tá mátti gamli taka frá. Vit vóru tiknir inn í Oyggjarnar, har skiparin fekk eina bót. Hon var tó ikki so stór, tí trolið var ikki úti, so ólógligur fiskiskapur kundi ikki prógvast. Bjargingarútgerðin var sera vánalig. Hetta havi eg ikki hugsað um fyrr enn aftaná. Bjargingar­ belti fanst ikki. Bjargingarbáturin stóð niðri á dekkinum. Tað er heilt vist, at var brúk fyri tí, so fekst hann ikki út. Her var alt fast, boltar og tað heila. Vit vóru á Suðurlandinum, tá ið kríggið endaði. Eg væntaði ovfarakæti av teimum. Men tað var so eiðasørt. Teir lótust ikki um vón. Hetta er mótsatt av tí, sum føroyingar upplivdu, tá ið teir vóru í Aberdeen, tá kríggið varð avblást. Tað var rættuligur veitslurómur. Systkini Um systkini annars kann sigast, at Tórálvur fór fyrst yvir til Noregs og síðan til Svøríki, har hann býr nú. Hann er verkfrøðingur og hevur arbeitt í nógvum londum. Hann fór yvir til Harry Fonsdal at arbeiða við elektrisitet. Ein av teimum, sum eisini fóru tá var Heini Olsen, sum eisini hevur arbeitt víða um heimin. Tað, sum Trygvi hevur verið til sjós er, at hann hevur róð út í Grønlandi. Gunnar hevur verið nógv til sjós. Hann hevur eisini siglt saman við Røkke í Noregi. Ingibjørg giftist ikki, men fekk eina dóttir, sum býr niðri. Hon doyði av einum ferðsluóhappi í Vestmanna. Brynhild giftist til Vágs, og hon doyði eisini av eini ferðslu­ vanlukku. Sverri var til skips sum aðrir menn. Kristoffer arbeiddi í nógv ár hjá landsverkfrøðinginum. Vit takka Steingrim fyri hansara sera áhugaverdu frágreiðing, sum er ein sera góð lýsing av, hvussu tað bar til at koma undan hóast slíkar vanlukkur sum hesar í 1934. Gunnar, sonur Óla Jákup, hevur siglt saman við Røkke t.h. Ruthland Jóan Magnus á Válinum keypti Rutland i 1912. Hann førdi hana til hon gekk burtur í 1916. Skipið kom framvið Langanes 12. september og hvarv uttan nakra slóð. Menn vita, at tað var illveður miðjan september. Menninir sum fórust vóru: Jóan Magnus Olsen, skipari 38 ár, Jákup Johannes Johannesen, 20 ár Ívar Sigurd Hummeland, 17 ár Hans Martin Petersen, 54 ár Tummas Egholm, 59 ár Jóan Pauli Haldansen, 21 ár Vestmanna Jóhannes Nielsen, bestimaður, 27 ár Ívar Soliman Olsen, 26 ár, Válur Dánjal Magnussen, 21 ár Jákup Mathias Nielsen, 20 ár Adolf Jákup Nielsen, 25 ár Magnus Hansen, 18 ár Hans Jacob Óli Danielsen, 18 ár Kvívík Johannes Mathias Heinesen, 19 ár Tummas Heinesen, 19 ár Mykines Dora Dora gekk burtur í 1931. Hon var seinast sædd av Fram tann 18. september. Aftaná var eitt rættuligt ódnarveður. Tá ið teir vóru saknaðir fór Seagull tann 19. oktober av Vestmanna til Íslands at leita eftir henni, men teir komu heim aftur uttan úrslit. Við Doru fórust: Jákup Martin Egholm, flaggskipari, f. 6.11.1893, Hvalvík Magnus Ditlev Olsen, fiskiskipari, 2.10 1907, Vestmanna Hans Poulsen, 1. Bestimaður, f. 15.7. 1885, Eiði Tummas Sigurd Olsen, 2.bestimaður, f. 23.11. 1907, Vestmanna Hans M. Jacobsen, kokkur, f. 17.2. 1902, Slættanes Jákup Martin Olsen, f. 7. 8. 1910 Vík Dánjal Petur Olsen, f. 19.10 1912, Vík Jákup Emil Olsen, f. 13.9.1914, Vestmanna Kristian Magnus Egholm, f. 30.9. 1913, Streymnes Ragnvald Hansen, f. 14.5. 1912, Leynar Sámal Elias Samuelsen, f. 4.1. 1895, Kollafjørð Jóhan Egholm, f. 2.6. 1908, Streymnes Magnus Pauli Poulsen, f. 2.1. 1916, Eiði Meinert Sommer Olsen, f. 30. 7. 1916, Vík Jógvan Poulsen, 6.3. 1883, Vík Viggo Christiansen, f. 2.9. 1914, Kvívík Hjalgrim Dahl, f. 8.9 1916, Oyri Her vóru sum so mangan nógvir serligir sorgarleikir. Kristian Magnus og Johan Egholm vóru brøður. Árið fyri var beiggi teirra Hans Jacob deyður í maskinrúminum á Slatrinum. Teir høvdu verið fimm brøður, og nú var eingin eftir. Søgan hjá teimum hevur verið umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Komandi partur Í komandi parti verða frásagnir frá avvarðandi hjá monnum, sum fórust við Nólsoy, millum annað um teir báðar brøðurnar sum doyðu frá 21 børnum