Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2009 Fótbólturin er vorðin al samt meira stýrdur og skipaður. Tí verður nú farið undir eitt nýtt átak í føroyskum høpi, nevniliga Túna­ bólt. – Tað snýr seg um at fáa gleðina í fót bólti num fram aftur, sigur Høgni í Stóru stovu, føroyskur fót bólts forseti Fótbóltur & rørsluár Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Hetta er bara byrjanin. So av gjørdur er Høgni í Stóru- stovu, fótbóltsforseti í Føroy um um eitt nýtt átak, ið Fótbóltssambandið nú fer undir í samband við rørslu árið. Túnabóltur er heitið á á taki num, ið er nýtt í før- oysk um høpi. Í útlondunum er »Street football« eitt aldargamalt fyribrigdi, kanska best kent úr stóru suður amerikansku fótbólts- tjóðunum Argentina og Brasil ia, tó tað er sera út breitt kring allan heimin. Nú er so ætlanin at tað skal førast inn í Føroyum. Gleðin at spæla Eitt av høvuðs enda mál- unum hjá Fót bólts sam- bandi num er at fáa fólk at spæla fótbólt, eisini øðrvísi fótbólt, enn vit kenna til í Før oyum. Endamálið við júst hesum slagi av fótbólti er sambært Høgna í Stóru- stovu at sleppa burtur frá tí álvarsliga. - Tað snýr seg um at fáa gleðina í fótbóltinum fram aft ur, slær fótbóltsforsetin fast. Ein partur av ábyrgdini hjá Fótbóltssambandinum frá altjóða fót bólts sam- gongu num, er at skipa og verða við í gras róta fylk ing- um í fótbólti, og passandi er at byrja við Túnabólti, har leikað verður tríggir móti trimum í senn. - Hetta kann geva eina aðra dimensjón, har tað verð ur um at fáa gleðina inn aftur í fótbóltin, greiðir Høgni í Stórustovu frá. Føroyskt fram­ leiddur vøllur Fyrsta høvið, har hetta nýgg ja slagið av fótbólti verð ur at síggja, verður longu 5. juni, tá Tórshavnar Kommuna hevur Mentan- ar nátt. Tórshavnar Kommuna fyll ir 100 ár og um landið er lýst við Rørsluári í ár. Tí skipar Fótbóltssambandið fyri Túnabólti í Gamla Kommu nu skúlagarðinum á Vagl i num í Havn Mentan- ar náttina. Fótbóltssambandið hevur til hetta høvi gjørt ein vøll, ið er 10 x 15 metrar stórur, samsvarandi við líkar vallir, ið verða nýttir aðrastaðni í heiminum. Hesin vøllurin er av band um úr aluminium, og hann verður framleiddur í Før oyum. Vøllurin er konstru er aður soleiðis, at hann lættliga kann flytast og er skjótur at seta upp. Æt lan in er so at hesin vøll- ur in, eftir Mentanarnáttina 5. Juni og Tórsfagnaðin 20. Juni, tá hann eisini verður nýttur, er fríur at nýta til stevn ur og onnur tiltøk, har fólk ynskja hann settan upp. Undirlagið til ein slíkan vøll er tað undirlag, ið vøll- urin verður settur upp á, og tá leikt verður á Vaglinum, verður tað so á asfalti. Ein nýggj dimensjón í fótbólti Túnabóltur er føroyska heitið á Street Football. Fótbóltssambandið vil menna hetta slagið av fótbólti, ið fótbóltsforsetin kallar eina nýggja dimensjón í føroyskum fótbólti. Fyrsta vøllin fáa teir framleiddan í Føroyum Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Fótbóltssøga verð­ ur skrivað Mentan­ ar náttina hjá Tórshavnar Kommu­ nu tann 5. Juni. Tá hitt ast fleiri av gomlu og nýggju kempunum í føroyskum fótbólti til Túnabólt á søguliga leikvøllinum í Gamla kommunu­ skúl a garðinum Fótbóltur og rørsluár Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Mentanarnáttin verður dagur í viku hjá fót bólts- glað um føroyingum. Frá morgunstundini verð- ur skipað fyri gøtufótbólti, eisini nevnt Túnabólti, tá næm ing ar úr sættu og sjeyn du flokkunum í Tórs- havnar Kommunu mynstra til dyst á Vaglinum. Hetta verður fyrrapartin, og er í samband við at Tórs- havnar Kommuna fyllir 100 ár, at rørsluár er skipað kring landið og at Tórs- havn ar Kommuna heldur Mentanarnátt sama dag. Um kvøldið verður tó stór ur dagur í føroyskari fót bólt s søgu. Tá Mentan- arnáttin er sett klokkan 18, verður aftur byrjað við gøtu fótbólti, og tá verður ein røð av spennandi dyst- um við leikarum frá fleiri av søguligu liðunum í før- oysk ari fótbóltssøgu. Leikararnir verða úr hes um søguligu liðunum: • 66 liðunum hjá KÍ og HB • HB og TB liðunum í 70-unum • ÍF liðinum frá 79 • GÍ liðunum fyrst í 80-unum og 90-unum • B68 liðinum frá 1992 • KÍ liðinum frá 1991 og 99 • B71 liðinum frá 1989 • HB liðinum frá 90-unum og 2002-2004 • VB liðinum frá 2000 • B36 liðinum frá 1997 og 2001 • Kvinnuliðunum hjá HB og B36 frá 90-unum • Kvinnuliðunum hjá AB og KÍ í dag Tað verða eldri dómarar, ið leiða dystirnar í Gamla Kommunuskúlagarði á Vagli num mentanarnáttina 2009. Endamálið við hesum fót bóltskvøldinum er at minn ast gamlar dagar, og at síggja, at sjálvt um man er farin um bestu fótbóltsár, so ber enn til at spæla fót- bólt. Kempur hittast á søguligari grund F.v.: Eirikur Rasmussen, ein av drívandi kreftunum úr 66-liðinum hjá HB, Høgni í Stórustovu, fótbóltsforseti í Føroyum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Karl Gudmund Henriksen, verjukempa úr 66-liðinum KÍ. Hesir hava allir sín leiklut í søguliga fótbóltsdegnum, ið verður Mentanarnáttina 5.juni Mynd: Jens Kristian Vang Horns Rev 2 í vinnu Horns Rev 2, sum verður heimsins størsta vindmyllulund á sjónum, tá hon er liðug útbygd, lat í morgun sín fyrsta streym inn á danske elkervið. Higartil eru 30 vindmyllur settar upp á Horns Rev, sum er stutt uttan fyri Esbjerg, men tá allar vindmyllurnar eru komnar, verður talið 91. Fleiri danskar fyritøkur hava gjørt sáttmála við orkuveitaran DONG Energy um at brúka orku frá vindmyllunum á Horns Rev 2, og tvær av teimum heilt stóru fyritøkunum, Novozymes og Novo Nordisk, hava tryggjað sær helmingin av allari framleiðsluni. Tær 91 vindmyllurnar á Horns Rev2 fara at framleiða 209 MW, og við tí kunnu meiri enn 200.000 donsk húsarhald fáa CO2-frían streym, sum verður leiddur inn á land og til elkervið ígjøgnum ein 100 kilometrar langan kaðal.