hósdagur 14. mai 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 91 - 14. mai 2009
Jóansøkufestivalurin
avdúkar nú tvey
nøvn afturat, og
tey eru Jens Marni
Hansen og DJ
Flemse. Jens Marna
kenna tey flestu
sum fløguaktuellan
rocksangara, men
eisini sum trouba
dour, og DJ Flemse
vann í fjør danska
meistaraheitið innan
mobildiskotek
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jóansøkufestivalurin
er
stuðulskonsert til frama fyri
at gera saltsiloina á Drelnesi
til norðurlenskt mentanar
hús. Tískil er luttarkaralistin
á tremur við góðum før
oyskum nøvnum, ið stuðla,
men eisini danin DJ Flemse
verður við.
DJ Flemse er ikki ein og
hvør. Síðani hann var 14 ára
gamal hevur hann átt og
rikið egið mobildiskotek.
Hann er dugnaligur og væl
umtóktur, og hevur sum
elektrikkari skil fyri útgerð
ini, eins væl og tónlekinum.
At hann er dugnaligur
fekst prógv fyri í 2008, tá
hann vann danska meistara
heitið innan mobildiskotek.
Jens Marni
Jens Marni Hansen, og
manning hansara í Faktor 4,
verða eisini við á Jóan
søkufestivalinum.
Jens
Marni
kom
fram
við
bólkinum Kjølar, síðani við
All That Rain, og so super
bólkinum Showmenn. Men
eisini hevur hann alla tíðina
víst seg á egnum beinum
sum troubadour.
Hann hevur í eina tíð havt
egnan bólk aftan fyri seg,
og fyri stuttum kom so
fyrsta fløga hansara undir
egnum navni, har hann aftur
prógvar sínar dygdir sum
rocksangari.
Jens Marni er millum teir
fremstu í Føroyum í dag, og
hevur víst seg sum ein, ið
tekur tónleikin í álvara, og
hetta hevur eisini borið
hann langt fram á leið.
Hann er í dag millum virkn
astu og best dámdu tón
leikarar í landinum.
Jóansøkufestivalurin
hevur hervið longt luttak
aralistan við tveimum nøvn
um, og sær listin soleiðis út
nú; Crawling Blue, 200,
Martin Joensen, Páll Finnur
Páll, Jens Marni Hansen og
DJ Flemse. Jóansøkufesti
valurin avdúkar fleiri nøvn
í komandi viku.
Sjálvhjálparbólkurin
Berin hevur fingið
heimasíðu,
www.berin.fo
Sjálvhjálp
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Endamál Berans er, at geva
børnum og ungum, ið hava
mist foreldur og ella systkin
við deyða, eitt forum, har
tey kunnu møtast og práta
við javnlík.
Sjálvhjálparbólkurin
bleiv stovnaður í 2003.
Aldurin fyri luttøku er 8 ár
og eldri. Higartil hava uml.
250 børn og ung verið við.
Nakrir bólkar hava eisini
verið fyri vaksin, ið hava
mist børn.
Sjálvhjálparbólkarnir
skulu virka fyri, at børnini
og tey ungu, sum frálíður,
gerast betur før fyri at
handfara sorgina yvir mista
foreldrið/systkini. Á tann
hátt hava tey størri møgu
leika fyri aftur at fáa eitt
gott og innihaldsríkt lív, har
tey kunnu mennast og liva
við missinum.
Børn og ung, sum hava
mist foreldur ella systkin
fyri fleiri árum síðani, hava
eisini
havt
gleði
av
bólkunum.
Børnini og tey ungu møt
ast aðru hvørja viku. Við
serkønari hjálp og veg
leiðing, práta tey saman um
felags upplivingar, kenslur
og tankar.
Berin merkir á donskum
lysning, ofta brúkt sum en
lysning i skoven, eitt stað,
har sólin altíð sleppur
framat. Á føroyskum kunnu
vit eisini brúka hugtak
ið berajól, sita á berajólum,
uttan verju, nakað sum tey
ið mist hava, kenna alt ov
væl.
Harumframt
kann
navnið Berin, fáa ein at
hugsa um at bera. Lyfta vit
í felag, kennist byrðan
lættari.
Búmerkið, er ímyndin av
lívinum við sínum ljósu og
myrku síðum. Tað skal
minna okkum á, at sjálvt tá
tað sær svartast út, ber til at
leita eftir glottum. Og tá ið
alt sær ljóst út, er tað tann
svarta
rípan,
sum
ger
mynstrið.
Ítróttar
dagurin
í Leirvík
Fríggjadagin 15.
maj verður árligi
ítróttardagurin, ið
Stuðulstænastan hjá
Nærverkinum og
Sinnisbati skipa fyri
ÍTróTTardagur
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Ítróttardagurin er ætlaður
fólki við avmarkaðum
sálarligum førleika og
starvsfólkum, ið arbeiða
innan hetta økið.
Endamálið við ítróttar
degnum er fyrst og
fremst at hava tað stutt
ligt saman, at røra seg
og síðst, men ikki
minst, at knýta sambond
millum tey luttakandi.
Dagurin verður hildin
á ítróttarøkinum í Leir
vík. Byrjað verður kl.
8.30 við felags morgun
mati, ið Eysturkomm
una bjóðar. Jóhan Christ
iansen, borgarstjóri í
Eysturkommunu, bjóðar
vælkomin og Mary í
Garði, stjóri í Nærverk
inum, heldur røðu.
Fyrrapartin verður
kappast í fótbólti og
boccia og seinnapartin í
stafettrenning og rund
bólti. Tá kappingarnar
eru lidnar, handar Regin
Johansen, deildarleiðari
í Stuðulstænastuni, heið
ursmerki til vinnararnar.
Seinnapartin verður
fótbóltsdystur millum
starvsfólk í Nærverki
num og starvsfólk í
Almannamálaráðnum.
Dómari í dystinum
verður Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður.
Dagurin endar við
felags borðhaldi, har
Rósa Samuelsen heldur
røðu, orkestrið Menn
iskja spælir tónleik og
Jákup Weihe undir
heldur.
Heimasíða til sjálvhjálp
Leita eftir gassi í Danmark
Amerikanska orkufelagið LLC ætlar sær at leita eftir gassi í undirgrundini ´s Sælandi. Felagið hevur
biðið danska Orkustýrið um um loyvi at sleppa at leita á einum 1.000 ferkilometrar stórum øki millum
býirnar Næstved og Køge. Hóast fleiri royndir hava feløg ikki funnið so olju og gass á landi í Danmark
sum ymsastaðni úti í Norðsjónum. Kanningar hava tó avdúkað nakað av olju og gassi í undirgrundini á
landi, og amerikanska felagið sigur seg hava góðar vónir um at fáa úrslit burtur úr leitingini á Sælandi.
Steffan Olsen hjá Orkustýrinum sigur við blaðið Sjællandske, at leitingar við Karlebo á Norðursælandi
hava givið rættiliga góðar ábendingar um, at olja og gass kunnu vera í undirgrundini har. Harafturat vísir
hann á, at tað er munandi bíligari at útvinna olju og gass uppi á landi enn á sjónum.
Tað eru tvey
spennandi nøvn
– eitt føroyskt
og eitt útlendskt
– sum nú eru komin
á plakatina hjá
Jóansøkufestivalinum
Jens Marni og DJ Flemse
á Jóansøkufestivalinum